Kann arbeiða við mínum frítíðarítrivi

William McCleod Jacobsen er nýggjur ungdómsvenjari og leiðari hjá KÍ. Hann hevur spælt fótbólt sjálvur sum yngri, men seinnu árini hevur hann verið meira og meira at sæð frá síðulinjuni sum venjari ella hjálparvenjari

Klaksvík:
- Tað hevur altíð verið mín dreymur at sloppið at arbeitt við mínum frítíðarítrivi, sigur Bill.
Hann leikti nógv fótbólt sum yngri og allan vegin uppeftir í teimum ymsu deildunum.
- Eg var eisini eina stutta tíð í fyrstu deildar hópinum, men eg flutti niður sum 19 ára gamal og kom ikki aftur fyrr enn eg var 24 ára gamal, greiðir Bill frá.
Men hann sigur eisini, at hann longu sum 14 ? 15 ára gamal visti, at hann heldur vildi satsa upp á at verða venjari enn fótbóltsleikari. Hann slapp at royna seg og bleiv heilt bitin av tí.
Hann royndi seg eisini sum venjara, meðan hann var í Danmark.
Seinnu árini hevur Bill búð í Leirvík, og hann hevur verið í Runavík og fingist við venjing. Eisini hevur hann vant U-17 landsliðið, so hann hevur nógvar royndir sum venjari.
Um nýggja starvið hjá sær sum ungdómsvenjari og leiðari sigur Bill, at hann kemur at byggja víðari upp á tað, sum undangongumaðurin hjá honum, Anfinn Danielsen, hevur lagt grund undir.
- Anfinn hevur gjørt eitt megnararbeiði við ungdóminum í KÍ, og tað fari eg so byggja víðari uppá, sigur hann.
Hann sigur, at tað eru avbera stórir árgangir í teimum yngru deildunum hjá KÍ, so tilgongdin er stór. Og hann er greiður yvir, at tað verður ikki bara sum at siga tað, at umsita børnini og tey ungu í felagnum.
- Hvørt vikuskifti eru umleið 300-400 KÍ børn í sving. Og tey skula øll hava klæðir, og um tey skula aðrastaðni at spæla dyst, so skulu ferðirnar fyriskipast og leiðarar skulu eisini við. Og hvør deild skal sjálvsagt eisini hava venjarar. So tað er altíð tørvur á hjálparfólki, sigur Bill.
Onkur árgangur í KÍ telur umleið 70 børn. Tá verða leikararnir so býttir sundur í lið.

Ungdómsarbeiði
Bill heldur, at ungdómsarbeiðið kring landið sum heild ikki er nóg gott.
- Sum er, fara allir pengarnir til fyrstu deild hjá feløgunum. Alt gott um tað, men um ikki pengar verða settir til ungdómsarbeiðið eisini, so kann tað fara at verða torført at tryggja framtíðina hjá feløgunum. Serliga teimum smáu, sigur Bill.
Hann heldur eisini, at eitt felag sum KÍ eigur at vera sjálvforsyrgjandi, tá tað kemur til leikarar. Serliga tá hugsað verður um ovurhondsstóru undirtøkuna millum børn og ung fyri felagnum. Og hann vísir á, at rammurnar eru góðar, tá hugsað verður um góðar venjarar og góðar umstøður at venja undir.
- Málið má verða, at minst tveir leikarar úr hvørjum liði koma allan vegin upp í fyrstu deild, staðfestir Bill.
Og høvuðsendamálið hjá honum er, at tað verður farið inn og lagt størri dentur á fótbóltsvenjingina og ikki mist fótbóltsuppalingina.
- Vit mugu læra tey, at tað ikki bara er til stuttleika. Setningurin er, at tey yngstu fara at læra við at spæla og so skal hugburðurin broytast alt eftir sum tey mennast. Tey mugu fáa vinnaramentalitetin inn, men tað má kortini ikki verða ov nógv trýst, tí hetta eru jú fyrst og fremst børn, talanin er um.
Umframt at arbeiða við ungdóminum í KÍ, skal Bill eisini arbeiða innan fyrisitingina og nakað við fíggjarstýringina eisini. Innan hetta økið hevur Bill eisini royndir, tí hann starvaðist sum ungdómsráðgevi í Norðoya Sparikassa, áðrenn hann bleiv settur sum ungdómsvenjari og leiðari.
Hann byrjar í KÍ 1. novembur og fyribils er hann settur í ár.