Arbeiða víðari við alduorku í Føroyum

Ferðalagið, sum var og vitjaði á skotsku oynni Islay er komið aftur til Føroya. Ørindini vóru at hyggja nærri at alduorku, og arbeitt verður víðari við møguligari útvinning av alduorku í Føroyum


Orka

Møguleikin at útvinna alduorku í Føroyum tykist nú at vera munandi minni ein fjarskotin tanki, enn hann var fyri einari góðari viku síðani.
Eitt føroyskt ferðalag hevur fyri kortum verið í Skotlandi fyri at hyggja nærri at alduorku. Hetta við alduorku ljóðar óivað ógvuliga fremmant hjá mongum. Ì stuttum ber til at siga, at nýtir brim til at gera streym við. Tað eru ymisk sløg av alduorku, men á skotsku oynni Islay verður ein skipan nýtt, har bygt verður ein bygingur við sjóvarmálan, sum útnyttar trýstið, sum brimið gevur. Brimið fær eina turbinu til at mala, og hendan framleiðir so góðan streym.
Tað er kanska heldur ikki mong, sum kennast við oynna Islay. Talan er um ein skotska oyggj, ið liggur einar 100 vestanfyri Glasgow. Oyggin er støddar at sammeta við Sandoynna, og har búgva eini 3.000 fólk. Oyggin er tó mest kend fyri tað nógv whiskey, sum verður framleitt har.

Nøgdur
Tað var føroyska deildin hjá italska oljufelagnu, Agip, sum skipaði fyri túrinum til Islay. Nú ferðalagið, ið taldi níggju fólk, er vinnuráðgevin hjá Agip í Føroyum, Ólavur Gregersen, væl nøgdur.
-Vit fóru avstað við tí fyri eyga at kunna okkum um viðurskiftini og kanna eftir, hvørt hetta kundi nýtast í Føroyum. Nú fari vit saman við SEV at hyggja eftir, um hetta er nakað, ið veruliga kann nýtast í Føroyum, sigur Òlavur Gregersen.
Tað varð nevnt frammanundan fráferðini, at Føroyar vóru at meta sum eitt gott pláss fyri at útvinna alduorku, og líkt er til at SEV nú fer at geva hesum møguleikanum eina gjølliga umhugsan.
Á sjálvan túrinum vitjaði ferðalagið bæði á Islay og hjá fyritøkuni, Wavegen, í Inverness. Tað er Wavegen, sum eigur og rekur alduorku á Islay og aðrastaðni. Ferðalagið fekk greitt frá, hvussu skipaninar virka, og sum heild vóru øll rættiliga glað fyri túrin.
?Eg meti, at túrurin var rættiliga væl eydnaður. Hvussu verður víðari er mest upp til teir einstaku at avgera. Agip hevur í løtuni ymsar ætlanir, men einki konkrek fyriliggur enn.