15. oktober í ár verður Skúlin á Trøðni 40 ár. Fyri Ditlev Olsen og konu hansara, Margit, er skúlin teirra lívsverk. Hóast tað í dag ikki longur er nakað, ið alment eitur Skúlin á Trøðni, so verður dagurin kortini hátíðarhildin. Tað munnu eisini vera mong, ið minnast aftur á tíðini, tá Skúlin á Trøðni stóð á skeltinum móti vegnum heldur enn Sernámsdepilin, sum tað stendur skrivað í dag.
Í dag ganga 47 næmingar á skúlanum á Sernámsdeplinum, sum millum manna enn verður kallaður fyri Skúlin á Trøðni. Skúlin er fyri næmingar við innlæringartrupulleikum av ymsum slag. Nakrir og tjúgu lærarar starvast í dag á skúlanum, umframt onnur starvsfólk. Tann gamli Skúlin á Trøðni og sernámsfrøðiliga ráðgevingin eru í dag saman í einum stovni, Sernámsdeplinum.
Tá skúlin byrjaði í 1962 vóru seks næmingar og bert tveir lærarar. Lærararnir vóru Ditlev Olsen og kona hansara Margit. Ditlev, ættaður úr Funningi, er í dag 79 ára gamal. Margit, ættað úr Leirvík, er vorðin 73 ár, og tey bæði njóta sínar pensjónistadagar í húsum teirra við sjógvin á Argjum, har tey hava búð tey nógvu seinastu árini.
Ditlev varð útbúgvin lærari í 1946. Beint eftir hetta fór hann á Dansk Sløjdlærerskole í Keypmannahavn. Seinni sama ár fór hann í starv sum vikarur í Leirvíkar skúla. Seinni vendi hann so aftur til Danmarkar á Danmarks Lærerhøjskole og Københavns Universitet. Í 1957 hevði hann lisið so frætt, at hann kundi virkað sum skúlasálarfrøðingur.
Hann las seinni eisini til talulærara. Í 1957 byrjaði hann at starvast á Statens kostskole for døve. Har komu børn úr øllum ríkinum ? eisini úr Føroyum og Grønlandi.
Umvegis eitt ynski úr Føroyum, føroysku Fólkatings limirnar og Sosial Ministeriet, kom Ditlev at frætta um, at ætlanin var at skipa undirvísing fyri deyvum í Føroyum. Ditlev varð uppringdur fleiri ferðir av Sosial Ministeriet. Í fyrstu atløgu um at fara til Føroya fyri at kanna tørvin. Seinni fyri at seta á stovn og leiða fyrsti skúlan av sínum slag í Føroyum.
Skúlagongdin byrjaði í hølunum hjá V.B.V. í Havn, har Studentaskúli og Tekniskur skúli hevði verið. Fyrsti skúladagur var 15. oktober. Orsakað av ymsum trupulleikum byrjaði skúlin ikki fyrr enn 15. oktober, tá skúlabørn flest fingu heystferiu. Bæði Margit og Ditlev minnast aftur á, hvussu ótrúliga fegin børnini gjørdust, tá tey endiliga sluppu at ganga í skúla í Føroyum.
Ditlev gavst vegna sjúku í 1991, 69 ára gamal. Margit helt fram á skúlanum til 1999, 70 ára gomul.
Í Elduvík
? Hugskotið til at hjálpa tarnaðum næmingum kom til mín einaferð, eg var í Elduvík. Í húsinum, har eg var og vitjaði, vóru tvær deyvar gentur. Tær vóru komnar heim í summarfrí úr skúla í Danmark. Onkur kemur inn og spyr, nær hesar báðar genturnar skulu avstað aftur til Danmarkar. Tær skiltu, at tosað varð um tær, og tær gjørdust báðar púrasta frá sær sjálvari Eg var rættiliga ungur tá, men hetta setti seg so rimmarfast í minnið hjá mær. Eg hugsaði, at eg kundi gera nakað fyri tílík børn seinni, sigur Ditlev.
Sum nevnt vóru at byrja við seks børn á skúlanum. Trý teirra úr komu úr skúla í Danmark, og trý byrjaðu í V.B.V. hølunum.
Tey býttu næmingarnar millum sín. Tey fyrstu nógvu árini vóru tey einsamøll, men so við og við komu fleiri fólk. Fyrsti nýggi lærarin var Jørmund Magnussen. Hesin skuldi fyrst til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Tað var sjálvandi neyðugt. Ikki minst tí, at Ditlev meira enn so skuldi vera tulkur í rættinum ella aðrastaðni, sum hann hevði fingið álagt.
