Talv
Leygardagin verður farið undir at dystast um FM í talvi, sum í ár fer fram í Vestmanna
John Arni, John og Heini
Millum teir fyrstu sum teknaðu seg vórðu føroyameistarin frá 1998 IM John Rødgaard og fimmfaldaði føroyameistarin Heini Olsen (1989, 1991, 1992, 1993 og 1999). Tað seinasta nýggja er at føroya fremsti telvari John Arni Nilssen, sum enn ikki hevur ognað sær FM-heitið, hevur teknað seg. Toppurin er tí umboðaður í Vestmanna, og er hetta sera gleðiligt.
Føroyameistarin í fjør Flóvin Tór Næs luttekur ikki og er hann saman Boga Ziska og Rógva W. Rasmussen teir einastu í topp 10 sum við vissu ikki luttaka. Ivamál er um Torbjørn Thomsen luttekur. Talan er tí um sera sterkan bólk, tann sterkasti føroyskari talvsøgu.
Teir sum við vissu koma at telva í landsliðsbólkinum umframt topp trý, eru Ólavur Simonsen, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe, Jens Kristian Hansen, sum telvar aftur fyri fyrstu ferð í FM-einstaklingakappingini síðani 1992, Martin Poulsen sum vann almenna bólkin í fjør og hevur tí tryggja sær pláss í fremsta bólki, og Carl Eli Nolsøe Samuelsen sum eftir eina góða kapping í Danmark helst hevur tryggjað sær luttøku. Nýggi ratinglistin er ikki kunngjørdur, men vissa er tó um hesar níggju telvarnar. Ivamál er um Jóan Hendrik Andreasen sleppur ígjøgnum nálareygað ella skal leiðina niður í almenna bólkin, eftirsum Torbjørn Thomsen enn ikki hevur avgjørt sína luttøku.
Sum sagt er kappingin sera sterk, har John Arni er sjálvskrivaður favorittur við Heina og John sum varafavorittar. Síðani er eitt lop niður tá rating viðvíkur til Ólav, Eyðun og Rana, men eru hesir allir við fyri at vinna, og er tí spurningurin opin um FM-heitið.
Áhugavert er um Jens Kristian kann finna gamla stórformin fram aftur, og kann hann tað skal hann als ikki avskrivast. Um Martin og Carl Eli kunnu gera seg galdandi millum leyvirnar er ringt at siga, men fara tó teir uttan iva at gera eina roynd til tess.
Virðislønirnar er methøgar í landsliðsbólkinum við einari 1. virðisløn á heili 7.000 krónur. 2. og 3. virðisløn eru ávíkavist 4.000 kr. og 2.000 kr.
Almenni bólkurin sterkur
At landsliðsbólkurin er sterkur ger sjálvsagt eisini almenna bólkin sterkan. Her verða nøvn sum Terji Petersen, Herluf Hansen, Hanus Brekká, Finnbjørn Vang og veteranurin Helgi Joensen at síggja í Vestmanna. Ungi Olaf Berg hevur ikki teknað seg enn, men væntandi og vónandi luttekur hann. Hann hevur eftir HT-Open, sum hevur verið telvað í vár, gjørt eitt skarvslop á ratinglistanum og endar umleið á eini 2000 í rating.
Aðrir sum royna sína eydnu í ár verða teir royndu Gutti Petersen og Vagn Heldarskarð.
Virðislønirnar í almenna bólkinum eru ávíkavist á 1.500 kr., 1.000 kr. og 500 kr.
Eins og í fjør verður ein veteranbólkur. Hesir fara at telva seks talv yvir tríggir dagar. Tað vil siga tvey talv um dagin har teir hava ein tíma hvør til talvið. Tað eydnaðist væl í fjør, og superveteranurin Jústines Hansen sum vann í fjør, fer saman við føroyameistaranum frá 1972 Hans Petersen, Dánjal Petur Højgaard, Niels O. Durhuus, beiggjunum Joen Pauli Johannesen og Jørgin Johannesen, og Magna Thomassen at stríðast um fyrsta pláss. Kappingin hjá teimum er meira at kalla ein hugnakapping, har teir minnast gamlar dagar, men uttan iva fer hvør einstakur eftir steypinum, kenna vit teir rætt. Vælhugsandi er at fleiri veteranar tekna seg.
Nógv nýggj nøvn
Unglingabólkurin tykist ikki at verða eins sterkur sum hann plagar, men gleðiligt er at síggja at so nógv nýggj nøvn eru á luttakaralistanum. Barnatelvingin í feløgum kring landið er høvuðssorsøkin til hesa gleðiligu unglingatilgongd.
Klári favoritturin er Hans Kristian Simonsen sum sera yvirraskandi hevur valt at telva í unglingabólkinum. Hann hevði styrkisliga ligið í ovari helvt í almenna bólkinum, men hevur allarhelst eitt ynski at verða unglingaføroyameistari.
FM verður telvað í døgunum 7-14. apríl í Vestmanna skúla. Møguligt er at kontakta fyrireikarnir á telduposti: jm@sev.fo