Klaksvíkar søga kveikir eftirtankar

Klaksvíkar søga 2 minnir eldri ættarlið á, at tað sum var sjálvupplivað og almannavitan um okkara yngstu fortíð, er sum eitt fremmant land hjá teimum ungu ættarliðunum

<InvalidTag content="" name="Titel" />

<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />

<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />

<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />

<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Ummæli<o:p></o:p>
Elin Súsanna Jacobsen <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Klaksvíkar býráð valdi at markera 100 ára dagin hjá kommununi við at lata skriva Klaksvíkar søgu og fíggja hetta stóra bókaverk í trimum bindum. Í fjør kom fyrsta bindið, um tíðina frá 1000 til 1856, og nú liggur annað bind á borðinum, sum fevnir um tíðarskeiðið frá 1856 til 1940. Tað er innan fyri hesi umleið 80 árini, at fimm spjaddir býlingar inni í Bø ella norðuri í Vági við 200 íbúgvum vuksu til at vera størsta fiskivinnupláss í landinum við yvir 2000 íbúgvum í 1940.<o:p></o:p>
Tað skal býráðið hava rós fyri, og eisini fyri at hava valt ein fakmann, ein søgufrøðing, at skriva søguna. Vit kunnu øll vera samd um, at hann hevur arbeitt skjótt og væl. Fyrra bindið var uppá 368 síður, og hetta yvir 500 síður.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Einastaðni skrivar Hans Adrias Sølvará, at fólkið á hesum stað, sum vaks so brádliga við tilflytarum úr øllum ættum, er eitt heimkært fólkaslag, men sum eisini til tíðir hevur verið merkt av rótloysi. Klaksvíkingar skuldu finna sín egna samleika í tí stóru broytingartíð í fyrru helvt av 20. øld. <o:p></o:p>
Og tá ein skal finna ella skapa sín samleika, er søgan ein týðandi byggisteinur. Í gomlum døgum við at siga frá hendingum og brøgdum, sorgarleikum og framburðstiltøkum. Og ikki minst: ættarsøgu. At fortelja um fortíð og forfedrar var ein máti at styrkja samleikan – ættarkenslu og bygdasøgu. Nógvar skrivaðar bygdasøgur eru skipaðar eftir nøkulunda sama leisti, og gera meira burturúr at lýsa tað farna búnaðarsamfelagið.<o:p></o:p>
Viðvíkjandi lokalsøgu hava klaksvíkingar ikki verið heilt á berum. Í 1942 kom ein lítil bók, “Klaksvíkar bygd í søgu” eftir Robert Joensen, sum viðgjørdi tíðina fram til ár 1900. Og í 1970-unum og 1980-unum kom bókaverkið “Tey byggja land” eftir Símun Hansen. Tað vóru kærkomnar og nógv lisnar bøkur. Ikki bara lisnar einaferð, men verið brúktar sum hondbøkur hjá teimum, sum vildu lesa um fólk og ættarbond og tíðarfesta hendingar í Norðoya søgu.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Tað er ein stór avbjóðing at skriva nýggjari søgu, serliga um alla 20. øld. Samanborið við gamla búnaðarsamfelagið er tað eitt nógv fjølbroyttari samfelag. Eitt er at siga, at Føroyar tá gjørdust fiskivinnutjóð. Men tað var so nógv annað, sum tíðin kravdi at byggja upp fyri at vinnulív og fólk skuldu kunna trívast og mennast til eitt modernað samfelag. Tað var neyðugt at menna alt tað, sum vit undir einum nevna undirstøðukervi. Ein politisk stýring – kommunal umsiting og í størri høpi løgting – skuldi byggjast upp eftir fyrisitingarligum og fólkaræðisligum meginreglum. Og einki stóð í stað. Fortreytir fyri vinnulívi og handli skiftu og ávirkaðust av viðurskiftum bæði í Føroyum og úti í heimi. Nýggj hugarák koma alla tíðina, broytingar á øllum samfelagsøkjum koma støðugt, fevna breitt og hava nýggjar avbjóðingar við sær. <o:p></o:p>
