Sjálvandi havi eg nervar

Í morgin fer 18 ára gamla Henrietta Nielsen til Norðurkorea at spæla borðtennis. Ikki nógv
fáa møguleikan at fara hagar og onnur hætta sær ikki til hetta kúgaða land, men soleiðis hugsar Henrietta ikki.
– Hetta er ein møguleiki, sum eg ikki fái aftur, og eg vænti, at gleðin at sleppa hagar er størri enn óttin, sigur hon

18 ára gamla Henrietta Nielsen er fødd og uppvaksin í Føroyum. Hon flutti tó úr Fuglafirði til Horsens í ungum árum, og har hevur hon veru­liga sett nógv til viks fyri at dúva fult og fast upp á borðtennis. Hon er júst byrjað á studentaskúla, men hetta forðar henni ikki í at venja 22 og ein hálvan tíma um vikuna.
Fyri stuttum byrjaði hon at spæla við SISU BTK í Århus, men komandi kappingarár fer hon fyri tað mesta at spæla við týska Flensburg TSB í Verbandtsligaen, sum svarar til fjórðbestu deildina har.

Landsliðsleikari
Føroyskt borðtennis visti ikki av Henriettu Nielsen fyrr enn fyri fáum árum síðani, tá ið hon til­vildar­liga kom í prát við føroyskar borðtennisleikarar í danskari kapp­ing. Støðið og menningin hjá henni er ikki at fara skeivur av, so skjótt gjørdist hon landsliðsleikari hjá Føroyum og hevur umboðað Før­oyum á oyggjaleikum. Við oyggja­leikirnar á Isle of Wight í fjør skrivaði hon saman við Rakul Mikkjalsdóttir, tá ið tær báðar í tvímansleiki tryggjaðu før­oyskum kvinnuborðtennis fyrsta oyggja­leika­heiðursmerki nakrantíð. Tær vunnu bronsu.
Fyri tveimum árum síðani kom Henrietta til Føroya at luttaka í FM á fyrsta sinni, og gjørdi hon tá ikki mætari enn at gerast føroya­meistari. Hon luttók ikki í FM í ár vegna vantandi tíð.

Lívsuppliving
Hóast hon hevur upplivað mangar túrar uttanlands, so fer hon næstu dagarnar at uppliva nakað, ið hon helst seint fer at gloyma. Hon er nevniliga sloppin ígjøgnum nálar­eygað at vera ein av teimum, sum sleppur inn í Norðurkorea. Saman við nøkrum øðrum borð­tennis­leikarum og –venjarum fer hon til Pyonyang, høvuðsstaðin í Norður­korea. Her fer hon at luttaka í Pyongyang International Invitation Tournament saman við nøkrum kinesarum, tveimum úr Ný Sælandi og tveimum úr Svøríki.
Hetta er komið í lag ígjøgnum før­oyska landsliðsvenjaran, svian Jan Berner, sum sjálvur verður við á ferðini. Hann hevur prátað væl við forsetan í norðurkoreanska borð­tennissambandinum, og undir HM í Dortmund fyrr í ár varð hann persónliga boðin til Norðurkorea at lut­taka í hesi kappingini. Hann fekk loyvi til at taka nakrar leikarar við sær. Hann bjóðaði Henriettu við, og hon tók av.
Tekur av møguleikanum
Hóast Norðurkorea er eitt avbyrgt land og tað kann verða vandamikið at ferðast hagar undir sera strang­um reglum, har eitt nú ikki er loyvt at hava hvørki fartelefon ella sam­skifti og eiheldur loyvt so frægt sum at taka myndir av norður­koreansk­um fólki.
Henrietta er varug við vandan, men hon velur upplivingina heldur enn at óttast og setast aftur.
– Eg kenni ikki nógv til Norður­korea, men eg havi lisið eitt sindur um landið. Eg gleði meg heilt ótrú­liga nógv at fara hagar, men sjálv­andi eri eg eitt sindur nervøs. Tað er jú eitt avbyrgt land, sum hevur eina langa søgu aftanfyri seg. Sjálvandi eri eg eitt sindur bangin eisini, men gleðin at sleppa hagar fyllir meira enn óttin fyri at tað fer at henda mær nakað, sigur Henrietta.

Menningin eisini týdning
Norðurkoreansku borðtennis­leik­ar­arnir eru millum teir fremstu í heim­inum, men av tí at stjórnin javnan noktar teimum at fara til kapp­ingar uttanlands, so er styrkis­metingin hjá teimum á heimsstyrkislistanum misvísandi. Tað er í hesum kappingunum, eina­mest pro-tours, at teir vinna sær stig til heimsstyrkislistan. Sum dømi um styrkina kann nevnast, at Norður­korea vann bronsu í lið­kapp­ingini í OL í London.
Tað er ikki einans fyri ment­an­ar­ligu upplivingina, at Henrietta hevur tikið av at fara til Norður­korea. Sanniliga eisini fyri ítróttar­ligu upplivingina.
– Eg fari hagar tí at henda møgu­leikan fái eg ikki aftur í lívinum. Tað er her, ið nakrir av heimsins bestu borðtennisleikarum spæla, og tað verður stórt at læra av teimum og síggja hvussu teir gera fyri at vera ein partur av heimselituni, sigur Henrietta Nielsen at enda.