? Jóannes Eidesgaard hevur einki at lasta Jógvani við Keldu fyri. Leygardagin sendi eg honum eitt uppskot frá mær og ørðum útjaðaratingmonnum um hægri játtan til Suðuroyar Sjúrkrahús, men hann vildi ikki vera við.
Hergeir Nielsen, tingmaður Tjóðveldisfloksins í Suðuroynni, heldur tað vera løgi, at Jóannes Eidesgaard lastar Jógvani við Keldu fyri, at hann ikki atkvøddi fyri uppskotinum hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum um hægri játtan til Suðuroyar Sjúkrahús. Tað var nevniliga, eftir hansara tykki, Jóannes Eidesgaard og ikki Jógvan við Keldu, ið var ómøguligur í hesum føri.
? Jóannes Eidesgaard hevði møguleikan at taka undir við einum uppskoti frá okkum samgongulimum, men hann valdi heldur at leggja líknandi uppskot fyri tingið saman við Sambandsflokkinum, vísir Hergeir Nielsen á.
Atkvøddi fyri
Hóast uppskotið um meira pening til Suðuroyar Sjúkrahús kom frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, tók Hergeir Nielsen undir við tí.
? Eg gjørdi alt tað, eg kundi, fyri at fáa undirtøku fyri uppskotinum, men tað gekk ikki. Suðuroyar Sjúkrahús fekk ikki meira pening.
? Nú mugu vit bert bíða og vita, um talan verður um so nógvar uppsagnir, sum ført hevur verið fram. Verður hetta veruleikin, so steðgar sjúkrahúsið upp av sær sjálvum, og tá er sjálvsagt, at málið má takast upp aftur á politiskum stigi, vísir Hergeir Nielsen á.
Fekk meira enn onnur
Hergeir Nielsen sigur seg sum heild vera nøgdan við tað, útjaðarin hevur fingið burturúr á fíggjarlógini fyri ár 2000. Hann vísir á, at Suðuroyar Sjúkrahús í veruleikanum hevur fingið meira játtan í prosentum enn onnur, men skundar hann sær at viðmerkja, at tað er skeivt at seta føroysku sjúkrahúsini upp ímóti hvørjum ørðum. Heldur eigur allur tann føroyski sjúkrahúsbygnaðurin at verða tikin upp til viðgerðar, vísir hann á.
Hergeir Nielsen er serstakliga fegin um, at peningur er játtaður til ein túr afturat um vikuna hjá Smyrli, og somuleiðis er hann fegin um, at 500.000 krónur eru játtaðar til at kanna trupulleikarnar hjá útjaðaranum.










