Ternan ein rullibukka

    

Tað er komið mær fyri oyra, at strandfaraskipið Dúgvan ikki kemur aftur, tí at peningur ikki er til umvælingarnar, og at allur peningurin, ið kann sparast so ella so, skal til Suðuroynna. Til tað er at siga, at norðoyngar muga vera verðins tolnasta fólkaslag, her standa trailarar fullir av fiski og bíða í hálvar dagar fyri at koma yvir um Leirvíksfjørð, ferjulegan er full allan dagin, hetta skilji eg bara ikki, tað mátti verið størri inntøka hjá Strandferðsluni, at trafikkurin gleið betur ígjøgnum. Fólk tímir ikki hettar, tú kemur á ferguleguna, ofta setur tú bilin bara har, tí um tú skalt bíða til tú kanst koma við yvirum, tekur tað ofta fleiri tímar.
Tað verður ført fram, at Ternan skal brenna minni av olju, tað kann eg upplýsa øllum, ið ikki vita ta , at tað passar slett ikki, fyri tað næsta, so rullar Ternan so illa, at ein hevur ilt í búkinum, áðrenn ein noyðist umborð, hon er eisini alt ov lítil, bæði fyri bilar og ferðafólk, so vinarligast til tykkum, ið ráða á Strandfaraskipum Landsins, eg vil heldur gjalda 5 kr meir og sleppa yvir um fjørðin innan fyri rímuliga tíð.
Vit eru von við at taka okkara tøk her norðuri.
Takk fyri upptøkuna.