Hóast Javnaðarflokkurin ikki hevur verið heitasti talsmaður fyri einskiljingum, so setti formaður floksins spurningin, um tað nú kortini var rætt at stinga høvdið niður í sandin. Tað heldur hann ikki sjálvur ? og tí røddi hann fyri varisligum einskiljingum av almennum fyritøkum.
? Søguligar grundir og kreppuloysnirnar fyrst í 90´árunum hava verið fyri at binda almennan kapital í til dømis Føroya Tele, Atlantsflog, Føroya Banka og aðrar stovnar. Tøkniligur framburður og altjóðagerð hava tó havt við sær, at hesin leiklutur hjá tí almenna ikki er eins neyðugur nú sum áður. Landið kann tí frígera kapitalin, sum er bundin, og nýta hann til onnur endamál. Til dømis at rinda aftur almenna skuld ella til at gera nýggjar íløgur, ið hóska seg betur til leiklutin hjá tí almenna. Samgongan er samd um, at har tað kann gerast við fyrimuni fyri tað almenna og fyri samfelagið sum heild, verða partabrøv í ávísum almennum fyritøkum boðin út til almenningin og/ella strategiskar íleggjarar, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann segði eisini, at fyri tað fyrsta er tað neyðugt, at Javnaðarflokkurin við sínari medvirkan kann syrgja fyri, at tá ein einskiljing verður framd, so verður hon framd rætt og skynsamt.
? Vit skulu tryggja okkum, at málið við einari einskiljing altíð skal vera, at vit vilja hava viðurskifti at virka betur fyri alt samfelagið. Eg eri eisini sannførdur um, at vit sum javnaðarfólk eiga at hava ein áhuga í, at vit kunnu leysgeva kapital úr niðurbundnum almennum ognum, sum m. a. kann fíggja eitt uppaftur betur samfelag. Tí skal einskiljing ikki vera eitt tabu-evni í javnaðarhøpi, og eg eri ivaleysur í, at skal nakað einskiljast her á landi, so verður tað ikki gjørt, uttan at vit leggja lag á ? og tað er hóast alt betur enn at standa uttanfyri og síggja, at liberalistarnir gera tað við øðrum motivum, segði Jóannes Eidesgaard á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í læraraskúlahøllini í morgun.










