Kvinnurnar hjá Stjørnuni løgdu lunnar undir eitt gott kappingarár, tá tær týskvøldið vunnu á meistaraliðnum úr Kyndil. Fyrsti landskappingardysturin hjá kvinnum í vetur endaði við 23-21 til Stjørnuna.
Og stendur tað til klaksvíkskvinnur, so fer Stjørnan at gera ein rættiligan vørr í kappingini í ár. Millum hondbóltskøn verður eisini mett, at Stjørnan kann náa heilt upp á toppin í hesum árinum.
Liðið hevur styrkt seg við tveimum útlendskum spælarum, samstundis sum allir hinir spælararnir, sum hava spælt nógv seinnu árini, framvegis eru við.
Til Europa-Cup dystirnar verður liðið hjá Stjørnuni so væl fyri, sum tað kann verða við spælarum, men væntandi verða onkrir av teimum spælarunum, sum eru heima nú, ikki við tá landskappingin rættiliga fer í gongd.
Annika Ljósstein, sum hevur nógv burtur seinastu árini, er heima í løtuni, men hon fer væntandi av landinum aftur stutt eftir Europa-Cup dystirnar. Tað sama er við Báru Skaale.
Tvíburðarnir Rannvá og Ragna Andreasen, sum eisini gera nógv við fótbóltin, plaga at spæla hondbólt um veturin. Ragna Andreasen fer undir venjingina nú, meðan tað er meira ivasamt, hvussu verður við Rannvu. Hon er málverji, og har hevur Stjørnan fleiri kvinnur at taka av. Johanna Mikkelsen, sum hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, er fyrsti málverji, og síðani eru bæði Maibritt Sivertsen, sum hevur spælt nógv á 1. deild, og Gunnvør Mikkelsen, sum ikki hevur so nógvar royndir, tøkar.
Birgit Ryan, sum spældi við í fjør, verður ikki við í vetur, men hinvegin venur Beinta Klakkstein, sum onkuntíð hevur verið burtur frá, nú.
Jugoslavar styrkja
Klaksvíkingar eru spentir uppá, hvussu nýggju útlendsku spælararnir fara at roynast.
Vesna Tomajek verður spælandi venjari hjá Stjørnuni. Hon er 36-ára gomul, og hevur áður spælt á jugoslaviska landsliðnum. Hon var við til OL í Seoul í 1988, og árið fyri var hon við til HM, har Jugoslavia var nummar 4.
Vesna Tomajek hevur spælt yvir 70 landsdystir fyri Jugoslavia, og hóast hon ikki er í sama formi, sum hon var fyri nøkrum árum síðani, hevur hon framvegis dygdir, sum fara at koma Stjørnuni til góðar.
Í fyrsta dystinum fyri sítt nýggja felag vísti honum gott eyga fyri spælinum, og hon smæddist ikki við at taka eitt tak, tá tað skuldi verjast ella leypast á.
Vesna Tomajek hevur áður verið venjari í Íslandi í tvey ár.
Saman við jugoslaviska venjaranum er eisini ein 21 ára gomul kvinna komin til Klaksvíkar at spæla hondbólt. Hon kallast Andryana Milodanovic og spælir á vonginum. Í dystinum móti Kyndli týskvøldið vísti hon gott spæl, hon er tekniskt væl fyri og hevur sera gott og neyvt skot. Hon skoraði fimm mál móti meistaraliðnum.
Størri breidd og
betri venjingarstøða
Tær báðar jugoslavisku kvinnurnar styrkja um eitt gott Stjørnulið, og um kvinnurnar í Klaksvík klára at halda dampinum uppi, so kunnu tær gerast til hetjurnar í vetrarítróttinum í Klaksvík.
Tað hevur leingi prutlað undir lokinum, og áhugin fyri kvinnum hevur verið vaksandi. Um Stjørnan nú klárar at halda seg á toppinum, kann væl verða, at áhugin fyri liðnum veksur enn meira, og so eru hondbóltskvinnurnar alt í einum komin í eina góða ringrás.
Breiddin á Stjørnuliðnum er størri nú, enn hon nakrantíð áður hevur verið. Nógvir spælarar eru til taks, og fleiri teirra hava áður verið stuðulsspælarar á liðnum. Nú eru tær fleiri til at taka tøkini, og tað hevur týdning í einari langari hondbóltskapping.
Harafturat hava fyrireikingarnar til Europa-Cup dystirnar havt við sær, at spælararnir eru so væl fyri, sum teir vanliga ikki eru. Guttorm Sørensen hevur koyrt á kvinnurnar, og konditiónsvenjingin hevur borið ávøkst. Í øllum venjingardystunum hava Stjørnukvinnurnar verið nógv betri fyri enn mótstøðukvinnurnar, og fyrsta partin av kappingini fer hetta uttan iva at koma teimum til góðar.
Stjørnan hevur sett út í kortið, tær køvdu meistaraliðið í fyrsta umfarinum, og nú ætla tær at stevna beint fram móti málinum, sum eru gullmerkini. Men áðrenn tað málið kann náast, skal liðið gjøgnum eina harða kapping, sum væntandi verður eins tøtt og spennandi, sum hon hevur verið í fleiri ár.