Pedofilu eru ein minniluti

Havi av serligari orsøk ikki kunnað svara høvundanum av greinini »Samkynd og samlevnaður«. Men fari eins og hann, at loyva mær at koma við mínum hugleiðingum um fortíðina og løgnu hugsanum og spádómum um framtíðina. Nakað av hesum ljóðar ivaleyst sum verri vavstur fyri mong, og verði eg neyvan sum hann, eymur í øksluni av herðaklappum. Man kona gloyma bróstabarn sín, ein móðir tað barn, hon bar undir hjarta?. Soleiðis æt tað í forum. Men har heiðinskapur valdaði ella har hann tók til, fjaraði henda ábyrd og ábyrdarkensla burtur, og mamman, og sjálvsagt pápin við, komu at gerast sjálvsøkin tá í táttaði; tað tikist sum tey hugsaðu einans um teirra rættindi og tørv, heldur enn at geva barninum seinasta bitan. Tí var barnið sett út millum villdjór og skrætt sundur. Helst gjørdist ta ein sjálvfylgja og kendist ikki petti svárt fyri nakran. Ikki var ta teirra fávitska, ið framdi hetta, tey dugdu líka væl at hugsa og rokna út sum okkara ætt. Tíverri kom so læran um Hvíta Krist og spilti hendan lætta mátan at sleppa av við børnini, Nýggja læran legði upp til at foreldrini skuldu taka ábyrd, og komu at líkjast honum, ið setti lív sítt til fyri onnur.
Einaferð var mett av stórum parti av fólkinum, at tað var bæði synd og skomm og eisini dráp at taka eitt barn úr móðurlívi uttan orsøk. Men so hvørt sum religiónin humanisman, (t.e. trúgvin á menniskjans óavmarkan og óavmarkaðu møguleikar) fekk fastari tak í fólkinum, var lóggivið fyri, at hugsast skuldi ikki um barnið, men um frælsið hjá mammuni at ráða yvir egnum kroppi. Nú er bara ein leivd av religøsum fanatikarum eftir, sum halda tað vera skeivt, at ?eitt nokkso stórt lítið barn, liggur og spjálkar í einari ruskkurv á einum sjúkrahúsi, inntil lívið spakuliga fjarðar út? (sitat eftir minninum, frá danskari ljósmóðir), Tó, nú vesturheimurin er við at gerast eitt stórt ellisheim, tí ov fá børn vera fødd, mugu menn við rygginum móti múrinum viðganga, at okkurt var skeivt við útrokningin.
Fyri ikki so mongum árum síðan, hevði eg gjørt teg til drápsmann, um eg bað teg taka meg av døgum. Men við religiónini humanismuni, er fatanin av lívinum vorðin ein onnur. Nú verður lóggivið í londum rundanum okkum, at tú kanst bestilla tín deyðsdag frá einum lækna, sum, heldur enn at vera um teg og linna um pínu og einsemi, ger tær eina bjarnatænastu við at gevur tær banastingin. Eutanasi verður tað rópt. Tá ið hann hevur útint gerning sín, vaskar hann róligur hendurnar og setist aftur at sjóða uppi yvir einum kaffikoppi - møguliga um yvirgangsatgerðina á World Trade Center, hvussu ræðuligt tað er har bólkar leggja tilrættis hvussu menniskju skulu vera tikin av døgum.
Í dag er meirilutin ímóti - ja, tað er kriminelt, at tey pedofilu skulu hava loyvið at liva saman við og at hava samlegu við børn. Tað er bara ein minniluti, sum metir hetta skal vera loyvt. Ein minniluti, sum í londum, vit føroyingar ?serstøk tjóð? skulu sammeta okkum við og laga okkara lógir eftir, hevur verið alment frammi, og er í ferð við, ella hevur organisera seg og stónað sítt egna felag. Hesin minniluti stríðist sjálvandi eisini fyri sínum rættindum. Enn er til ein leivd av kristnu fatanini, at barnið er hitt veikara, (undantikið allar veikasta barnið, tað í móðurlívi) og tí er lóggeving fyri hesum óhugsandi - enn. Men tíðir og hugburðir broytast. Hvønn fer humanisman tá ið tíðin er búgvin, at taka meira hensyn til, barnið ella tørvin hjá hesum menniskjum at hava onkran at elska og at nøkta sínar girndir?
Nei, tað má vera ein svakur persónur, sum skrivar sovorðið innlegg, ein, ið sær trøll á alljósum degi. Skilaleyst tos, ikki satt? Men møðuliga fær hesin ørvitisknokkur rætt, ikki beinanvegin, tí tillagingin tekur ár. Sum høvundin so rætt tekur til: Tað er altíð soleiðis tá ið vit síggja okkurt ókent, óvanligt og óhugsandi, so ógvast vit við. Men vit venjast við, og við tíðini er tað ikki óvanligt longur.
Ein loyvir sær at hava sína trúgv og vón á humanismuna tá ið hon setur seg á hásæti hins hægsta, og ein loyvir sær at hava sínar spádómar eins og høvundin, tá ið hann skrivar: Tey rættindi liggja helst langt úti í framtíðini tá ið vit kunnu hugsa okkum hjúnaband millum einar seks persónar.
Nýggj ættarlið koma til. Tey skal avloysandi religiónin humanisman ala upp at virða rættin hjá øllum minnilutum, læra, sambart sama høvunda, at hugsa ótraditionelt, so at tað, sum er ónáttúrligt, og ein kann skoyta uppí, ella kriminelt í okkara tíð, verður náttúrligt og ikki kriminelt fyri teimum. Tey kunnu eitt nú verða lærd at hava aðra fatan av einum barni enn vit, sum í dag liva við tí kristnu fatanini. Hvør sigur t.d. at tú skal verða átjan ár fyri at vera komin til lógaldurs? Tað er bara okkara generatión, sum hevur funnið uppá tað aldursmarkið. Kann aldurin fyri at vera myndigur ikki bara setast niður til óvitaaldur? Lógaldurin var jú nógv hægri fyri 50-100 árum síðani.
Og tað kriminella er ikki kriminelt eina løtu longur tá ið lóggivið er fyri broytingum
Eitt annað, ið kemur einum til hugs, tá ið høvundin tosar um ættleiðing, er 4 boð í Halgubók, sum ljóðar: Æra faðir tín og móður tína. Tað má umskrivast tá ið vit ikki longur skulu byggja lógir á bíbilskar skriftir, tí tað verður diskriminerandi. Møðuliga kann tað ljóða: Æra faðir tín og mannin hjá honum. Nei tað ber nú ikki til, tí hin seinni er jú eisini annað av foreldrunum. Men onkur formulering finnist nokk.
Í síðsta enda fer tað at kennast ómenniskjaligt fyri humanismuna, at nakar minniluti skal kenna seg settan eftir, at ein pedofilur verða hóttur við fongsli og leinkjum, og ikki fær rætt at vera soleiðis sum hann er skaptur. Hvør taparin ella vinnarin tá verður, barnið ella hin pedofili, ja, tað skulu ivaleyst verða deildar meiningar um.
Humanisman veitir syndanna góðkenning, kristindómur veitir syndanna fyrigeving. Humanisman og kristindómurin kunnu tí ikki sameinast, tey verða mótsetningar. Humanisman er avmarkað og deyðilig, tí hon er trúgvin á menniskja. Kristindómur er óavmarkaður og ævigur, tí hann er trúgvin á hin upprisna.
Men nú má Niklas Niklái leggja griffilin, áðrenn hann verður bundin niður