Leggja einki í trygdina

Róðrarsamband Føroya átalar við hesum líkasæluna hjá summum róðrarfeløgum, tá ið ræður um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum.

Trygd

Síðan 1991 hevur verið arbeitt við at bøta um trygdina á kappróðrarbátum. 16. mars 1999 lýsti Fiskimálastýrið endaliga kunngerð um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum, eina kunngerð, sum allir partar vóru samdir um.
Í henni stendur millum annað í grein 1, at tá lagt verður frá landi, skal øll manningin vera í góðkendum bjargingarvesti. Víðari stendur, at undir stevnuróðri er ikki neyðugt at vera í vestinum, men hann skal vera tøkur í bátinum, og høvuðsdómarar kunnu áleggja manningunum at fara í teir.
Soleiðis var á norðoyastevnu tann 1. juni í ár. Veðrið var somikið ringt, at høvuðsdómararnir áløgdu manningunum at fara í vestarnar. Tíverri høvdu fleiri manningar ikki vestarnar við sær, soleiðis sum kunngerðin áleggur, og hetta átalar Róðrarsambandið.
Síðan er Róðrarsambandið eisini komið eftir, at fleiri av vestunum, sum nýttir vórðu á norðoyastevnu, høvdu onga CO2 fløsku, sum er neyðugt fyri at blása vestarnar upp. Her er tískil talan um falska trygd og eina deyðsfellu hjá teimum, sum nýta vestarnar, og ivasamt er, um tey øll vita av hesum.
Hetta verður við hesum harðliga átalað, og álagt verður viðkomandi feløgum at fáa hetta í rættlag í stundini. Gjørt verður somuleiðis vart við, at Vaktar- og bjargingartænastan er kunnað um støðuna.