Kvinnuskeið um sjálvsmenning

Tíðindaskriv

 

Ert tú konufólk og hevur áhuga fyri at menna teg persónliga, hevur júst hetta skeið kanska tín áhuga. Skeiðið, sum er fyri kvinnur í øllum aldursbólkum, verður hildið í Havn í døgunum 17. ? 18. november í ár

- Ein ferð byrjar altíð við fyrsta fótafetinum, sigur skeiðleiðarin, sum seinastu fýra árini hevur hildið serstakt skeið fyri kvinnur. Ein orsøk til at hetta er kvinnuskeið burturav, kemst av, at kvinnur kenna seg tryggari og kunnu betur tosa um síni viðurskifti sínamillum, tá tær eru í bólki fyri seg.

Tað sigur Anette Sundby, skeiðleiðari. Hon er upprunaliga útbúgvin fólkaskúlalærari, men hevur seinastu 12 árini skipað fyri skeiðvirksemi, har hon m.a. lærir kvinnur, hvussu tær kunnu mennast og hervið styrkja persónliga sjálvsvirðið.

- Nógvar kvinnur koma á hesi skeið, tí at tær hava hug at læra okkurt nýtt, ella tí tær standa á einum vegamóti í lívinum, har tær hava tørv á at læra meira um sínar persónligu eginleikar, sigur Anette Sundby.

Orsøkin til at hon hevur ment hesi serligu kvinnuskeið, er, at hon hevur verið fyri stórum mótburði í lívi sínum. Tað hevur gjørt, at hon oftani hevur verið ivasom um sítt kvinnuvirði. Fyri at vinna á ivanum hevur hon stríðst fyri at endurskapa kensluna av síni styrki sum kvinna. Tað eru m.a. hesar royndir, sum Anette Sundby vil geva víðari til sínar medsystrar.

Skeiðið er fyri kvinnur í øllum aldursbólkum. Ert tú áhugað fyri at læra okkurt nýtt, sum kann menna teg í arbeiðs- og persónliga lívinum, er hetta skeiðið kanska ein møguleiki.

Skeiðið er ikki nakar ?undurkurur?, men meira ein byrjan til eina prosess, har tú fært hugskot og íblástur m.a. til at skapa broytingar í lívsgrundarlagnum, sum tú kanska droymir um, men ikki veit, hvussu skal fremjast.

Á skeiðnum er møguleiki at gera sær tankar um lívið, at hugsa seg gjølla um og at arbeiða fram ímóti at seta sær nýtt stevnumið.

Skeiðið verður í Stoffalág 82, 17. ? 18 november, frá kl. 9 ? 17 báðar dagar. Luttakaratalið er avmarkað til í mesta lagi 16 luttakarar. Kostnaðurin er 1850 krónur, íroknað skeiðtilfar og kostarhald.

Áhugaðar kunnu fáa nærri upplýsingar um kvinnuskeiðið við at venda sær til Sigrún Mohr, telf. 315298, ella til Anette Sundby, tlf.004545424650,

telduadr:

email@anettesundby.dk Eisini ber til at fara inn á heimasíðuna

www anettesundby.dk