ofta verið havt á munni, at rithøvundar eru samvitskan hjá samfelagnum. At rithøvundar í orðaskiftinum eiga at tala at og varpa ljós á ta ringu samvitskuna hjá samfelagnum. Serstakliga tá meirilutin, ella [...] heftir at støðuni hjá meirilutanum, at varpa ljós á øðrvísi sjónarmið, sum ikki eru millum tey ráðandi í samfelagnum. Tað snýr seg ikki um, at rithøvundar hava rætt, tað snýr seg fyrst og fremst um at rithøvundar [...] siðaarvinum til at verða latin yvir til tey at tulkað, sum halda, at Bíblian er ein politisk vegleiðing í nýmótans samfeløgum. Kristindómin eiga vit øll - eisini gudloysingarnir. Hartil kemur, at heldur ikki
lagi at gera tað møguligt at krevja eitt mál til fólkaatkvøðu, bæði í løgtinginum og helst eisini við at savna undirskriftir millum veljararnar. Eisini eiga mannagongdir at verða skipaðir fyri at leggja [...] buldrar avstað í heimshøpi. Fyri meg er tað nýtt at hoyra føroyingar tosa um, at vit áttu at fingið ein kinesara til Føroyar at stýra. Tað er heldur ikki vist, at hesar útsagnir skulu takast bókstavliga, men [...] Dimmalætting, oddagrein Í dag er neyðugt at minna á, at tað ikki ber til at vinna fram á leið uttan stríð, sveitta og tár. Og somuleiðis er neyðugt at minna á, at uttan mun til, hvussu óð ella ónøgd vit
Fornminnasavni verður eisini sagt at í løtuni verður bók skrivað um Klaksvíkar Sjúkrahús í sambandi við 100 ára haldið, og nakað av tí, sum verður í bókini, verður eisini at síggja á framsýningini. ? Søgan [...] hesin stovnurin hevur borið so nógv annað gott og týðandi í hesi 100 árini, bæði fyri norðoyingar og eysturoyingar, at hann hevur uppiborið at verða hátíðarhildin við eini framsýning sum hesari, og við [...] tí sum verður gjørt burturúr seinni í ár. 100 myndir ? Við at vitja framsýningina kunna fólk fáa innlit í søguna, og fáa høvi til at hyggja at teimum uml. 100 myndunum á framsýningini, bæði eldri sum nýggjari
ungu ættarliðunum. Tí er neyðugt at skriva søgu, at royna at skapa eina heildarmynd av søgugongdini burtur úr øllum teimum smáu bitunum av vitan um fortíðina, sum eru at finna spjaddir í bókum, bløðum, [...] føroyingar otaðu seg vestur til Íslands og Grønlands at fiska, uttan at útróðurin harfyri misti sín stóra týdning. Áhugavert er at verða mint á, at sjálvt í teimum neyðarsligu tríatiárunum vaks fiskiflotin [...] tíðarskeiðið frá 1856 til 1940. Tað er innan fyri hesi umleið 80 árini, at fimm spjaddir býlingar inni í Bø ella norðuri í Vági við 200 íbúgvum vuksu til at vera størsta fiskivinnupláss í landinum við yvir
er tað higani frá, at oljufeløgini taka fólk at senda víðari út í miðeystur ella fjareystur at arbeiða. So hesi grannalond okkara eru ein góð lopfjøl fyri at koma víðari út í heim at arbeiða í oljuvinnuni [...] har nógv arbeiði er at heinta, og tað er greitt, at hjá tí , sum hevur hug at fara tann vegin, so eru nógvir møguleikar, men spurningurin er um hetta er rætt at kombinera við tað at búgva í Føroyum. Arbeiðir [...] vanda í, at føroyska samfelagið er so bundið at fiskivinnuni. -Tað er sjálvandi ein vandi í at vera bundin at eini vinnu. Men tað er eisini ein avbjóðing í tí. Og tær avbjóðingarnar duga vit at síggja.
