Hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni fer kendi danski glímarin Asbjørn
Riis at hava framførslur í SMS.
Í hesi vikuni er forkunnug vitjan í SMS. Gesturin er danin og glímarin,
Asbjørn Riis. Ella sum hann eisini er kendur, The Great Dane. Eyknevnið
kemur ikki av ongum. Maðurin vigar 140 kilo, og hesi kilo eru ikki fiti, men
100% vøddar. Harafturat brúkar hann 49 í skóm!
Fólk kenna hann kanska sum hjálparmannin í sjónvarpssendingini, Fangerne paa
Fortet, ið varð send á TV3 fyri nøkrum árum síðan. Men eisini er hann
kendur, tí hann minnir um amerikonsku glímarastjørnuna, Hulk Hogan.
Harumframt er Asbjørn Riis sæddur í mongum hjáleikluti í amerikonskum
filmum.
Asbjørn hevur verið víða. Eitt tíðarskeið búði hann í Amerika. Samanborið
við Norðurlond, er USA ikki friðarligt stað at vaksa upp í, og tá ið Asbjørn
varð vorðin pápi fyri 4. ferð (hann eigur fýra dreingir) kom hann til ta
niðurstøðu, at ferðasambondini millum londini gera heimin somikið minni, at
óneyðugt var at búgva í USA. Hetta hóast meginparturin av arbeiði hansara
varð gjørt har.
Asbjørn sigur, at skuldi hann valt eitt annað land at búð í, hevði tað verið
Kanada.
Men, leggur hann við einum brosi afturat, -eg havi jú ikki verið í Føroyum
enn. Eg havi bara hoyrt gott um landið og føroyingar, og eri sjálvandi sera
spentur at koma á vitjan, sigur hann.
Við sær á ferðini, hevur Asbjørn konuna og ein av synunum.
Asbjørn hevur seinastu árini arbeitt nógv við børnum.
Hann hevur m.a. verið vertur í danskari barnasending á TV2, ið nevndist,
Børnebussen. Eisini eru framsýningar hansara fyri børn. Í donsku miðlunum
eru øll at kalla samd um, at Asbjørn dugir væl at vekja áhugan hjá børnum.
Børnini sleppa at royna seg sum glímarar, og samstundis greiðir Asbjørn frá,
hvussu umráðandi tað er at eta heilsugóðan mat og gera likamligar venjingar.
Lívsáskoðanin hjá Asbirni er, at tá ið tú kennir teg væl, batnar trivnaðurin
eisini. Og betur tú trívist, betri verður lívið. Byrjanin er at venja. Tá ið
tú venur, fært tú eisini hug at eta heilsugott.
Tað er hetta við at venja og eta góðan mat, ið Asbjørn ger nógv burturúr, tá
ið hann framførir. Hann prátar óført alla tíðina, og dugir væl at bera
álvarsama boðskap sín fram í skemtiligum hami.
Asbjørn er fimleikari, og hesi evnini nýtir hann eisini, tá ið hann glímist
saman við børnum. Hann dugir at tveita seg soleiðis, at tað tykist sum tað
veruliga er tað 5 ára gamla barnið, ið er við yvirlutan. Undanfarnar
framførslur hava víst, at tá ið børnini hava upplivað slíkt, vilja tey
eisini sleppa at royna seg..
Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivinum, at vónandi fara nógv ung at leita sær
niðan á Torgið at royna seg sum glímarar. Framførslurnar hjá Asbirni verða á
Torginum hósdagin 17. oktober kl. 16.00 og fríggjadagin 18. oktober kl.
13.00 og 17.30. Aftaná skrivar hann autografar.
Í hesi vikuni verður eisini seinna umfarið í spurnakappingini um Asbjørn á
heimasíðuni hjá SMS, www.sms.fo Íalt fýra vinnarar verða funnir, og teir
sleppa allir út at eta saman við Asbirni í nýggja matarstaðnum í SMS
fríggjadagin 18. oktober, umframt teir vinna vinningar frá Jolly, sum er
høvuðsstuðul ísambandi við vitjanina hjá Asbirni í Føroyum. Lesið meir á
www.sms.fo