Koltur

Sjúrður í Koltri
-----------
Aftægt!
Aftægt-fólkini ella Hald-fólkini í Koltri tveir festarar, annar frá 1993 og hin 2008 sum formliga ikki eru festarir longur - hanga í enn. Tann fyrri var áramáls settur í 5 ár, við seinri broyting til hann varð 70 ár. Tann seinri var áramáls settur í 2 ár, til 1. februar 2011.
Tá ið mann ikki er festari ella situr við festinum, so er man haldbóndi. Í hesum førinum haldbøndur. Skurðurin verður tikin bæði av festaranum frá 1993, sum nú er stjóri á Búnaðarstovuni og festaranum fra 2008. Haldið ella sølan av festinum er ikki uppgjørd enn.
Festarin frá 1993 avhendaði festibrævið til tann næsta festaran í 2008, tí hann skuldi taka við sum stjóri á Búnaðarstovuni Tað vísti seg seinri, at tað eina stjórabeini var aftur í Koltri, tí hann kom einaferð enn í iva. Eftir nýggju lógini um landsjørð kann festari í dag peika sjálvur næsta festara út. Eisini ber til hjá festaranum, at selja til hægst bjóðandi - men tað bleiv ikki gjørt í hesum førinum.
Hvat er so virðið á festinum í Koltri, aftaná 15 ár við einum festara og 2 ár við einum øðrum festara og nú uttan festara. Er haldbóndin í Koltri í iva, kann hann altíð spyrja stjóran á Búnaðarastovuni, sum sjálvur var festari í Koltri.
Í dag eigur ella liggur nýtslurætturin av landsjørðini hjá festaranum við tí nýggju lógini um landsjørð. Um so er, at Kongsfesti í Koltri verður niðurlagt, t.v.s. um landið tekur nýtslurættin aftur, verður tað at rokna sum ognartøka, so tær 17 merkur innan- og uttangarðs, so løgi tað ljóðar, noyðist landið at keypa aftur, somu merkur som landið lat festarinum fyri onki, so tað kann blíva eitt dýrt keyp fyri landið.

Latið ei søguna doyggja...
Síðani 1993, aftaná, at kongsfestið fór á aðrar hendur, hevur ongin búð fast í Koltri, og so kunnu onnur døma ella koma við øðrum pástandi. Í 1993 fór samfelagið Koltur í søguna, ja lat okkum siga 1000 ára søga + kanska nakað væl afturat. Átakið handan tjaldið, hjá Jarðarráðnum var at fáa minoriteten t.v.s. koltursfólkið burtur, so eitt sterkt kapitalistiskt grundalag kundi fáa Koltur - eitt sterkt grundfesti.
Føroya Jarðarráð royndi ferð eftir ferð, aftaná við hond og fót, at yvirbevísa myndugleikarnar og almenningin, um at festarin var fastbúgvandi, og at alt gekk fyri seg myndarliga. Vísti til fólkayvirlitið og tann stóri ótryggleiki við samferðsluni bæði sjóvegis og luftvegis. Tað er gott og væl eitt ár síðani, at sjálvur Heðin Mortensen fekk eitt villleiðandi pynt og var í fjølmiðlunum og tosaði um ein útreiðslupost hjá Tórshavnar kommunu, og tað var ein bygdaskúla í Koltri.
Í 1993 vóru vit fleiri, ið vildu tað øðrvísi. Tað, sum var í stoypiskeiðini var, at oyggin skuldi varðveitast, sum tann gamla bygdin í Føroyum, sum var best varðveitt í síni heild.
Hugskotið kom fram undir einum døgurða við fyltum lunda, sum bleiv borðreiddur fyri Føroya Forngripafelagi í 1987 vesturi í Koltri av teimum gomlu bóndafólkunum Ásu og Jóan Jacob Joensen.
Tann stóri motorurin, sum setti varðveitingararbeiðið í gongd í Koltri var Mortan Winther Poulsen í Føroya Forngripafelagi, við sínum áræði og góða handalagi var við til at byggja uppaftur øll árini.
Tað vóru eisini fleiri aðrir góðir motorar, m. a. Jonhild Johannessen arkitektur, Jóan Pauli Joensen, tá savnsvørður í fólkalívafrøði, Andras Mortensen, Símin V. Arge, form. í Forminnisnevndini, Høgni W Larsen, Heini Olsen og Jógvan Ravnsfjall.
Jólaódnin i 1988 gjørdi stóran skaða á fleiri bygningar, og næstu tveir vetrarnar vóru ikki blíðir. Tað var ein trist tíð, ikki bara í Koltri - men alla staðni í Føroyum orsakað av ringa veðurlagnum.
Henda trista tíðin fekk ein skjótan enda tíbetur. Longu á sumri í 1992 varð farið at byggja uppaftur. Tað var við góðum treysti. Øll vit, sum vóru við, vóru positivt málrættað og hildu hetta vera ein spennandi tíð og eitt spennandi projekt. Nú sást ljós fyri endanum av tunnlinum, hvat varðveitingararbeiði viðvíkti. Ikki minni spennandi var, tá íð ein innrás av ungum arkitektum frá Kunstakademiets Arkitektskole í Keypmannahavn saman við Palla Dyreborg og Poul Jensen, komu at tekna og mála upp.