úr luftini ella oman brekkuna, og í hesi túsundtals árini hevur brýnt og fílað hendan sterka klettin. Hesa ímyndina av ævinleikanum, sum kortini hevur verið noydd at boyggja seg fyri hesum óskapiligu v [...] og har einum djóri. Onkunstaðni er eitt høvd týðuligt at síggja móti luftini, og aðrastaðni situr ein gomul kona bogin fram yvir og lesur úr eini bók. Listaverkini eru mong, sum høgd eru í klettin frá skaparans [...] á ta fyrijáttan, at: »Tú ert Pætur (tað merkir klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni.« Og soleiðis fer kletturin altíð at standa sum tað æviga
flestu kenna, at tað at skriva, er eitt kall. Tað, at ein søga, ella eitt evni, sum liggur teimum so nær, at tey eru noydd til at taka til pennin, fyri at fáa tað fest á blað. Hetta fyri at reinsa tann [...] hava menniskju, sum seta sær stundir av til at skriva. Men eg haldi, at nógv áttu at umhugsa hvussu tey skriva, soleiðis at vit, sum lesa tað, ikki fáa ta fatan, at tann, sum stýrir penninum, er eitt háflogt [...] rithøvundanum Reyvkoski Umba Sumba. Hesa bók høvdu allir føroyingar havt gott av at lisið. Sjálvur læs eg hana á russiskum, men eg ivist onga løtu í, at ein so góð bók, av einum so ríkum og gevandi rithøvundi
Markens Grøde. Í 1972 gav Bókagarður søguna út í týðing Heðin Brú?s við heitinum Vælferðin. Við hesi bók í føvninginum lendi Mark Knopfler í amerikanska ídnaðarbýnum Detroit. Hann koyrdi gjøgnum býin, [...] sagt verður í sanginum "Sailing to Philadelphia". So tónleikur Knopflers tykist spretta úr tí at fara um mark. At flyta seg millum heimspartar, fólkasløg og mentanir. "Sailing to Philadelphia" er nýggjast [...] ár seinni. Í amerikanska býnum Philadelphia millumlendir bretski gittarsnillingurin og hevur eina bók hjá amerikanska rithøvundanum Thomas Pynchon við sær. Pynchon er føddur í 1937 og hevur skrivað fantastiskt
um bann at koma uppá land aftur í Koltri uttan so at hetta var sambært avtalu við festaran. Har var Jógvan Páll Lassen advokatur hóast alt, so meir menniskaligur, at hann skrivar til mín, at eg kundi [...] Jarðarráð royndi ferð eftir ferð, aftaná við hond og fót, at yvirbevísa myndugleikarnar og almenningin, um at festarin var fastbúgvandi, og at alt gekk fyri seg myndarliga. Vísti til fólkayvirlitið og [...] Jensen, komu at tekna og mála upp. Tað, sum vit ikki vistu av, var, at aðrar kreftir inni á fastlandinum arbeiddu stikk mótsatt. Teir vildu nakað heilt annað. Tað bleiv tíanverri ikki valt at hava ein fugl
bakkarnir, fjørðurin og um øll húsini nú fara at standa tóm? Um ikki so frægt sum eitt heimalamb fór at liva eftir, tá nú atombumban fór at bresta? Eg vónaði at doyggja av bjarta ljósinum, so eg ikki skuldi [...] nógvar av hinum eisini. Eg føldi, at eg var Hugin sjálvur, og at Jens Pauli skrivaði um mitt lív. Sitandi á Landsbókasavninum kom eg at minnast, hvussu eg byrjaði at síggja alt við eygunum hjá høvuðspersóninum [...] Tó eg veit, at dýrgripir finnast og fjalast við gráan eim. (?) Eisini, eisini tá veit eg, at lívið er gáva, eitt dýpi av dýrari tíð, sum øll skulu valla ígjøgnum rekast og villast inní. Eitt dýpi av dýrari