Tinghellukjak
Eg skal fyrst ynskja Rithøvundafelag Føroya tillukku við føðingardegnum. Og takk fyri, at eg fekk høvi til at siga nøkur orð um leiklutin hjá rithøvundum í almenna orðaskiftinum á hesum merkisdegi hjá felagnum. Tað er helst líka torført at finna felags stev millum rithøvundar, sum tað er at finna felags stev millum aðrar bólkar í samfelagnum. Tað, sum eg fari at tosa um, skal tí ikki skiljast soleiðis, at rithøvundar eru samdir, men talan verður um tann leiklut, sum eg persónliga haldi, at rithøvundar eiga at hava í almenna orðaskiftinum. Eg fari tí at koma nakað inn á okkurt av tí, sum eg persónliga havi lagt meg eftir í almenna orðaskiftinum.
Tað hevur ofta verið havt á munni, at rithøvundar eru samvitskan hjá samfelagnum. At rithøvundar í orðaskiftinum eiga at tala at og varpa ljós á ta ringu samvitskuna hjá samfelagnum. Serstakliga tá meirilutin, ella tey, sum sita á valdinum, gera seg inn á tey minni mentu í samfelagnum. Hetta er ein ikki so lítið hábærslig uppgáva, sum hevur verið løgd á rithøvundar. Og tað ber sjálvandi til at spyrja, um rithøvundar hava nakað fram um aðrar bólkar í samfelagnum, sum ger teir betri førar fyri at átaka sær hesa uppgávuna.
Franski heimspekingurin Michel Foucault hevur grundgivið fyri, at aftanfyri eitthvørt sjónarmið finnast duld áhugamál, ein valdsskipan av onkrum slag, sum hevur við sær, at tað ikki ber til at seta seg út um tær valdsskipanir, sum menniskju eru partar av. Tað finst einki “view from nowhere”, - útsýnið ongastaðni frá - segði amerikanski heimspekingurin Thomas Nagel í einum av sínum bókum. Tað finst einans útsýnið onkustaðni frá. Menniskju eru altíð innanfyri ávísar valdsskipanir, tað ber ikki til at seta seg út um allar valdsskipanirnar. Menniskju taka ikki støðu til tað, sum er rætt ella skeivt við at síggja burtur frá ítøkiligum áhugamálum, tey taka tvørturímóti støðu til tílík viðurskifti undir ávirkan av nøkrum ofta rættiliga samansettum valdsviðurskiftum. Tey kunnu ikki - tað ber ikki til - seta seg út um øll valdsviðurskifti. Í so máta eru rithøvundar ikki øðrvísi fyri enn politikarar. Ein rithøvundur noyðist, tá hann ber okkurt fram, at taka støðu til, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri hann ella hansara nærmastu. Ein felagsskapur noyðist, áðrenn hann leggur seg út í kjak um eitt ávíst evni, at taka støðu til sjónarmiðini hjá limaskaranum. Hartil kemur, at vit verða øll ávirkaði av ymiskum viðurskiftum, sum vit ikki eru tilvitaði um. Idealini røkka tí ikki longur enn til tann ítøkiliga valdssamanhangin, sum tann einstaki ella felagsskapurin er partur av. Sambært Michel Foucault eru eisini idealini ein samansjóðaður partur av ítøkiligum áhugamálum og valdsviðurskiftunum. Tað finst einki óheft sjónarmið, tað finst einki uttanfyri - menniskju eru altíð innanfyri ávís valdsviðurskifti ella tulkingarkarmar. Tað er ikki ein óheppin niðurstøða, sum menniskju í einum ávísum samfelag í einum ávísum tíðarskeiði noyðast at liva undir, tað er nakað, sum øll menniskju noyðast at góðtaka sum eina eksistentiella tilverutreyt.
Hevur Michel Foucault rætt í hesum, so merkir tað, at hvørki rithøvundar ella nakar annar bólkur kann átaka sær at vera samvitskan hjá einum samfelag. Eingir persónur ella bólkur av persónum megna at seta seg út um tey áhugamál ella valdsviðurskifti, sum teir eru partur av. Men tað merkir ikki, at rithøvundar ongan týðandi leiklut hava í almenna orðaskiftinum. Tvørturímóti. Er tað so, at valdsviðurskifti gera seg galdandi allastaðni - eisini í almenna orðaskiftinum, so er tað júst uppgávan hjá rithøvundum, sum eru serfrøðingar í at handfara orðið og ikki eins og politikarar heftir at støðuni hjá meirilutanum, at varpa ljós á øðrvísi sjónarmið, sum ikki eru millum tey ráðandi í samfelagnum. Tað snýr seg ikki um, at rithøvundar hava rætt, tað snýr seg fyrst og fremst um at rithøvundar duga at skapa kjak - orðaskifti. Rithøvundar skulu ikki birta undir alment orðaskifti um alt tað, sum rørir seg millum fólk, á vertshúsum, á evangeliskum møtum ella í privatum høpi. Rithøvundar eiga hinvegin at birta undir alment orðaskifti um alt tað, sum verður nýtt sum politisk grundgeving í almenna orðaskiftinum. Fólkaræðið livir og mennist av einum fjølbroyttum almennum orðaskifti, har skilvísar grundgevingar áttu at verið einasta loyvda amboðið. Rithøvundar kunnu ikki vera uttanveltaðir, men eingin er betur førur fyri at átaka sær uppgávuna at verja fjølbroytni í almenna orðaskiftinum enn teir. Rithøvundar hava orðið í síni makt og teir eru serfrøðingar í at síggja ymisk samfelagslig fyribrigdi úr øðrvísi sjónarhornum. Tað er partur av teirra arbeiði.
