aftur at veita vápn til Ukraina. Orbán hevur fyri kortum tosað opið um at »endurdefinera« landsins støðu í Nato fyri at sleppa undan, at Ungarn skal luttaka í hernaðarligum átøkum uttan fyri økið hjá verju [...] at viðkomandi er optimistiskur í mun til at gera eina avtalu við Orbán. Nato hevur higartil ikki verið beinleiðis uppi í vápnaveitingum til Ukraina av ótta fyri at fara um Russisk mørk. Í staðin hevur [...] hava Nato til at spæla ein størri og meira samskipaðan leiklut í at veita Ukraina vápn. Ein slík ætlan kann tó bert samtykkjast við stuðli frá Ungarn, sum eisini í ES høpi hevur forðað fyri felags váp
frígera kapitalin, sum er bundin, og nýta hann til onnur endamál. Til dømis at rinda aftur almenna skuld ella til at gera nýggjar íløgur, ið hóska seg betur til leiklutin hjá tí almenna. Samgongan er samd [...] samd um, at har tað kann gerast við fyrimuni fyri tað almenna og fyri samfelagið sum heild, verða partabrøv í ávísum almennum fyritøkum boðin út til almenningin og/ella strategiskar íleggjarar, segði Jóannes [...] heitasti talsmaður fyri einskiljingum, so setti formaður floksins spurningin, um tað nú kortini var rætt at stinga høvdið niður í sandin. Tað heldur hann ikki sjálvur ? og tí røddi hann fyri varisligum ein
Peter F. Hansen, sum fer at standa fyri venjingini. Orsøkin, til at Benny Johansen, sum annars verður roknaður at vera sera samvitskufullur venjari, ikki er førur fyri at røkja arbeiðið hjá sær, er, at [...] hjá honum í Fremad Amager undir fyrireikingarnar til fótbóltsvárið og summarið. Talan er um spennandi tíðarskeið, sum teir í Sundby fara at fyrireika seg til. Fyrsta royndin verður sunnudagin 6. mars í s [...] roknað við, at tað fer at verða pláss fyri øllum áskoðarunum. Umframt spennandi avbjóðingina í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, so er Fremad Amager hampuliga væl fyri í landskappingini í næstbestu deildini
gongdina og fyri at kunna taka neyðug stig fyri at tryggja búskapin. Teir minna á, at í sambandi við kreppuna í Føroyum fyrst í nítiárunum, varð funnist at landsstýrinum fyri ikki at hava byrgt upp fyri kreppuni [...] atgongd til teir upplýsingar, sum fíggjareftirlitið fær um peningastovnarnar í hesum londunum, ber tað heldur ikki til hjá hesum londunum at hava so gott innlit í búskaparligu støðuna, sum krevst fyri at kunna [...] at tað hevur ikki tey neyðugu amboðini, sum skuldu til, fyri at stýra fíggjarligu gongdini í einum samfelagi. Í hesum sambandi varð serliga sipað til frágreiðingarnar frá fíggjareftirlitinum. ?Men hóast
virðisøkingin av tilfeinginum sum skapar inntøkurnar bæði til virkini og til tað almenna, og eisini er henda tilvirking neyðug fyri at forða fyri stórum arbeiðsloysi í fiskavinnuni. Um kunngerðin verður [...] avtikin, tí skyldan at landa fiskin í Føroyum hevur avgerandi týdning, ikki bert fyri virkini á landi, men eisini fyri teir limir okkara sum starvast í fiskivinnuni. Um nøkur broyting skuldi verði gjørd [...] hetta tilfeingið er alneyðugt fyri at tryggja túsundtals føroyingum arbeiði. Eisini er hetta tilfeingið sjálvt grundarlagið undir fiskavirkjunum á landi, og hetta talar eisini fyri at varðveita verandi skipan
