Enn eitt gyklaskeið

Tíðindaskriv

Leygardagin tann 28. desember verður aftur møguleiki at koma á eitt sokallað gyklaskeið. Gykl er føroyskt fyri tað danska ?tryllekunst", og er tað júst hetta sum verður á skránni. Tey luttakandi á skeiðinum verða undirvíst í nøkrum kynstrum, ið síðani kunnu brúkast at vísa fyri øðrum.
Meiningin við skeiðinum er at geva luttakarunum innlit í hesa "listagreinina", og umframt at tey læra nøkur kynstur, fáa tey eisini møguleikan at upptraðka fyri hvørjum øðrum á skeiðnum.
Hetta er næsta royndin at gera eitt slíkt skeið. Fyrsta skeiðið var hildið á Strondum fyri einum mánaða síðani, og var hetta eitt sera væleydnað skeið. Teir 16 luttkararnir vóru sera væl nøgdir bæði við undirvísingina og fyri møguleikan at upptraðka fyri hvørjum øðrum og familju og vinum.
Enn er ikki avgjørt hvar hetta næsta skeiðið verður hildið, men tað verður í hvussu so er eitt stað á meginøkinum. Skeiðið er fyri ungdómar í 6. flokki og eldri. Vaksin eru eisini vælkomin!!!
Einasta krav, ið sett verður, er at tey, ið tekna seg, eru áhugað í at læra gyklakynstur á einum rími-ligum støði.
Luttøkugjaldið er 250,-, og tað ber til at tekna seg á email: stuttligt@hotmail.com

Avmarkað luttakaratal!
Tey sum tekna seg fáa nærri at vita gjøgnum mail.