Nú skal ein nýggjur høvuðsvegir við einum longum tunli, gerast oman fyri allari Havnini. Tað samtykti býráðið fyri eini løtu síðani.
Býráðið hevur nevniliga samtykt at gera ein nýggjan ringveg oman fyri allari Havnini, heilt av Hvítanesi vestur í Marknagil. Tilsamans er talan um 6,3 kilometrar av vegi og av teimum vera 1,7 kilometrar lagdir í ein tunnil undir Húsareyni.
Tunnilin kemur at ganga ímillum Villingardalsvegin, undir Brúnni, til eitt øki ímillum ríðihøllina hjá Berg hestum og Hotel Føroyar. Her kemur tunnilin út undir ríðibreytini, soleiðis, at hon verður varðveitt.
Býráðið samtykti í kvøld at gera sáttmála við Articon um at gera vegin fyri 324 milliónir krónur. Landskassin letur 110 milliónir í stuðuli til ætlanina og nú skal verkætlanin eisini samskipast við landsmyndugleikarnar fyri at tryggja, at fíggingin frá Landinum kann verða goldin.
Í hesum sambandi hevur Tórshavnar býráði eisini gjørt avtalu við felagið, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin um at keypa grót úr Sandoyartunlinum til endamálið. Talan er um 200.000 kubikk av føstum gróti, sum Býráðið fær til keyps fyri 10,8 milliónir.
Býráðslimir í meirilutanum siga, at hetta er ein fantastisk verkætlan fyri Havnina, tí tað fer at avlasta ferðslutrýstið á verandi vegir, heilt munandi. Samstundis fer ferðslan eisini at verða nógv smidligari.
Hetta fer at gera Havnina nógv tryggari enn hon er nú, tí ein ræðumynd er, at sjúkrabilar og brandbilar standa fastir í ferðsluni og ikki sleppa fram í neyðsendarørindum.
Men býráðslimir siga eisini, at hetta fer at geva býráðnum heilt aðrar møguleikar at útvega bæði byggilendi til bústaðir, og eisini byggilendi til vinnuvirki. Hetta fer at framtíðartryggja Havnina, leggja tey afturat og hetta fer at flyta Havnina langt fram í tíðina.
Hetta letur upp fyri, at kommunan kann mennast og veksa nógv ár fram í tíðina, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í Teknisku nevnd hjá býráðum. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt um tvey ár og tá verður Havnin heilt øðrvísi enn hon er í dag, tí hetta er størsta framstig í nýggjari tíð, legði hann afturat.