Sunnudagin vóru 10 ár síðani bankaskrædlið, sum var startskotið til djúpu búskaparkreppuna, ið reið samfelagnum sum ein marra í nítiárunum.
Niðanfyri prenta vit nøkur brot úr Sosialinum tann 7. oktober 1992 og dagar-nar eftir.
Tá Sosialurin kom á gøtuna hendan seinnapartin hin ólukkuliga 6. oktober í 1992, var yvirskriftin:
Selkur ? pengarnir bjargaðir
? Fólk fingu rættiligan skelk, tá tað frættist, at kreppuloysn mátti til fyri at bjarga Sjóvinnubankanum og Føroya Banka, skrivar blaðið á forsíðuni.
Inni í blaðnum sigur Helgi Fossádal, stjóri í Fossbankanum, at danska bankaeftirlitið hevði ongar viðmerkingar til Fossbankan, tá tað var her í august mánaði.
? Eg havi onga viðmerk-ing, fyrr enn eg havi sett meg nærri inn í, hvat hent er, segði stjórin í Føroya Sparikassa, Eyðun á Rógvi Olsen.
Men stjórin í danska bankaeftirlitinum, Eigil Mølgaard, segði, at spari-kassarnir ikki vóru í somu støðu, sum bankarnir.
? Meðan fólk í gjár (6. okt. 1992, red.) leitaði sær til hinar bankarnar ella ringdu og spurdu, um hvørja lagnu teirra peningur nú fór at fáa, so var ikki tann stóri stormurin í Fossbankanum á tí økinum, veit Sosilurin at siga tann 7. oktober í 1992.
? Her hava verið einir tveir ella tríggir kundar og spurt, um peningur teirra er tryggur, sum hann stendur her. Tað er alt, segði Helgi Fossádal.
IMF og endurreisingarætlanin
Tað var týsnáttina, náttina til tann 6. oktober í 1992, at landsstýrið gjørdi avtalu við donsku stjórn-ina, sum hevði við sær, at danski tjóðbankin skuldi veita Sjóvinnubankanum 500 milliónir krónur. Treytin fyri at hetta varð gjørt var, at landsstýrið skuldi fylgja eini fíggjarpolitiskar stabiliseringsætlan. Henda ætlan skuldi gerast eftir altjóða reglum fyri endurreising, og hon skuldi gerast innan fimm mánaðir.
Ætlanin skuldi gerast av óvildugum fíggjarserfrøðingum, sum verða læntir frá IMF, altjoða gjaldoyrafelagsskapinum.
Ein treyin er, at javnvág skal vera í fíggjarlógini fyri 1993.
Landsstýrið skuldi eisini hjálpa til við eini nýmót-ansgerð av føroysku vinnulívslógini, herundir eisin banka-, partafelags- og grannskoðaralógini.
Danski tjóðbankin skal læna Sjóvinnubankanum 300 milliónir krónur. Peningurin verður útskrivaður í vekslum upp á seks mánaðir. Upphæddin kann eftir avtalu millum ríkis-stjórnina og tjóðbankan hækkast við 200 milliónum. Fyri hesum peningi verður veitt statsgaranti.
Peningurin verður settur í ein grunn. Hesin grunnur verður stýrdur av fimm limum, danska stjórnin velur tríggjar limir, landsstýrið tveir, og skal hesin grunnur seta nýggjan kapital í Sjóvinnubankan.
Henda nýggja skipanin merkir, at tey, sum eiga partabrøv í Sjóvinnubank-anum, koma at missa pening. Eginpeningurin verður niðurskrivaður frá 98 milliónum til 15 milliónir.
Sjóvinnubankin hevði rundan føðingardag sjálvan 6. oktober 1992. Tá flyti bankin 60, og stór móttøka varð longu fyrireikað, áðrenn frænir bórust um álvarsligu støðuna. Sosialurin skrivar soleiðis:
» ? Seinnapartin í gjár bjóðaði Sjóvinnubankin til móttøku í høvuðsdeildini í Havn, har hópin av fólki var samankomin.
Blandingurin av fólki var tann vanligi ? leiðandi fólk innan føroyskt vinnulív, fólk úr føroyska mentunarlívinum, stjórar, reiðarar, formenn og onnur, ið hava nakað at siga í samfelagnum.
Øll kundu fáa sær sherry og kransakøku og til teirra, ið ikki njóta rúsdrekka, var eisini skonkt juice.
Lagið var einki serligt á fólki, og tað var uttan tað stóra hóvastákið, at menn tóku í hondina á hvørjum øðrum, stjóranum og nevndarlimum fyri at ynskja tillukku við tí runda degnum.
Heldur tvørturímóti var ein dapur stemningur innanveggja, og samveran minti meira um eina sorgarløtu enn eina roynd at halda føroyingardag. Ikki var har ólíkt at vera í einum ervi.
Og helst verður tað eisini til móttøkuna seinnapartin í gjár, at føðingardagshaldið í mesta lagi fer at strekka seg til fyri fyrst«, eygleiðir Sosialurin.
Pest og kolera
? Eitt val millum pest og kolera, segði Atli Dam løgmaður.
Hann heldur við blaðið, at ein og hvør kundi ímynda sær, hvørja avleiðingar tað hevði fingið fyri føroyska samfelagið, um ein avbankunum stongdi.
Tá blaðmenninir á Sosialinum ? eins og øll onnur í Føroyum ? høvdu summað seg, dagin eftir skrædlið. Hevði blaðið ein annan vinkul upp á álvarsama bankamálið.
Nú høvdu teir roknað út, hvussu nógv virði vóru farin fyri skeytið við bankaloysnini.
Blaðið setir roknistykkið soleiðis upp:
?Fríggjadagin: Átti tú eitt partabræv í Sjóvinnubankanum upp á 1.000 krónur, so hevði tú kunna selt tað til kurs 430 fyri 4.300 krónur
?Týsdagin: Sama partabræv upp á 1.000 krónur kann nú seljast fyri 140 krónur, ella til kurs 14
?Fiskasølan og Tryggingarsambandið, teir størstu eigararnir í Sjóvinnubankanum, mistu ávikavist 100 og 125 milliónir krónur í aktuellum søluvirði.
Longu fýra dagar eftir 6. oktober, koma fyrstu metingarnar um, hvussu vit skulu spara. Á forsíðuni á Sosialinum sigur Henning Holten, danskur búskaparfrøðingur í Føroyum, sína hugsan um, hvat gerast skal, nú fíggjarlógin fyri 1992 skal endurskoðast.
? Steðgið arbeiðinum upp á bergholið millum Lopra og Sumba og eisni Gomlurætt, hóast hesi arbeiði skjótt verða liðug. Tað er eisini búskaparliga tað mest forsvarliga.
Steðgið eisini útbyggingini av Suðuroyar Sjúkrahúsi og niðurleggið bæði tey smáu sjúkrahúsini. Útbyggið í staðin tyrlutænastuna og sambandið við Landssjúkrahúsið?