Hetta var dagurin hjá Dan

KÍ venjarin ásannar, at hann kendi ikki liðið aftur sammett við tað, sum hann sær undir venjing, og sum teir vístu í fyrsta umfari

Dan Brimsvík hevur verið B36 venjari síðani á heysti í 2020. Inntil í kvøld høvdu hann og B36 ikki vunnið fulla úrtøku ímóti KÍ. Í kvøld eydnaðist tað. B36 vann 2-0 í Gundadali ímóti KÍ, og B36 hevði tað á klaksvíkingum.

 

At KÍ hevur vunnið FM trý tey seinastu árini ber í sær, at hini liðini og hinir venjararnir hava lisið uppá. Dan Brimsvík hevði gjørt skúlating. Tað sást serliga aftur í verjupartinum. Tað var væl longri millum innleggini til Páll A. Klettskarð. Árni Frederiksberg og Jóannes Kalsø Danielsen vóru ikki so ofta í gjøgnumbroti í høgru, og í vinstru var tað ikki so ofta, at Patrick da Silva og Pætur J. Petersen spældu seg leysar til innlegg.

 

Jann Benjaminsen, sum nú er B36 liðformaður, var álitisfullur vongverji í høgru, og Magnus Egilsson var álitisfullur vongverji í vinstru. Nýggju miðverjarnir stóðu seg væl, og miðvallararnir hjálptu væl til í verjupartinum.

 

At KÍ undan hesum dystinum hevði skift málverja, at báðir miðverjarnir vóru nýggir og serliga at Jákup B. Andreasen ikki var tøkur á sentrala verjukenda plássinum á miðvøllinum órógvaði, og tað gekk illa at fáa samanhang í álopspartin.

 

-Vit mugu ásanna, at hetta var ikki okkara dagur. Eg eri vónsvikin, tí samanspælið og hugflogið og rútman í spælinum var ikki soleiðis, sum vit síggja undir venjing og soleiðis, sum tað var ímóti ÍF. B36 hevur gott lið, men vit vita, at tað býr væl meiri í okkara monnum, enn tað vit sóu í kvøld, ásannaði Haakon Lunov í samrøðu við Petur Asbjørg Lervig í FM1.

 

Dan Brimsvík fagnaði sínum spælarum fyri liðavrikið:

 

-Áskoðararnir vóru framúr. Tað hevði ivaleyst avgerandi týdning. Nýggju spælararnir passa væl í okkara konsept. Eitt nú hava vit eygleitt Anton Søjberg Horup síðani einaferð í fjør. At hann kom inn í 2. hálvleiki og skoraði tvey mál var framúr bæði fyri hann og fyri okkum, sigur Dan Brimsvík, og hann heldur fram:

 

-Uttan mun til hvat úrslitið var í kvøld, so vita vit, at talan er um langa kapping, og FM heitið verður ikki avgjørt við úrsliti í einum dysti. Eg fegnist um, at spælararnir hava hugburðin, fótbóltsevnini og svongdina, sum skal til fyri at vinna, og tað ber mót við sær um, at tað kann fara at ganga væl, og tá ið tikið verður samanum, so snýr tað seg um kanska 20 prosent taktikk og 80 prosent arbeið, sigur B36 venjarin.

 

Inntil tað restaðu 10 minuttir var tað málleyst. So var tað, at Anton Søjberg Horup úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið. Tað var eftir horna úr vinstru, og forkølaða roynd hjá málverjanum at beina bóltin burtur. Og so var tað eftir eitt sindur av aftur og fram, at nýggi maðurin skoraði.

 

Fram ímóti dystarenda økti Anton Søjberg Horup um munin til 2-0, tá ið hann sneiddi framvið málverjanum og setti bóltin í málið.

 

Trífalda meistaraliðið var lítið sannførandi, og tað eydnaðist ikki at fáa nyttu av undanvindinum í 2. hálvleiki. Uppgávan hjá nýggja venjaranum kennist vera stór, men hon er ikki ómøgulig. Í løtuni er tað B36, sum hevur undanvind, fulla úrtøku og málmunin 5-0. Tað er hugaligt, nú talan er um landsliðssteðg fram til 2. páskadag, tá ið B36 fer at spæla á Skála.

 

2. páskadag eigur KÍ heimavøll ímóti NSÍ.

 

 

 

B36 – KÍ 2-0 (0-0)

 

1-0: Anton Søjberg Horup

 

2-0: Anton Søjberg Horup

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B36: Bjarti Vitalis Mørk – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Vilmer Johannes Rønnberg, Magnus Egilsson – Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal, Andrass Johansen – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki C. Nielsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cedric Yambéré, Jákup N. Vilhelmsen, Patrick da Silva – René Shaki Joensen, Claes Philip Kronberg – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, Pætur J. Petersen – Páll A. Klettskarð