Týsdagin tá i boðini bórust mær at Martha ikki longur var imillum okkara vóru ógvuliga tung. Eg steðgaði á og tankar minir fóru aftur til allar tær góðu løtur, vit høvdu saman bæði á álvara og gaman.
Hjá Marthu átti kirkjan og KFUM og K eitt stórt pláss, har kom hon so trúføst. Serligan var tað kórið i KFUM og K sum hon brann fyri, og sang við tí inntil hon gjørdist sjúk.
Við sínum lætta sinni knýtti hon seg á ein serstakan hátt til ungdómin í samkomini.Hon kom við okkum á legu og var tað nakað ið tørvaðist eina hjálpandi hond, so var hon klár.
Eg búði niðri i Danmark tá ið Martha gjørdist sjúk. Eg var saman vid henni og Egili tá ið tey vóru niðri. Tað fyrsta ein legði til merkis, var hvussu sterk Martha var. Hóast at hon var ógvuligani sjúk, vildi hon altíð gleða tey, hon var saman við. Eitt nú kann nevnast tann langa tið tey vóru á sjúklinga hotel Tórshavn. Hon ynskti at troysta og gleða tey, sum har vóru. Tað varð mangan sagt við hana hvussu kanst tú vera so glað, tá ið tú sjálv ert so sjúk. Næstakærleiki hennara var stórur. Hon átti ein sterkan vitnisburð í sínum hjarta.Henda vitnisburð um sín frelsara ynskti hon at øll máttu fáa lut í.Tað eru mong, ið hava verði ríkað av henni, tí máta og kærleika sum hon um gekk tey á hotel Tórshavn uppá.
Sjúkralega hennara vardi i langa tíð, bæði við gleðiboðum og sorgarboðum, men hóast hetta var trúgv hennara sterk.
Øll kendu Marthu og vóru góð vid hana. Hetta kom til sjóndar tá ið boðini bórust týsdagin at Martha var farin, tá hvør bátur, ið lá við bryggju, dró flaggið á hálva stong.
Minnini eru mong og góð, tað rann eitt orðatak fram fyri meg: maður legst lík, men ei doyr minni mans. Minnini koma at liva víðari.
Tað var rørandi at tosa við Gerd. Tað fyrsta hon segði: »Ja nú er Martha hjá Jesusi«. Hin kristna vónin er ein vón, ið ber yvir alt. Sum kristin menniskju møtast vit ongantíð fyri seinastu ferð. Deyðin er ein skilnaður í eina tíð, og eftir tað verða vit sameind. Orðið sigur: Tí vit hava her ikki verðandi stað, men vit søkja hin komandi.Hin komandi staðurin er himmalin, har er Martha nú saman við øllum teimum, ið hava sett sítt álit a Jesus. Sangskrivarin sigur tað soleiðis:
Ja, einaferð mítt eyga sær
mín kong í dýrdarskrúð;
og eg skal hann tilbiðja har
í hansar tempulbú.
Í krystalklárum ljósi tá skal
náttin brátt sín enda fá.
Tá loyst er hvør ein gáta her,
og fagnarsong alt ber.
Hjá tykkum, ið sita eftir, er saknurin stórur, eg hugsi um teg Egil, ið var henni ein so dyggur stuðul í øllum lívsins viðurskiftum. Og tykkum á Kjalarvegi og niðri á Bakka. Hon helt so nógv av tykkum.
Og børnini í familjuni vóru hennara hornasteinur, hon var so góð við tey og Gertrud tú sum var hjá henni alla tíðina og hjálpti henni so væl.
Má Guð signa og styrkja tykkum í sorgini.
Við hesum orðum lýsi eg frið yvir minnið um Marthu.
??????????????????????
Hanus Simonsen, Oslo