Hetta er 5. ferðin hjá Absaloni til Rumenia í ár, og ein freistast at spyrja hann, um hann ikki hevur hug at steðga. - Eg havi hugsað um at steðga, men eg kann ikki. Eg havi sæð so nógva neyð, og hvussu [...] tað hugsar ikki so nógv um. - Eg skal nokk klára meg. Hann arbeiðir sjálvur bert frá mei til septembur, og so koyrir hann túrar til Rumenia hinar partarnar av árinum. Ein tílík ferð er ikki ókeypis, hóast [...] sleppur Absalon ikki at hava við sær í bussinum. - Eg plagdi at hava sápu við fyrr, men tá munn og kleyvasóttin fór at gera um seg, bleiv tað bannað. Men eg ætli mær at fara at spyrja, um eg ikki kann hava sápu
tónleikinum við Bølle Bob, sum fangaði meg. Eg hevði longu tá ætlanir um at leikstjóra ein sjónleik fyri børn, men eg valdi tó at lesa fleiri aðrar leikir, áðrenn eg gjørdi av at tað skuldi vera Bølle Bob, [...] Hoyvík, Kollafirði og Nólsoy, eru við í leikinum. Elin á Rógvi hevur sjálv valt børnini út til leikin, eftir at tey hava verið til »casting« í Sjónleikarahúsinum, har tey millum annað skuldu vísa, at tey dugdu [...] at syngja, dansa, spæla sjónleik og so skuldu tey eisini vera til reiðar at nýta stóran part av síni frítíð til venjingar. Venjingarnar til leikin byrjaðu um hálvan august, og liggur nógv arbeiði aftanfyri
Fossbankanum, at danska bankaeftirlitið hevði ongar viðmerkingar til Fossbankan, tá tað var her í august mánaði. ? Eg havi onga viðmerk-ing, fyrr enn eg havi sett meg nærri inn í, hvat hent er, segði stjórin í [...] ir ikki vóru í somu støðu, sum bankarnir. ? Meðan fólk í gjár (6. okt. 1992, red.) leitaði sær til hinar bankarnar ella ringdu og spurdu, um hvørja lagnu teirra peningur nú fór at fáa, so var ikki tann [...] onnur, ið hava nakað at siga í samfelagnum. Øll kundu fáa sær sherry og kransakøku og til teirra, ið ikki njóta rúsdrekka, var eisini skonkt juice. Lagið var einki serligt á fólki, og tað var uttan tað stóra
gamal. Margit helt fram á skúlanum til 1999, 70 ára gomul. Í Elduvík ? Hugskotið til at hjálpa tarnaðum næmingum kom til mín einaferð, eg var í Elduvík. Í húsinum, har eg var og vitjaði, vóru tvær deyvar [...] aftur til Danmarkar. Tær skiltu, at tosað varð um tær, og tær gjørdust báðar púrasta frá sær sjálvari Eg var rættiliga ungur tá, men hetta setti seg so rimmarfast í minnið hjá mær. Eg hugsaði, at eg kundi [...] nevnd mældi til at byggja nýggjan skúla. Tað fór heldur ikki at bera til at hava skúla í V.B.V. hølunum. Meiri bryggjupláss skuldi finnast, og grótið skuldi flytast á leið, har skúlin helt til. Hetta gjørdi
Týsdagin tá i boðini bórust mær at Martha ikki longur var imillum okkara vóru ógvuliga tung. Eg steðgaði á og tankar minir fóru aftur til allar tær góðu løtur, vit høvdu saman bæði á álvara og gaman. Hjá [...] serstakan hátt til ungdómin í samkomini.Hon kom við okkum á legu og var tað nakað ið tørvaðist eina hjálpandi hond, so var hon klár. Eg búði niðri i Danmark tá ið Martha gjørdist sjúk. Eg var saman vid [...] saknurin stórur, eg hugsi um teg Egil, ið var henni ein so dyggur stuðul í øllum lívsins viðurskiftum. Og tykkum á Kjalarvegi og niðri á Bakka. Hon helt so nógv av tykkum. Og børnini í familjuni vóru hennara