serstakt skeið fyri kvinnur. Ein orsøk til, at hetta er kvinnuskeið burturav, kemst av, at kvinnur kenna seg tryggari og kunnu betur tosa um síni viðurskifti sínamillum, tá ið tær eru í bólki fyri seg. Hon er [...] Sundby. Orsøkin til, at hon hevur ment hesi serligu kvinnuskeið, er, at hon hevur verið fyri stórum mótburði í lívi sínum. Tað hevur gjørt, at hon ofta hevur ivast í sínum kvinnuvirði. Fyri at vinna á ivanum [...] ivanum hevur hon stríðst fyri at endurskapa kensluna av síni styrki sum kvinna. Tað eru m.a. hesar royndir, sum Anette Sundby vil bera víðari til sínar medsystrar. Skeiðið er fyri kvinnur í øllum aldursbólkum
vera munandi minni ein fjarskotin tanki, enn hann var fyri einari góðari viku síðani. Eitt føroyskt ferðalag hevur fyri kortum verið í Skotlandi fyri at hyggja nærri at alduorku. Hetta við alduorku ljóðar [...] 000 fólk. Oyggin er tó mest kend fyri tað nógv whiskey, sum verður framleitt har. Nøgdur Tað var føroyska deildin hjá italska oljufelagnu, Agip, sum skipaði fyri túrinum til Islay. Nú ferðalagið, ið taldi [...] ljóðar óivað ógvuliga fremmant hjá mongum. Ì stuttum ber til at siga, at nýtir brim til at gera streym við. Tað eru ymisk sløg av alduorku, men á skotsku oynni Islay verður ein skipan nýtt, har bygt verður
at atkvøða fyri Javnaðaruppskotinum. -Men hvussu tekur tú tað, um Hergeir Nielsen ikki fer at atkvøða fyri uppskotinum? -Hann er í eini slíkari støðu, at hann er noyddur til at atkvøða fyri uppskot-inum [...] fer tingið undir 2. viðgerð av uppskotinum til útbjóðing til oljuboring. Í hesum sambandi hevur Javnaðarflokkurin lagt fram broytingaruppskot. Flokkurin mælir til, at tað í standarsloyvinum kemur at standa [...] Tvøroyri umboðar Tjóðveldisflokkin, og hann ber ongan ótta fyri, at løgtingsumboðið hjá flokkinum í oynni, Hergeir Nielsen, ikki skal fara og atkvøða fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum. -Eg havi tosað við
at Jóannes Eidesgaard lastar Jógvani við Keldu fyri, at hann ikki atkvøddi fyri uppskotinum hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum um hægri játtan til Suðuroyar Sjúkrahús. Tað var nevniliga, eftir hansara [...] hann valdi heldur at leggja líknandi uppskot fyri tingið saman við Sambandsflokkinum, vísir Hergeir Nielsen á. Atkvøddi fyri Hóast uppskotið um meira pening til Suðuroyar Sjúkrahús kom frá Sambandsflokkinum [...] Eidesgaard hevur einki at lasta Jógvani við Keldu fyri. Leygardagin sendi eg honum eitt uppskot frá mær og ørðum útjaðaratingmonnum um hægri játtan til Suðuroyar Sjúrkrahús, men hann vildi ikki vera við
Sandoyartunlinum til endamálið. Talan er um 200.000 kubikk av føstum gróti, sum Býráðið fær til keyps fyri 10,8 milliónir. Býráðslimir í meirilutanum siga, at hetta er ein fantastisk verkætlan fyri Havnina, tí [...] við einum longum tunli, gerast oman fyri allari Havnini. Tað samtykti býráðið fyri eini løtu síðani. Býráðið hevur nevniliga samtykt at gera ein nýggjan ringveg oman fyri allari Havnini, heilt av Hvítanesi [...] Articon um at gera vegin fyri 324 milliónir krónur. Landskassin letur 110 milliónir í stuðuli til ætlanina og nú skal verkætlanin eisini samskipast við landsmyndugleikarnar fyri at tryggja, at fíggingin