Sjálvandi atkvøða suðuroyartingmenn fyri oljuhavn í Suðri

Frá í dag tekur Dan Nielsen, næstformaður í Tvøroyrar Býráð við sum virkandi býráðsformaður, nú Páll Vang er sjúkrameldaður. Óvist er, nær Páll Vang verður førur fyri at taka við aftur. Tað er eingin loyna, at fáur politikari í Suðuroynni hevur stríðst so nógv fyri at fáa oljuútgerðarhavnina til Suðuroynna sum júst Páll Vang. Og aftanfyri hann hava staðið mest sum allir politikarar í oynni.

Mikudagin fer tingið undir 2. viðgerð av uppskotinum til útbjóðing til oljuboring. Í hesum sambandi hevur Javnaðarflokkurin lagt fram broytingaruppskot. Flokkurin mælir til, at tað í standarsloyvinum kemur at standa, at komandi oljuvirksemi í Føroyum skal ganga út frá Suðuroynni.

Virkandi býráðsformaðurin á Tvøroyri umboðar Tjóðveldisflokkin, og hann ber ongan ótta fyri, at løgtingsumboðið hjá flokkinum í oynni, Hergeir Nielsen, ikki skal fara og atkvøða fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum.

-Eg havi tosað við Hergeir Nielsen og sum eg havi skilt á honum, so hann fer at atkvøða fyri Javnaðaruppskotinum.

-Men hvussu tekur tú tað, um Hergeir Nielsen ikki fer at atkvøða fyri uppskotinum?

-Hann er í eini slíkari støðu, at hann er noyddur til at atkvøða fyri uppskot-inum. Sjálvandi fara allir tingmenn í oynni at atkvøða fyri, at ein komandi oljuútgerðarhavn kemur at liggja her í oynni.

Dan Nielsen sigur annars, at spurningurin um oljuútgerðarhavnina hevur ómetaliga nógv at siga fyri oynna. -Støðan her í oynni er desperat. Tað nyttar ikki at fara at leika í um eini 10 ár, tí tá er fólktalið minkað so nógv, at oyggin rætt og slætt er hildin uppat at virka. Virkandi býráðsformaðurin á Tvøroyri telist eisini millum teirra, sum eru sannførdir um, at byrjar virksemi t.d. á Sundi ella í Runavík, so verður tað verandi har.

Hvat viðvíkur spurninginum um oljuútgerðahavnin skal liggja á Drelnesi ella í Vági, so heldur Dan Nielsen, at hetta er nakað teir mugu taka upp í oynni eftir at málið er samtykt í tinginum. Hann ivast ikki í, at tað fer at bera til at finna onkra skilagóða loysn, sum alt oyggjafólkið er nøgt við.

Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar til hetta málið millum tingmenn o.o. og skilur blaðið, at verður uppskotið hjá Javnaðarflokkinum felt, tí onkur kanska ikki kann svølgja, at oljuvirksemið verður plaserað so lokalt sum í Suðuroynni, so kann eitt broytingaruppskot koma fram, har orðið útjaðarin verður sett ístaðin fyri Suðuroynna.