verkfallinum. Felagið greiðir frá, at tað mánadagin tók stig til seming fyri at gera eina seinastu roynd at fáa ein enda á verkfallinum. Tilboðið til arbeiðarafeløgini var at samráðast um eina lønarhækking [...] og 4 krónur. Arbeiðarafeløgini játtaðu at halda fund á hesum grundarlagi. Tó uttan binda seg frammanundan. Royndin miseydnaðist, tí arbeiðarafeløgini góðtóku ikki at samráðast á tí grundarlagi, sum var avtalað [...] avtalað, siga arbeiðsgevararnir. ? Føroya arbeiðsgevarafelag ásannar tí, at felagið fær ikki gjørt meira fyri at loysa trætuna á arbeiðsmarknaðinum. Føroya arbeiðsgevarafelag kann ikki slaka meira, tí
Í løtunum eftir, at hann hevði framført tjóðsangirnar báðar, tóktist Brandur Enni bara at njóta nú?ið. Stóð skimandi á vøllinum at síggja áskoðarafjøldina, sum fagnaði framførsluni, og sjálvur viðgekk [...] og skalt syngja, so er tað jú áðrenn at nakað sum helst er avgjørt. Tað var bara at syngja av heilum hjarta, og so vóna tað besta. Bæði fyri meg og fyri liðið. Og at tað gekk væl, skal eingin ivi vera um [...] viðgekk hann eisini eftir dystin, at hetta hevði verið ein stór uppliving. - Jú. Hatta var fantastiskt. Nakað heilt serligt, sum tú kanska ongan tíð sleppur at uppliva aftur, so tað mátti bara njótast helt Brandur
Oljuvinnufelag. Hann sigur, at feløgini, sum høvdu virksemi undir Føroyum, hava staðfest, at føroyingar væl kunnu gera seg galdandi á økinum. Á sama hátt tykjast føroyingar heldur ikki at ræðast oljuvinnuna yvirhøvur [...] yvirhøvur. Teir halda seg til og tora at blanda seg uppí. Um ráðstevnuna, sum hildin verður, sigur Magni Arge, at tað er umráðandi at fáa gjørt støðuna upp við jøvnum millumbilum. ?Teir relevantu partarnir [...] ð, oljufeløgini og veitarar yvirhøvur. Løtan er hóskandi nú móti ársenda, tí nú fer ivaleyst at bera til at fáa líkasum eina uppgerð, samstundis sum ætlanir fyri komandi ár kunnu leggjast fram, heldur
síðani kunnu brúkast at vísa fyri øðrum. Meiningin við skeiðinum er at geva luttakarunum innlit í hesa "listagreinina", og umframt at tey læra nøkur kynstur, fáa tey eisini møguleikan at upptraðka fyri hvørjum [...] vælkomin!!! Einasta krav, ið sett verður, er at tey, ið tekna seg, eru áhugað í at læra gyklakynstur á einum rími-ligum støði. Luttøkugjaldið er 250,-, og tað ber til at tekna seg á email: stuttligt@hotmail.com [...] Leygardagin tann 28. desember verður aftur møguleiki at koma á eitt sokallað gyklaskeið. Gykl er føroyskt fyri tað danska ?tryllekunst", og er tað júst hetta sum verður á skránni. Tey luttakandi á skeiðinum
Hon tendraði aftur, og so ráddi bara um at krossa fingrar og vóna, at útgerðin fór at skikka sær væl til sjálva framførsluna. ? Eg hevði nakrar aðrar pedalir til at taka, um mín skuldi gingið fyri aftur [...] hann nýtir til at fáa gittar sína at ljóða soleiðis, sum hon skal, gekk fyri undir ljóðroyndini, og so vóru góð ráð dýr. ? Pedalin hjá mær slóknaði bara knappliga, og eg fekk hana ikki at rigga aftur. Tá [...] einki til, greiddi Rasmus frá eftir sigurin leygarkvøldið. Umframt at hava eina góða gittar leggja allir gittarspælarar seg eftir at finna eitt ljóð, sum teimum dámar. Hetta verður gjørt við forsterkarum
