Í dag fara Andrew av Fløtum og liðfelagarnir hjá honum í Fremad Amager undir fyrireikingarnar til fótbóltsvárið og summarið. Talan er um spennandi tíðarskeið, sum teir í Sundby fara at fyrireika seg til. Fyrsta royndin verður sunnudagin 6. mars í steypakappingini. Tá skal Fremad Amager spæla móti FCK. Hóast Fremad Amager eigur rættin til heimavøll, so verður uppgerðin í Parkini, sum er heimavøllurin hjá FCK. Sundby vøllurin verður ikki roknaður at vera tøkur 6. mars, og har verður heldur ikki roknað við, at tað fer at verða pláss fyri øllum áskoðarunum.
Umframt spennandi avbjóðingina í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, so er Fremad Amager hampuliga væl fyri í landskappingini í næstbestu deildini. Teir eru á sjeynda plássinum, og í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin skulu teir sunnudagin 20. mars spæla á heimavølli móti AC Horsens, sum í løtuni er oddalið.
Benny hjartatrupulleikar
Venjari hjá Andrew av Fløtum, sum nú er einsamallur føroyingur eftir í Fremad Amager, er Benny Johansen. Tað hevur hann verið síðani síðsta summar. Men Benny Johansen er ikki førur fyri at hava ábyrgdina av venjingini í dag, og hann verður neyvan at síggja í Sundby næstu dagarnar. Nær hann aftur verður førur fyri at hava ábyrgdina av venjingunum er ivasamt. Í staðin verður tað hjálparvenjarin, Peter F. Hansen, sum fer at standa fyri venjingini.
Orsøkin, til at Benny Johansen, sum annars verður roknaður at vera sera samvitskufullur venjari, ikki er førur fyri at røkja arbeiðið hjá sær, er, at hann í síðstu viku varð lagdur undir skurð. DBU skipaði fyri venjaraskeiði í Onglandi, og tá var tað, at Benny Johansen gjørdist illa til passar og varð innlagdur. Tað vísti seg, at hjartað ikki riggaði, sum tað skuldi. Læknarnir bóru skjótt at og syrgdu við bypass viðgerð fyri, at hjartað nú aftur riggar, sum tað eigur at gera. Í donskum bløðum verður upplýst, at Fremad Amager venjarin verður fluttur til Danmarkar í hesi vikuni, men Andrew av Fløtum og hinir í felagnum fara neyvan at hitta hann í Sundby nú beinanvegin.