Sum søgufrøðingur og rithøvundur haldi eg tað vera eina skyldu at taka lut í almennum orðaskifti, tá eg haldi meg hava nakað at geva. Tað eru eisini evnir í føroyska samfelagnum, sum rithøvundar alt ov sjáldan taka upp til kritiska viðgerð. Persónliga hevur tað ofta undrað meg, at kristindómurin ikki er eitt størri kjakevni í Føroyum enn hann er. Serstakliga, tá hugsað verður um, at í dagsins Føroyum kunnu vit hoyra politikarar vera ímóti onkrum uppskoti í Løgtinginum við tí einastu grundgeving, at “skriftin bindur meg”. Í sambandi við broytingarnar av grein 266b í revsilógini var hetta heilt týðiligt. Hetta er tekin um eitt demokratiskt samfelag, har kjakmentanin er í djúpari kreppu. Og er tað nakar annar bólkur í samfelagnum enn væl útbúnir rithøvundar, sum dugir betri at virka fyri, taka lut í og menna almenna orðaskifti? Samfelagsligi trupulleikin við samanvavstrinum av persónligari trúgv og politiskum grundgevingum er í øllum førum eyðsýndur í Føroyum.
Tá skriftin - Bíblian - verður flutt úr trúarhøpinum í kirkjuni og møtisalinum til politiska víðvøllin í løgtinginum, so verður teksturin fluttur inn í ein samrøðukarm (diskurs), har aðrir samrøðuformar eru - ella áttu at verið - galdandi. Her kunnu tvey ting henda. Annaðhvørt verður tann politiski samrøðukarmurin - kjak og grundgevingar - gjørdur til ein part av tí átrúnaðarliga samrøðukarminum - trúgv og dogmur - ella eisini verjir tann politiski samrøðukarmurin seg við at viðgera tær átrúnaðarligu dogmurnar eins og øll onnur politisk sjónarmið. Eg dugi ikki at síggja nakrar aðrar møguleikar – og eg kann sum søgufrøðingur og rithøvundur ikki vera uttanveltaður í hesum spurninginum. Tann verðsligi staturin kann og skal verja seg móti hesi átrúnaðarligu innrásini við at viðgera tey átrúnaðarligu sjónarmiðini við somu alin sum øll onnur politisk sjónarmið. Teir politikarar, sum nýta Bíbliuna sum politiska grundgeving í løgtinginum, teir biðja samstundis um, at Bíblian skal viðgerast við sama mátistokki sum Das Kapital hjá Karl Marx ella stevnuskrá Sambandsfloksins. Tað er spell, men tað er tann heilt skilvísa avleiðingin av, at Bíblian verður nýtt sum politisk grundgeving í almenna orðaskiftinum.
Her eiga rithøvundar eftir mínum tykki at hava ein týðandi leiklut í almenna orðaskiftinum í dagsins Føroyum. Í øðrum kristnum samfeløgum, t.d. í Onglandi og í USA, har kristindómurin eisini í størri mun verður nýttur sum politisk grundgeving í almenna orðaskiftinum, er eirindaleyst orðaskifti um kristindómin og Bíbliuna. Eg kann bara nevna ein so viðurkendan lívfrøðing, professara og rithøvund sum Richard Dawkins. Og á náttborðinum hjá mær liggur bók hjá amerikanska heimspekinginum Sam Harris, har kristindómurin beinleiðis verður húðflettir. Uttan mun til, um vit taka undir við Dawkins, Harris o.ø., so eiga vit at frøast um, at tílíkir rithøvundar finnast. Tað er kjak og ósemjur, sum menna og hvessa sjónarmiðini, meðan tøgnin fjalir bæði trupulleikar og loysnir. Tað, sum ikki drepur meg, tað ger meg sterkari, segði týski heimspekingurin Friedrich Nietzsche einaferð.
Hetta eru nakrar av grundgevingunum fyri, at eg sum søgufrøðingur og rithøvundur havið tikið lut í almenna kjakinum um støðuna hjá kristindóminum og Bíbliuni í føroyska samfelagnum. Tað hevur ikki altíð verið so stuttligt, tá óð kristin hava ringt til mín og dømt meg bæði niður og norður, men tað er eftir mínum tykki beinleiðis neyðugt at kjakast um grundarlagið undir føroyska samfelagnum. Ikki tí, at eg haldi meg hava rætt, men tí kjakið í sjálvum sær er neyðugt. Tað er eisini grundin til, at tann næsta bókin hjá mær - Guds orð ella orð um Gud - sum kemur út í november, snýr seg um ta kritisku bíbliugranskingina. Hetta er ein partur av granskingini, sum vit hoyra alt ov lítið til í føroyska orðaskiftinum. Kristindómurin er ein alt ov týðandi partur av føroyska siðaarvinum til at verða latin yvir til tey at tulkað, sum halda, at Bíblian er ein politisk vegleiðing í nýmótans samfeløgum. Kristindómin eiga vit øll - eisini gudloysingarnir.
Hartil kemur, at heldur ikki ta kristna sjónarmiðið er eitt útsýnið “from nowhere” - t.e. ongastaðni frá. Kristindómurin er ein týðandi maktfaktorur í føroyska samfelagnum, sum tað er neyðugt, at vit eru kritisk mótvegis. Tað er yvirhøvur ein uppgáva hjá rithøvundum í almenna orðaskiftinum at vísa á, at tað altíð finnast onnur sjónarhorn enn tey ráðandi í einum samfelag. Tað er mennandi fyri orðaskiftið, og tað er mennandi fyri samfelagið sum so. So mugu vit bara vóna, at tær bestu grundgevingarnar sigra.