Kom við!

Til Jens Paula á 70 ára degnum

Tó eg veit, at dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim. (?)

Eisini, eisini tá

veit eg, at lívið er gáva,
eitt dýpi av dýrari tíð,
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní.
Eitt dýpi av dýrari tíð -

Jens Pauli Heinesen.

Kim Simonsen

Kimsimonsen@hotmail.com

Hugleiðingar á hátíðarløtuni og til framsýningina á Landsbókasavninum í samband við 70-ára dag høvundans 10. november 2002.

Heðin M. Klein flytir fram røðu á Landsbókasavninum, her er rokað av fólki. Hesin tosar fyri Rithøvundafelag Føroya og heilsar Jens Paula. Skamt eftir hetta var vakra yrkingin: ?Eitt dýpi av dýrari tíð? borin fram. Unn Patursson syngur ótrúliga vakurt, ein flott rødd. Mikael Blak spælir kontrabass.

Har var upplestur, Eyðun Johannessen læs brot úr: ?Frænir eitur ormurin?. Landsbókasavnið opnaði eina áhugaverda framsýning í hesum høpi. Har vóru røður fluttar fram, men hugur mín og allir tankar fóru á flog og í allar ættir

?????????
????????..

Eg hoyrdi Hugin og Duritu fyri mær. Tey hjá inni Pól Martini í grannahúsinum skeldast. Og so hetta Kom við! Kom við! Hetta er huldugentan, ið tekur Hugin við sær.

Við hesi hending er lívsleið Hugins løgd, hann sær alt uttaní frá, hetta er gandurin, ið fær hann at gerast øðrvísi enn onnur, vanlukkan, ið kanska gerst hansara størsta eydna. Hetta er ikki sum við Kay í Snjódrotningini hjá H.C.Andersen, ið fær trøllasplintur í eyga, so at alt gerst kalt, ljótt og ræðuligt. Hugin fær eitt slíkt huldusplintur í eyga og sál, ið fær bygdina, sandin og brimið at gerast ein opinbering av vakurleika og skaldskapi.

Fyri meg var hetta ein vøkur løta, at sita her, tí hetta skald opnaði míni eygu fyri bókmentum, tá eg sjálvur var eitt barn, sum Hugin. Jens Pauli og so Heðin Brú, men her var eingin rómastampur, drýleting, og hasin gamli heimurin var hjá Jens Paula broyttur til ein nýggjan og modernaðan. Frá øllum trongum bygdagøtum fullum av slatri, jantelóg og teim smáu og trongu Føroyum, ið eg kendi alt ov væl, trein ein miðeuropeiskur intellektuellur høvundur fram, og eins og William Heinesen kláraði hann at siga frá, og endurskapa stór temu, ið æviga liva innan alla list. Allastaðni í skaldskapinum hjá Jens Paula er bardagin hjá tí intellektuella lýstur, sum bardagin móti bøðilinum, ella móti tølandi lívsumstøðum. Jens Pauli hevur altíð verið eitt modernað menniskja, ið skrivar um tað nívandi, tað vandamikla, lítlu bygdina sum bøðil, um trá, um agg, kynsdráttin og um gandin í lívinum. Hjá honum fann eg onkran at ?tosa við? um Gud og um Illamann, um list og vakurleika. Sum Jógvan Isaksen tekur til, so var bæði hjá Williami og Jens Paula menniskjað kjarnin, meðan himmalin ikki er ein viðkomandi veruleiki. Hetta er heilt ótrúligt hjá teim flestu enn í dag, men veruleikin hjá intellektuellum og listafólkum í 20. øld. Her er eisini møguligani svarið, hví Jens Pauli ikki (undantikið er søgan um Rekamannin) er ein meiri fólksligur føroyskur høvundur.

Eg vaks til í eini tíð, har vandin fyri atomkríggi var alnærverandi, eg kendi geislavirkið í hvørjari kyknu sum barn, har eg mangan sat og sá út í regnfullar dagar, gjógnum vindeyga og hugsaði, um bakkarnir, fjørðurin og um øll húsini nú fara at standa tóm? Um ikki so frægt sum eitt heimalamb fór at liva eftir, tá nú atombumban fór at bresta? Eg vónaði at doyggja av bjarta ljósinum, so eg ikki skuldi finna øll hini deyð. Men fór endatíðin at koma fyrst. Johannesa opinbering ræddi meg, eins og henda ræðuliga bók ræddi Hugin. Eg fann tó ugga í listini.
Hjá Jens Paula var eingin hálovan av bygdini, heimlandinum men ein djúp samkensla við ofrum sum við bøðili. Ikki nakað agg mótvegis bygdini ella lívinum. Hjá honum møta vit eini endurvinning av einum mistum heimstað, æviga eiga vit kanska bert tað farna.

Í skaldaheimi

Minnir duttu á meg tá eg fann bókina: ?Yrkjarin í Selvík? á framsýningini hjá Landsbókasavninum, ið minti meg um tíðina, tá eg fann røðina av bókum kallað: ?Á ferð inn í eina óendaliga søgu?. Ongantíð gloymdi eg hasa bókina um: ?Yrkjarin í Selvík?, hann tekur t.d. til um listina, at: ?Sanni veruleikin liggur oman fyri alt, liggur her uppi og varir um aldur og alla ævi?. Hann sær onnur virði enn hini, hevur ein sjónarring, ið skoðar tað æviga og vakra, meðan tey í bygdini spotta hann. Her er stóra temaði; listin mótvegis tí tímiliga samfelagnum; listamaðurin mótvegis borgarliga lívinum. Hetta er eisini stóra temaði í skaldskapinum hjá Jens Paula.

Í skúlaárunum á Strondum royndi okkara høgtmetti lærari í føroyskum at leggja nakað av mentan í beinini á okkum óargadýrum við bókini: ?Nú ert tú mansbarn á foldum?. Hetta var í sjeynda flokki haldi eg, so bókin hevði bert nøkur fá ár á baki tá. Eingi lurtaði eftir hesum manni, ið til fánýtis kastaði perlur eftir eini andligari deyðari fjøld. Men eg var langt frá deyður, kanska eg tá læt sum um eg ikki fylgdi við, kanska fylgdi eg ikki við, men eg hevði fyri langari tíð síðani lisið bókina í loyndum og nógvar av hinum eisini. Eg føldi, at eg var Hugin sjálvur, og at Jens Pauli skrivaði um mitt lív. Sitandi á Landsbókasavninum kom eg at minnast, hvussu eg byrjaði at síggja alt við eygunum hjá høvuðspersóninum í bókini: ?Yrkjarin í Selvík?, hvussu skúlin, bygdin og alt hvarv so líðandi, sum eg sjálvur byrjaði at hvørva inn í ein heim av list, søgu og skaldskapi. Ein bleikur, følin og kanska merkeligur drongur, sum tó helt seg eiga nakað meiri enn tey, sum ráddu, kúgaðu og ræddu ein, eitt atgongumerki til eina skaldaverð.

Hátíðarhaldið var væleydnað, sjálvt um eg hevði torført við at lurta eftir, men eg haldi longu eg skilti hatta varliga og lokkandi: Kom við!

Kom við!

Jens Pauli bjóðar tær atgongumerkið til stað har:

?dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim. (?)

Eisini, eisini tá

veit eg, at lívið er gáva,
eitt dýpi av dðrari tíð,
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní.