Fakfeløg mótmæla hjá Jørgen

Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava frætt, at ávísir reiðarar arbeiða fyri at ávirka politiska myndugleikan, fyri at fáa tikið av nevndu kunngerð, har ásett er, at í minsta lagi 30 % av veiðuni skal seljast á uppboðssølu í Føroyum.

MÓTMÆLI

Vit skulu harðliga mótmæla, at nevnda kunngerð verður avtikin, tí skyldan at landa fiskin í Føroyum hevur avgerandi týdning, ikki bert fyri virkini á landi, men eisini fyri teir limir okkara sum starvast í fiskivinnuni.

Um nøkur broyting skuldi verði gjørd, so átti nøgdin, sum skipini skulu landa her heima, at verði hækkað heldur enn lækkað.

Fyri landsbúskapin hevur tað avgerandi týdning, at so nógv av tilfeingi okkara sum tilber verður góðskað áðrenn vøran verður selt av landinum, tí tað er virðisøkingin av tilfeinginum sum skapar inntøkurnar bæði til virkini og til tað almenna, og eisini er henda tilvirking neyðug fyri at forða fyri stórum arbeiðsloysi í fiskavinnuni.

Um kunngerðin verður avtikin ella kravda avreiðingarnøgdin verður lækkað, so verður hetta ein vanlukka fyri bæði virkini á landi og túsundtals av limum okkara, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru tengd at fiskivinnuni á landi.

Vit skulu eisini vísa á, at reiðarararnir hava ókeypis fingið rættin til eitt tilfeingi sum sambært § 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap er ogn Føroya fólks, og tað er tí eftir okkara tykki skyldan hjá landsstýrismanninum at tryggja, at hetta tilfeingið ikki fer ótilvirkað av landinum, tá hetta tilfeingið er alneyðugt fyri at tryggja túsundtals føroyingum arbeiði.

Eisini er hetta tilfeingið sjálvt grundarlagið undir fiskavirkjunum á landi, og hetta talar eisini fyri at varðveita verandi skipan við kravdari avreiðing í Føroyum.

Vit vóna tí at tygum sum landsstýrismaður standa ímóti trýsti frá reiðarum, sum ikki tykjast at hava atlit til áhugamálini hjá vanliga føroyska løntakaranum, men bert hugsa um løtuvinning.

Vit fara ikki at sita hendur í favn um kunngerðin verður broytt ella avtikin , tí tað er skylda okkara at verja rættindini hjá limum okkara, tí hesir limir eiga, sambært § 2 í lógini um vinnuligan fiskiskap, eins góðan rætt til fiskatilfeingi okkara, sum teir reiðarar, sum nú tykjast royna at taka breyðið úr munninum á starvsfólkinum á føroysku fiskavirkjunum., siga fakfeløgini í brævi til fiskimálaráðharran