Ólavur í Beiti
Eins og árini framman undan hevur Norðoya Fornminnisavn eina serframsýning á Norðoyastevnuni í ár, og verður henda um Klaksvíkar Sjúkrahús, nú tað júst í hesum døgum eru 100 ár, síðan fyrsti sjúkrahúsbygningurin í Klaksvík varð bygdur og tikin í nýtslu.
Í tíðindaskrivinum frá Norðoya Fornminnasavni verður eisini sagt at í løtuni verður bók skrivað um Klaksvíkar Sjúkrahús í sambandi við 100 ára haldið, og nakað av tí, sum verður í bókini, verður eisini at síggja á framsýningini.
? Søgan hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er áhugaverd og spennandi, tí ofta hava týðandi kreftirnar í landinum togast um stovnin, ikki bara meðan Læknastríðið leikaði á í 50-árunum, men eisini til aðrar tíðir, áðrenn sum aftaná.
? Men hesin stovnurin hevur borið so nógv annað gott og týðandi í hesi 100 árini, bæði fyri norðoyingar og eysturoyingar, at hann hevur uppiborið at verða hátíðarhildin við eini framsýning sum hesari, og við tí sum verður gjørt burturúr seinni í ár.
100 myndir
? Við at vitja framsýningina kunna fólk fáa innlit í søguna, og fáa høvi til at hyggja at teimum uml. 100 myndunum á framsýningini, bæði eldri sum nýggjari, sigur Jógvan Ravnsfjall í tíðindaskrivinum frá Norðoya Fornminnasavni.
Framsýningin verður sum longu nevnt í framsýningarhøllini hjá Norðoya Fornminnasavni og er opin frá fríggjadegnum 5. juni til mánadagin 8. juni kl. 17-21.