annað, at felagið hevur frætt, at Trivnaðarmálaráðið hevur ætlanir um at leggja uppskot fyri tingið um nýggja vanlukkutryggingarlóg ella broytingar í verandi lóg. Felagið vísir í hesum sambandi á, at limir [...] Reynatúgvu og teir politisku flokkarnar um ikki at leggja nakað lógaruppskot fyri tingið, fyrr enn partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava fingið veruliga møguleika til at kunna seg um og gera viðmerkingar til eitt [...] politisku flokkunum á, at tørvur er á lógarbroytingum, sum veruliga tryggja arbeiðsfólki ímóti teimum fíggjarligu avleiðingunum, um tey koma út fyri vanlukkutilburðum, sum gera, at tey verða fult ella partvíst
fyri oyra, at strandfaraskipið Dúgvan ikki kemur aftur, tí at peningur ikki er til umvælingarnar, og at allur peningurin, ið kann sparast so ella so, skal til Suðuroynna. Til tað er at siga, at norðoyngar [...] tímar. Tað verður ført fram, at Ternan skal brenna minni av olju, tað kann eg upplýsa øllum, ið ikki vita ta , at tað passar slett ikki, fyri tað næsta, so rullar Ternan so illa, at ein hevur ilt í búkinum [...] og bíða í hálvar dagar fyri at koma yvir um Leirvíksfjørð, ferjulegan er full allan dagin, hetta skilji eg bara ikki, tað mátti verið størri inntøka hjá Strandferðsluni, at trafikkurin gleið betur ígjøgnum
Jean-David Levitte, segði við sjónvarpsstøðina CNN í gjár, at at Frakland fer at taka undir við álopi á Irak, um so er, at Saddam Hussein ger av at nýta evnafrøðilig ella lívfrøðilig vápn. Levitte var franskur [...] flutning, og uppaftur onnur hava játtað at senda herfólk ella útgerð til økið við Persaflógvan. Hini 15 londini, sum hava játtað at stuðla USA í álopinum, hava biðið um at vera ónevnd fyribils. Hvørji tey eru [...] Colin Powell, uttanríkisráðharra boðið sær til at hjálpa amerikanska hervaldinum á ymsan hátt. Eitt nú hava summi lond játtað amerikanskum stríðsflogførum at flúgva í teirra luftrúmi, onnur hava játtað hjálp
stendur millum annað í grein 1, at tá lagt verður frá landi, skal øll manningin vera í góðkendum bjargingarvesti. Víðari stendur, at undir stevnuróðri er ikki neyðugt at vera í vestinum, men hann skal vera [...] høvuðsdómarar kunnu áleggja manningunum at fara í teir. Soleiðis var á norðoyastevnu tann 1. juni í ár. Veðrið var somikið ringt, at høvuðsdómararnir áløgdu manningunum at fara í vestarnar. Tíverri høvdu fleiri [...] ið. Síðan er Róðrarsambandið eisini komið eftir, at fleiri av vestunum, sum nýttir vórðu á norðoyastevnu, høvdu onga CO2 fløsku, sum er neyðugt fyri at blása vestarnar upp. Her er tískil talan um falska
metir eisini, at tað er rætt, at løgmaður byrjar samráðingar um eina nýggja samgongu. ?Vit mugu so bara ásanna, at samgongan hevur mist meirilutan, sigur Jørgen Niclasen. Hinvegin meti eg ikki, at vit hava [...] Jørgen Niclasne letur skilja, at hann ikki metir tað sum nakra góða loysn at halda fram við verandi samgongu og einum flokki afturat, er hann kortini rættiliga varin við at koma einum boði upp á nakra aðra [...] samgonga er ov breitt grundarlag til at fáa nakað gott samstarv á, metir Jørgen Niclasen, sum varð afturvaldur fyri Fólkaflokkin í Vágum. Jørgen Niclasen sigur, at hann fyri fyrst bíðar eftir løgmanni