Sóust teir aftur
sjónskari enn áður
í sjálvtøku gulltíðunum
tømdu trogið
arbeiðarafjøldin
slitnu,bløðandi hendurnar
aftur tað fylti
ragammarnir altíð til reiðar
hesir marglætiskropparnir
ríkmenninini
nú mangar ferðir fleiri
-tíggjuferðir-
ein óteljandi hópur
í spekulantafylginum
børn teirra
við fylgi
ein ørgrynna av spekulantum
floymdu inn yvir aftur landið
settust á tær feitastu røkurnar
feitilendini vórðu fullsett
skræddu alt í seg
sum fyri var
og meir afturat
vit standa bert og hyggja
dølskir og dovnir áskoðarar
líkasælan valdar
okkara talsmenn
steinsova
meðan hesir
marglætiskropparnir
ríkmennini
og teirra avkom
kunnu skalta og valta
við fólksins ogn
okkara ogn
tilfeingi á sjógvi og landi
vinnutólini
sum teimum lystir
til felagsskapin
ikki eitt oyra gjalda
løgið, líkasælt og sjálvsøkið fólk
frálík gróðralíkindi
hjá
smábólkamentalitetinum
klubbmentalitetinum
hvat er vorðið av
solidaritetinum?
stríðsandanum?-rakstrarrópunum?
mótmælunum?
rættvísishugsjónini?
køvd í materalismunnar valdi !
jú sanniliga
spekulantarnir hava fríar ræsur.
sníkjandi sum sóttin
innar í hvørja kroysu
neyðtaka og eyðræna
alt á teirra ferð
saman við
teirra útvalda fylgi
nú eru spekulantabørnini
vorðin vaksin
-og væl skúlað
spekulantaskúlarnir eru margfaldir -
ein spegilsmynd av
foreldrunum
vesturlendsku marglætissamfeløgunum
komu afturí aftur
tó teir altíð hava
verið her
nú aftur
sjónskir í fjøldini
í øllum samfelagsliðum
ríviligt er til
av føðslu
verða aldri mettir
síggjast aftur
í ymsum skortum
tó mangar ferðir grammari
enn áður
tó muran tann sama
kraddaralyndið stingur djúpt
eirindaleysir ránsmenn
við valdsharranna vælsignilsi
ongin torir
vil
steðga teimum
á ránsferð teirra
hetta kærkomna,vælsignaða
høgrarákið
spekulantanna verndareingil
vinstraódnirnar
fýsa eitt sindur
av og á
øsa sjógvin upp
men um lítið bil
tekur høgrarákið
tær í favn
rura,rura, rura
og aftur valdar
tøgnin
og líkasæla lognin aftur
frælslynta hugsjónin
letur seg køva
av tí snilda,eirindaleysa
høgrarákinum
stórkapitalurin
fleirtjóðaspekulantar-og fyritøkur
floyma inn yvir landið
við sínum skitnu og eitrandi vápnum
stórkapitalurin og
tess leigusveinar
siga hvar skápið skal standa
hálovaðir av valdsharrunum
spekulantar altíð til reiðar
við síni hjálpandi hond
valdsharrarnir taka móti hesum
ránsmonnum
við opnum favni
fólkið bløðir
og fellur
í líkasælunnartrog
steinsvevur
og verður liggjandi
óvirkið
eingin glottar fyri stavn
vinstravongurin
letur standa til
-stríðsandin er horvin
skríggjandi úti í havsbrúnni -
liggur undir skjúrtuvelinum
í luð av
høgrarákinum
rekur fyri vág og vind
vaknar aftur
við kaldan dreym
men tá er ov seint
fleirtjóða spekulantar
og teirra leigusveinar
her heima
fóðra ungdómin við alskyns dramblæti
glantrileikum
eitrandi lognbrá
yvirstættin
luksusdýrini
og avkomið
hava selt sín sál til
spekulantarnar
fínarimpurnar
snákurnar
liva í einum
veitslurúsi
fróðarliðið
granskar
er í valdinum
á
eitrandi,dálkandi
fleirtjóðaspekulantunum
og valdsharrunum
tey á skuggasíðuni
eru óynskt
flýggja
goymd burtur
undir tí dýggjvátu
vaðingini
eitt uppstása miðaldarsamfelag
høgrarákið kínir tær
blítt um ennið
og rurar teg í blund
børnini spæla sær í morgunsólini
kring glæstriborgirnar
í náðum
meðan fínarimpurnar snorksova
vakna aftur tá
ríkmannaveitsluhornið
aftur gjellur
tó kann eg hóma
stríðsmerkið mikla
spakuliga koma
og vekja okkum
til tann nýggja
blóðreyða
morgunin
ið brátt kemur!
verið árvaknir
stríðsfelagar
brøður og systrar!!
fylkist í hóp
og blásið í sigurslúðurin stinna!
tann fullkomni
solidaritsandin
vil sigra!
børnini leika á bønum
og binda sóljukransar.
framtíðin er okkara
tilfeingið alt
bæði á sjógvi og landið
vinnutólini
verksmiðjurnar
alt vit hava bygd upp
við okkara stríðsmerktu hondum
er fólksins ogn
kraddarapakkið verður rikið
á dyr!
fær durafjórðingin med alla !
sigurin verður okkara!
Fagurt tá verður at liva á foldum!
?????????????
27.sept-2002