Tá ið vit blaða í hesi bókini, eru nógv fólk enn á lívi, sum minnast nógv av tí, sum her er greitt frá; onnur hava hoyrt um, hvussu tað var. Eldri ættarlið verða í heilum mint á, at tað sum var sjálvupplivað og almannavitan um okkara yngstu fortíð, er sum eitt fremmand land hjá teimum ungu ættarliðunum. Tí er neyðugt at skriva søgu, at royna at skapa eina heildarmynd av søgugongdini burtur úr øllum teimum smáu bitunum av vitan um fortíðina, sum eru at finna spjaddir í bókum, bløðum, myndum og skjølum – ella sum bert liva eitt stokkut lív í munnbornum søgum.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Fyri at koma aftur til Klaksvíkar søgu, so var útróður og annar fiskiskapur grundarlagið undir menningini, og, sum rímiligt er, fyllir alt tað, sum hevur við sjóvinnuna at gera, stóran part av bókini. Líka frá fyrstu fríhandilstíðini í 19. øld og teimum fyrstu fiskiroyndunum við nýggjum fiskiførum og -reiðskapi, til tað sum ofta verður nevnt slupptíðin, tá ið føroyingar otaðu seg vestur til Íslands og Grønlands at fiska, uttan at útróðurin harfyri misti sín stóra týdning. Áhugavert er at verða mint á, at sjálvt í teimum neyðarsligu tríatiárunum vaks fiskiflotin í Klaksvík, meðan tað gekk hinvegin aðrastaðni í landinum. - Her verður eisini fortalt um skaðar og vanlukkkur, sum hava brent seg fastar í minninum.<o:p></o:p>
Líka síðan 1830-ini, tá kgl. Einahandilin stovnaði úthandil her, hevur Klaksvík verið handilsmiðdepil í Norðuroyggjum, og soleiðis varð grundarlag tíðliga lagt undir handilsvinnu í Klaksvík. Ein vinna, sum síðan mentist í 20. øld, ikki minst við tí fjøltáttaðu fyritøkuni hjá Kjølbro. Vit fáa eina breiða og grundiga lýsing av handilsvirkjum og øðrum tættum í vinnulívi, og ikki minst av útbyggingum á øðrum økjum, sum skiftandi tíðir kravdu fyri at liva upp til at vera eitt lívført modernað samfelag, har fólkið kundi trívast materielt og mentanarliga. Neyðugt var at útbyggja ferðasamband og annað samskifti, orkuverk, vatnverk, sjúkrahús og skúlar. Ein virkin kommunal fyrisiting skuldi til at skipa fyri og stýra hesum útbyggingum, bæði fyri at skapa karmar um vinnulívið, og syrgja fyri borgaranna trygd og trivnað. <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
Hetta verður alt væl dokumenterað, og stílurin er í stóran mun frágreiðandi. Men í hvørjum kapitli eru eisini metingar og greiningar av strukturellum fortreytum, fólkarørslum og persónum, sum hava ávirkað gongdina, og sum hava gjørt sítt til, at Klaksvík í mangar mátar hevur havt øðrvísi menningartilgongd enn aðrar bygdir og landspartar. Tað førdi til, at Klaksvík eisini á sosiala og mentanarliga økinum hevur havt og enn hevur síni sereyðkenni. <o:p></o:p>
Henda bók er altso eitt týðandi íkast til Føroya søgu í 20. øld, og er gott grundarlag til samanbering við søguna hjá øðrum pørtum av landinum.<o:p></o:p>
Klaksvíkar søga verður ikki lýst sum ein jøvn og harmonisk søga um framburð. Tað verður greitt frá spenningum og kapping millum mótstríðandi endamál. Stríðsmál og konfliktir hava verið á arbeiðsmarknaði, millum vinnulív og kommunalar myndugleikar, millum (og innanfyri) trúarsamkomur, millum siðbundna og modernaða mentan. Hetta ikki fyri at dramatisera stríðsspurningar sum sensatiónir, men fyri at geva eitt meira fullfíggjað forstáilsi fyri, hvussu og hví tað gekk sum tað gekk.<o:p></o:p>
Eg má eisini nevna tær mongu myndirnar í bókini, sum saman við myndatekstunum eru góður stuðul afturat sjálvum tekstinum. Her eru nógvar vakrar loftmyndir av Klaksvík, sum hon sær út í dag, og harumframt hevur høvundurin leitað nógvar forvitnisligar myndir fram í ymsum søvnum.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
At enda fari eg at ynskja Klaksvíkar býráð og høvundanum Hans Andrias Sølvará hjartaliga til lukku við bókini. <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
Við lesarar vil eg siga: tit kunnu gleða tykkum til at lesa bókina. Sum allar góðar samfelagslýsingar ger hon lesararnar meira upplýstar; men hon elvir eisini til eftirtanka og reisir nýggjar spurningar til tað, sum verður sagt, og til tað, sum ikki verður sagt her.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Hans Andrias Sølvará, Klaksvíkar Søga 2, Sprotin, 2009<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p></o:p>