Tað, sum vit ikki vistu av, var, at aðrar kreftir inni á fastlandinum arbeiddu stikk mótsatt. Teir vildu nakað heilt annað. Tað bleiv tíanverri ikki valt at hava ein fugl í hondini men heldur fleiri flaksandi á tekjuni, til fyrimun fyri Føroya Jarðarráð - nú Búnaðarstovan.
Í 1993, tá ið eg og mín familja riggaðu av, skuldi ein kanska trúð, at tað var so tað - oyggin datt nokk ikki sundur av teirri grund. Hon hevði staðið, hon stóð, stendur enn og kemur helst at standa nakað væl afturat.
Hvussu er so nú vorðið í dag? Tað, sum byrjaði í 1992 og helt fram til 1995 var vælaverk. Tá var komið so væl áleiðis, at tað í sær sjálvum var ein sólskinsøga. Tá vóru brúktar slakar 800.000 kr frá Forngripafelagnum, Føroya Sparikassa, Sonningsgrunninum og Drotningagrunninum. Hetta vóru nógvir pengar, men arbeiðið var væl gjørt og í ordan.
Í meðan stóðu festarin og Jarðarráðið á síðulinjuni. Hetta var gratis guf til "Koltursgarðin", tí har vóru ongar reglur ella fyriskipanir enn, sum komu undir bygdasavnslógina, ein váðafúsur kapitalur. Tíbetur sóðu hesir motorarnir skriftina á vegginum. Hetta kundi ikki halda á fram, at festið gjørdi sær dælt av tí gjørda arbeiðinum.
18. juni 1997 skrivar Føroya Jarðarráð bræv til Føroya Landstýrið,og greiddi frá støðuni; at uppafturbyggingin í Koltri var nú komin so væl áleiðis og at tey hava búð harúti síðan veturin 1997.
Í Ugebladet Søndag í 2000, sum eg fekk stungið í hondina ein dagin, skrivar Vibeke Spangsberg tíðindakvinna á Søndag, at hon hevur verið í Koltri. Hon skrivar ein grein í Vores liv, yvirskriftin er, "Kongsbonde på Færøerne", har tað stendur m.a. - "men hele er stadig i sin vorden, så hidtil har bonden haft indtægter ved siden af. Han er således stadig tilknyttet mejeriet, for man kan ikke klare sig alene for de penge, der kommer ind fra fårene".

Føroyska og útlendska lúsin
Um okkum dámar, tað ella ikki, so hava danskarnir, sum ikki einaferð, eyguni við sær, tá ið teir ferðast og síggja menturnarvirði og eru ikki bangnir fyri at stuðla. Tað sum vit halda vera stórt, fyllir ikki nógv í teirra umhvørvi og millum teirra glæstriborgir, men teir síggja eitt ella annað, nakað meir. Onkur vil siga - tað eru onnur eisini - ja, púra rætt. So seint sum í seinastu viku var hátíðarhald í Norðurlandahúsinum, har bók - Danse og sanglege på Færøerne, var løgd fram, um gomul dansispøl í Føroyum, sum ein týsk kvinna hevur staðið fyri - skrivað og samlað inn tilfar, um alt Føroyar

Ny Carlsbergfonden
Mentanin byrjar, tá ið vit vakna upp um morgunin, tá ið vit stíga fótin út um songarstokkin, - nógv virðir, sum vit burdu sæð uttan nakað, men vit hava ógvuligani ilt við at síggja tað. Hvat er galið, tað mugu gudarnir vita, eitt gróthús meir ella minni, sum ikki stendur í vegin, kann ikki gera tað, at tað er óliviligt í Føroyum. Ny Carlsbergfonden vildi stuðla við 2. mill. og verða við til framhald av fornfrøðiliga arbeiðnum í 1995, men Jarðarráðið fekk nú jólastjørnur í eyguni, so mikið nógvar, at Ny Carlsbergfonden tók sína tilsøgn aftur.
Óvanligur fornminnisgrunnur fyri Koltur
Í 2003 stovnaði Føroya Jarðarráð ein løgnan grunn fyri Koltur, til at varðveita forminnini. Her skal eg minna á, at í 2003 var alt í ordan, Onki av fornminnunum - fyri at brúka tað orðið, var í vanda ella til at fella. Men vandin kom í, í 2003. Stovnsfæð grunnsins er býlingurin Heima í húsi.
Hesar 800.000,-kr sum Føroya Forngripafelag hevði brúkt til at byggja upp og umvælt fyri í Koltri, fer Føroya Jarðarráð inn og tekur og kvitterar Føroya Forngripafelag við einum sparki. Gud viti um hesi havnafólkini, Gunnar Hoydal, Høgni Mohr, Malan Johansen og Magni Arge, visti um, hvat tey fóru inn til - men nú vóru tey so har.
