Birgir Kruse
Tá Mark Knopfler ger tónleik lesur hann altíð í bókum. Og er oftast á ferð. Tá hann yrkti "Telegraph Road" í 1982 læs hann í The Growth of the Soil hjá Knut Hamsun, ið er enska heiti á skaldsøguni, hvørs norska upprunaheiti er Markens Grøde. Í 1972 gav Bókagarður søguna út í týðing Heðin Brú?s við heitinum Vælferðin. Við hesi bók í føvninginum lendi Mark Knopfler í amerikanska ídnaðarbýnum Detroit. Hann koyrdi gjøgnum býin, hugdi upp úr bókini og sáð einusinni skelti "Telegraph Road". Vegurin tyktist ongan enda hava og honum kom til hugs hvussu vegurin mundi verða vorðin til. Hann klamsaði bókina saman og har var sangurin. Frítt hangandi í luftini. Í 14 minuttir á plátu. Sama hendir 18 ár seinni. Í amerikanska býnum Philadelphia millumlendir bretski gittarsnillingurin og hevur eina bók hjá amerikanska rithøvundanum Thomas Pynchon við sær. Pynchon er føddur í 1937 og hevur skrivað fantastiskt merktar, ofta dapurskygdar skaldsøgur, gjøgnumsúrgaðar av ertandi svørtum skemti. Hann hevur fingið Faulkner-virðislønina fyri bókina "V" í 1963 og National Book Award fyri "Gravity?s Ranbow" í 1973. Henda bók verður mett sum høvuðsverk hansara. Skaldsøga Pynchon's, sum Knopfler lesur í "Mason & Dixon" kom í 1997. Bókin er um amerikanska trælamarkið The Mason-Dixon Line. Knopfler lesur og ferðast. Burturúr kemur "Sailing to Philadelphia", har hann syngur saman við James Taylor. Í sanginum spæla báðir hvør sín leiklut. Taylor er Mason og Knopfler er Dixon. Báðir eru teir bretar ávegis til nýggja heimin. Teir sigla úr "coaly Tyne to draw the line, the Mason-Dixon line" sum sagt verður í sanginum "Sailing to Philadelphia". So tónleikur Knopflers tykist spretta úr tí at fara um mark. At flyta seg millum heimspartar, fólkasløg og mentanir. "Sailing to Philadelphia" er nýggjast fløga Mark Knopfler?s har kend nøvn sum Van Morrison, James Taylor og Gillian Welch medvirka. Fýra ár eru liðin síðani Knopfler síðst gav fløgu út í egnum navni. Tað var "Golden heart". Hetta fýra ára skeiðið hevur gittarsnillingurin, sum er føddur í Glasgow, men vaks upp í Newcastle, tó gjørt tónleik til tríggjar filmar: Wag the Dog, Metroland og A Shot at Glory. Mark Knopfler, sum er 51 ára gamal, er útbúgvin lærari. Sigst, hann hevur vitjað í Føroyum. Vit frætta fegin, um nakar sá hann fara um mark.