Mánakvøldið undirskrivaðu bygdarráðsformaðurin í Kollafirði og borgarstjórin í Havn undir avtaluna sum sigur, at ár 2001 verða kommunurnar báðar lagdar saman.
Fyrireikingarnar hava verið í gongd í eina tíð, og millum annað hava kommunustýrið og býráðið funnið út av, at teir kunnu samstarva um 75 mál.
Kollfjarða bygdarráð kom til tað niðurstøðu, at um veljararnir vildu tað, so skuldi samanleggingin gerast.
Tí skuldi skipast fyri fólkaatkvøðu um hetta mál og hon var leygardagin
Gott og væl hálvtfimtahundrað fólk vóru á vali og stórur meirilutið av veljarunum valdu at taka undir við ætlanini hjá bygdarráðnum.
Leggja saman ár 2001
Samanleggingarætlanin gongur í stuttum út uppá, at kommunurnar verða lagdar saman ár 2001.
Inntil tað tíð, skulu tær samstarva um tey 75 málini, sum nevnd eru í samstarvsavtaluni..
Inntil kommunurnar verða lagdar saman skulu tær eisini hava hvør sína fíggjarætlan.
Kollfjarða Kommuna er væl fyri. Skuldin hjá kommununi er bert eina hálva álíkning og roknað verður við, at tá samanleggingin verður veruleiki, er Kollfjarða Kommuna nærum skuldarfrí.
Hetta merkir, at Tórshavnar Kommuna fær einar 12-14 mió. krónur eykað í kassan at gera íløgur fyri.
Ein Kollfjarðanevnd skal veljast og bygdarráðslimir úr Kollafirði og býráðslimir fáa inntil samanleggingina loyvi til at møta á nevndarfundum hjá hvørjum øðrum, tó uttan atkvøðurætt.
Góðar havnaumstøður
Tað eru tó ikki bara pengarnir sum koma væl við hjá Tórshavnar Kommunu.
Kollafjørður er góð náttúruhavn, og atløgumøguleikarnir eru góðir.
Plássið við bryggjuna í Havn er ikki tað besta, sum er og tað er synd at siga, at »Nyhavn« hevur tænt sínum endamálið.
Í hvussu er ikki kajkanturin.
Kollfirðingar eru glaðir fyri sína havn, men sum teir siga:
? Vit hava eina náttúruhavn og ov lítið virksemi.
Tí er Torfinn Smith, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar Kommunu ein fegin maður í dag.
? Hjá okkum er trupulleikin tann øvuti, sigur hann.
? Vit hava ikki nakra náttúruhavn, men hava stórt virksemi. Nú kunnu vit leggja ætlan um, hvussu vit í framtíðini fáa størst gagn av báðum havnunum undir einum, sigur hann.
Fyrr hevur talan heldur verið um eina kapping millum kommunurnar báðar á havnaøkinum - nú verður talan um samstarv.
Økið inni á Sundi
Afturat góðu møguleikunum í Kollafirði er so økið inni á Sundi. Tað hevur ligið púra oyði síðan tað var liðugt, bert órógva av onkrum hendinga klingruvarpara í venjingarørindum, ella av skipunum hjá donsku sjóverjuni.
Torfinn Smith sigur, at tað eru virkir sum hava áhuga at fara inn á Sund at arbeiða.
? Nú kemur hetta øki næstan at liggja mitt í býnum. Tað kemur at liggja mitt í millum báðar havnirnar í kommununi og tað fer kanska at gera áhugan fyri hesum økinum størri.
Stutt til Havnar
Men tað er ikki bara havnin sum ger formannin í havnanevndini glaðan.
? Tað er gleðiligt, at tvær kommunur á henda hátt sjálvar kunnu leggja saman.
? Fyri kollfirðingar er tað sjálvsagt lættari at leggja saman við Havnini. Frástøðan til Havnar er stutt og her kunnu teir fáa tað teimum tørvar.
? Harafturat er ein stórur partur av kollfirðingum í Havn hvønn dag, tí teir hava sítt dagliga yrki her, sigur hann.
Útbyggja skúlan og gera venjingarhøll
Skúlaviðurskiftini hjá kollfirðingum hava ikki verið tey bestu og venjingarumstøðurnar hjá ítróttinum í bygdini heldur ikki.
Skúlin hevur bert verið fyri tey smærru. Eingin framhaldsdeild er í Kollafirði og næmingarnir hava tí fingið undirvísing í felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Men tað fer at enda nú. Framyvir skulu kollfjarðabørn koyra til Havnar ístaðin.
Men Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn heldur, at kollfirðingar skulu merkja at teir hava lagt saman við Havnini.
? Skúlin skal útbyggjast og ein venjingarhøll skal gerast sigur hann.
? Kollfirðingar hava higartil vant hondbólt inni á Skála, men tað skal helst vera ein saga blot, sum hann tekur til.
Hann heldur at tað er rættast, at ein partur av teimum 12-14 mió., sum kollfirðingar fara at leggja eyka í kommunukassan í Havn verða brúktar til íløgur í Kollafirði.
Og tað kunnu kollfirðingar so fegnast um.