land at búð í, hevði tað verið Kanada. Men, leggur hann við einum brosi afturat, -eg havi jú ikki verið í Føroyum enn. Eg havi bara hoyrt gott um landið og føroyingar, og eri sjálvandi sera spentur at koma [...] Riis. Ella sum hann eisini er kendur, The Great Dane. Eyknevnið kemur ikki av ongum. Maðurin vigar 140 kilo, og hesi kilo eru ikki fiti, men 100% vøddar. Harafturat brúkar hann 49 í skóm! Fólk kenna hann [...] Amerika. Samanborið við Norðurlond, er USA ikki friðarligt stað at vaksa upp í, og tá ið Asbjørn varð vorðin pápi fyri 4. ferð (hann eigur fýra dreingir) kom hann til ta niðurstøðu, at ferðasambondini millum
vegin uppeftir í teimum ymsu deildunum. - Eg var eisini eina stutta tíð í fyrstu deildar hópinum, men eg flutti niður sum 19 ára gamal og kom ikki aftur fyrr enn eg var 24 ára gamal, greiðir Bill frá. Men [...] ungdómsarbeiðið kring landið sum heild ikki er nóg gott. - Sum er, fara allir pengarnir til fyrstu deild hjá feløgunum. Alt gott um tað, men um ikki pengar verða settir til ungdómsarbeiðið eisini, so kann tað [...] verður farið inn og lagt størri dentur á fótbóltsvenjingina og ikki mist fótbóltsuppalingina. - Vit mugu læra tey, at tað ikki bara er til stuttleika. Setningurin er, at tey yngstu fara at læra við at spæla
teimum tykti. Tað ljóðar humant, men eg eri bangin fyri, at tey foreldur sum lata uppalingina til børnini sjálvi, koma at merkja tað onkuntíð. Eg kom eisini at hugsa um tilburðirnar norðuri við Gjógv, tá [...] børn tíni«. Hetta rann mær í huga, tá eg í útvarpinum hoyrdi eina mammu siga, at hon ætlaði sær ikki at siga við børn síni, hvat hon helt vera rætt ella skeivt, børnini skuldu sjálvi finna út av, hvat teimum [...] ið innan fyri hendan garð vóru, til ta kelduna, har einans sálarbót er at oysa av«. Ógvuliga hjartanemandi, men hvat hevði verið at tikið til í slíkum løtum, um vit ikki áttu henda kristna siðaarv, sum
valta við fólksins ogn okkara ogn tilfeingi á sjógvi og landi vinnutólini sum teimum lystir til felagsskapin ikki eitt oyra gjalda løgið, líkasælt og sjálvsøkið fólk frálík gróðralíkindi hjá smábólkament [...] ennið og rurar teg í blund børnini spæla sær í morgunsólini kring glæstriborgirnar í náðum meðan fínarimpurnar snorksova vakna aftur tá ríkmannaveitsluhornið aftur gjellur tó kann eg hóma stríðsmerkið mikla [...] gulltíðunum tømdu trogið arbeiðarafjøldin slitnu,bløðandi hendurnar aftur tað fylti ragammarnir altíð til reiðar hesir marglætiskropparnir ríkmenninini nú mangar ferðir fleiri -tíggjuferðir- ein óteljandi
rygginum móti múrinum viðganga, at okkurt var skeivt við útrokningin. Fyri ikki so mongum árum síðan, hevði eg gjørt teg til drápsmann, um eg bað teg taka meg av døgum. Men við religiónini humanismuni, er fatanin [...] spilti hendan lætta mátan at sleppa av við børnini, Nýggja læran legði upp til at foreldrini skuldu taka ábyrd, og komu at líkjast honum, ið setti lív sítt til fyri onnur. Einaferð var mett av stórum parti [...] trøll á alljósum degi. Skilaleyst tos, ikki satt? Men møðuliga fær hesin ørvitisknokkur rætt, ikki beinanvegin, tí tillagingin tekur ár. Sum høvundin so rætt tekur til: Tað er altíð soleiðis tá ið vit síggja