Ólavsøkan snýr seg í stóran mun um siðir, og ein ólavsøka hevði ikki verið tað sama uttan skrúðgongur, kappróður, tingsetan, útimøti, midnáttarsang og hvat annars hoyrir til tjóðarhátíðina. Nógv av okkum hava nakrar fastar vanar og ætlanir um, hvørji fólk og hvørji tiltøk vit skulu vitja á ólavsøku, og tað gleða vit okkum altíð til.
Samstundis verður ólavsøkan eisini hildin í einum býi í støðugari broyting, og tað er eisini nakað, sum sæst aftur hesar dagarnar. Millum alt tað gamla siðbundna stinga nýggir siðir seg upp, og á ólavsøku síggja vit eisini, hvussu fjølbroytt og mentanarrík Havnin í veruleikanum er.
Og í øllum hesum meldrinum koma vit saman og verða savnað sum fólk – ongantíð so sjónligt sum til midnáttarsangin, tá fleiri túsund fólk syngja sama lag og
veruliga gera ólavsøkuna til nakað serføroyskt.
Elin og Kári syngja í ólavsøkusanginum, at “frøast kunnu øll um, at Havnin hon er vár. Ólavsøkusiðurin skal liva ár um ár.”
Og orðini hjá Poul F. Joensen, sum verða sungin á Tinghúsvøllinum hvørja ólavsøku, siga tað sama: “Ólavsøkan skal øld eftir øld, reka burt klandur og sorg, verið, so leingi sum føroyingur er, Tórshavn vár miðstøð og borg.”
Havnin er vár. Hon er høvuðsstaðurin hjá øllum føroyingum, og allir føroyingar eiga ólavsøkuna.
Og nú tað skjótt eru túsund ár síðan Ólavur kongur í 1030 fall á Stiklastøðum, kunnu vit staðfesta, at ólavsøkan livir so væl sum ongantíð fyrr.
Eg vil ynskja tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til Havnar og góða ólavsøku.
Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum kann lesast her
Elsa Berg borgarstjóri