? At byrja við skuldi skúlin vera ein roynd, men sum tíðin leið sást, at hann var komin fyri at vera. Talið av næmingum og talið av lærarum vaks støðugt, sigur Ditlev Olsen.
Ditlev varð síðst í 1969 tilnevndur fyristøðumaður, og skúlin varð stovnsettur sum sjálvstøðugur stovnur. Skúlin hoyrir til 1988 til Sosial Ministeriet í Danmark.
Byggja skúla
Av ríkisumboðnum varð ein nevnd sett í 1969 at skriva eitt álit um skúlan í Føroyum. 28. oktober sama ár var álitið liðugt, har ein samd nevnd mældi til at byggja nýggjan skúla.
Tað fór heldur ikki at bera til at hava skúla í V.B.V. hølunum. Meiri bryggjupláss skuldi finnast, og grótið skuldi flytast á leið, har skúlin helt til. Hetta gjørdi dagarnar í V.B.V. meira spennandi enn gott er, tí sprongt var næstan beint uttanfyri. Eingin skaði kom tó. Hvørki á hús ella fólk. Um hetta mundið gingu um 100 næmingar á skúlanum. V.B.V bygningurin var ikki so væl egnaður, og borð og onnur amboð vóru í ringum standi, so neyðugt var ofta við kreativum loysnum. Ditlev sigur, at Tórshavnar kommuna vísti ógvuliga stóra vælvild og var altíð til reiðar at hjálpa.
? Eg fekk til uppgávu frá Sosial Ministeriet at finna eini nýggj høli. Tað var lættari sagt enn gjørt, tí støðan var sum nú ? so gott sum einki var at fáa. Við vælvild frá KFUK og KFUM fingu vit eini hølu í Brekkugøtu, og harvið loyst tann ringasta hølistrupulleikan. Seinni fingu vit eisini eini onnur høli, og vit hildu nú til í fýra ymiskum hølum. Hetta var sjálvsagt strævið. Starvsfólkið var kortini ógvuliga ábyrgdarfult og gott, at tey løgdu ótrúliga stóra orku í arbeiðið. Tað vóru idealistar, og tey eiga eina hjartans tøkk, sigur Ditlev Olsen.
Nýggi skúlin á Frælsinum í Havn ? við navninum Skúlin á Trøðni ? varð vígdur í juni 1976. Eftir summarfrítíðina byrjaði skúlin at virka har.
? Skúlin kostaði sjey milliónir at byggja, og útgerðin kostaði tríggjar milliónir. Tað var sum nýggjur heimur fyri okkum. Knappliga høvdu vit umstøður og møguleikur, vit næstan ikki høvdu kunnað droymt um, sigur Ditlev.
Síðani 1976 hevur skúlin virkað í verandi hølum, og har hava tey kunnað bjóðað eitt breitt útboð av undirvísingartilboðum til børn við serligum tørvi. Av fyrstan tíð vóru tað fyri tað nógva deyv børn, men síðani eru eisini børn við øðrum brekum komin á skúlan. Skúlin hevur hølið til rættiliga nógv endamál. Eisini eru høli til ymisk sløg av kropsligari viðgerð.
Tað er við fragd, at Ditlev lítur aftur á árini á skúlanum.
? Eg minnist nógvar góðar løtur. Serliga vóru tað hugnaløturnar og prógvahandanirnar, har børnini gjørdu eitt sindur burturúr, sum eg minnist vera serliga hugnaligar, sigur Ditlev. Allir næmingarnir sluppu at vera við, líkamikið brekið. Eisini innsatsurin hjá Frelsens hær minnist eg serliga væl, tí hetta merkti so ótrúliga nógv fyri børnini. Hetta eiga tey stóra tøkk fyri, sigur Ditlev.
Í teirri arbeiði á skúlanum eru tey komin at kenna nógv børn, og oftani máttu tey eisini vera sum foreldur hjá teimum, tí hesi fluttu til Havnar av bygd. Margit minnist serliga væl, tá tey plagdu at ferðast við næmingunum heim um vikuskiftini, tí børnini ikki kundu ferðast einsamøll. Samanlagt hava tey bæði nýtt eitt rættiligt ótal av tímum upp á skúlan, men tey lata kortini væl at.
Spurdur, um hann heldur, at skúlin hevur gjørt mun í Føroyum, sigur Ditlev:
? Eg má siga akkurát sum er, at eg haldi, tað hevur gjørt mun, sigur Ditlev Olsen at enda.
Sosialurin ynskir Ditlev, Margit og øllum hinum hjartaliga til lukku við 40 ára degi skúlans.