Her kenni eg meg aftur, viðvíkjandi viðferðíni hjá Forngripafelagnum, har eg fekk bræv handað frá festaranum 11. oktober 1993, um bann at koma uppá land aftur í Koltri uttan so at hetta var sambært avtalu við festaran.
Har var Jógvan Páll Lassen advokatur hóast alt, so meir menniskaligur, at hann skrivar til mín, at eg kundi sleppa í Koltur til jólaaftan, hann tók atlit til gæsnar og garnatálgina!
Gløgt er gestsins eygað
Stórt spell, at tann visiónin, sum bleiv sett í gongd 1992, ikki kundi halda ótarnað fram. Eitt er tað, at festið fór á aðrar hendur, men tað kom absolut í skeivar hendur. Eitt bakkast fyri tey siðsøguligu virðini á oynni - ein inrás av fremmanda fólki. Orðatakið sigur at gløgt er gestsins eyguni - tíanverri lógu eyguni eftir í Havn.
Tvíeyggjaða svørið hjá Jarðarráðnum, at varveita antikvarisku og siðsøguligu virðini og samstundis útihýsa teimum, sum høvdu víst sínar góðu dygdir, hevur verið til stóran skaða.
Tað ljóðar væl, at varðveita antikvarisku og siðsøguligu virðini. Einaferð enn, her lekur millum teori og praksis. Hinvegin, rakar hetta beint í hjartað hjá nógvum, sum hava áhuga í fornfrøði - tað er so ein máti at gera tingini uppá, tá ið ein hevur handabak á báðum síðum.
Tjóðargarður hvat er tað?. Eg veit ikki og kann heldur ikki ímynda mær tað heldur. Havi verið á Kennedy Space Centri á Cape Cannaveral, Florida - har ein kundi síggja varðveitt deyð ting, um eina farna tíð. Og síggja ta ljóslivandi framtíðina - útviklingina saman vi øllum livandi verðum, fuglalívi og djóralívi, fyri amerikanararnar er hetta ongin trupulleiki, ein fragd fyri eygað at síggja livandi allegatorar ímillum rakettirnar.
Hesa avbjóðingina skulu vit taka upp í okkara egna pinkulítla landi. - Lukkan er ikki at avskaffa ella steðga farnari tíð, fyri at fremja eitt annað. Tá er betur at steðga á og taka upp avbjóðingina, lætt er tað ikki. Silvurspenni á danskar skógvar sær gott út og er ikki skeift, um rætt verður atborið.
Mistrivnaður frá fjøru til fjals
Í dag er ongin ivi. Nógv harmast um tann mistrivnaðin, sum kom í entusiasmuna ella ágrýtni um eitt visionært Koltur frá fjøru til fjals við fornfrøðuligari gransking, søguligum savnsvirðum, djóralívi og gransking av ymiskum slagi. Hetta steðgaði upp í 1995.
Í dag verður arbeitt fyri pening frá Mærsk Mc-Kinney Møller grunninum, góðar 5 mill. og tað er so aftur ein nýggj fadæsa. Tvey aldargomul sethús Heima í húsi verða umgjørd til modernaði summarhús!
So hvør ávirkar hvønn kunnu vit bara meta um. Víðari skrivar Vibeka Spangberg tíðindakvinna á Søndag í 2000 úr Koltri, at -"Gården Heimi í húsi skal sættes i stand, så den ene datter og svigersøn, kan flytte fast til Koltur og der kan bo turister". So her sæst, at tann, áhugaði i fornfrøði var ikki standandi leingi uppi - antin av vegum ella trumlaður niður - tað bleiv gjørt bæði.
Tann skjóttarbeiðandi nevndin hjá Føroya Landstýri, har umboðið hjá landstýrinum, Jens John Østerø, um eina antikvariska serskipan, stóð í vegin, síggja vit í dag. Tað forstýrandi elimentið var fornfrøðin og tí bleiv tað útihýst, so at moderniseringin kundi fara fram og nú bleiv tað knapliga eitt hastverk - 5 mill. uppá 3 ár Tað, sum var eftir av einari antikvariskari serskipan varð sett á pall, tí eftir stendur nú ein av fleiri forngripum, forseglaður við oregon pine.
Eg hevði vónað, at politisku myndugleikarnir fóru aftur at seta seg í stólarnar. Her eru ting hend síðan 1992 og fram er borið villleiðandi pynt, sum teir eru blendaðir av. Drotning Margretha er blivin villleitt tvær ferðir til eitt farvelade besøg í Koltri, tað gevur mær ein mistanka um, at politisku myndugleikarnir seta kikaran fyri tað skeiva eygað. Til drotningavitjanina í 1995. sendi eg bræv pr. fax til Bent Klinte Ríkisumboðsmann tann 16. juni 1995 kl. 3:13 AM. um at lata Drotningina sjálva taka støðu til, um hon legði í, at vitja eina okkuperaða ella tiknað oyggj.
Er tað ov seint, at rætta uppá hetta nú? Ella vendist tað aftur til fedranagarð til samansjóðing av fornfrøðið og gransking, sum uppruna ætlanin var? - ella tað klassiska - gott er!