Oljuráðstevna
Edvard Joensen
Áhugin fyri økinum avspeglar virksemið. Og virksemið hevur verið heldur slakari nú eina tíð, enn tá tað var upp á tað besta, meðan leitað varð undir Føroyum, sigur Magni Arge, nevndarformaður í Føroya Oljuvinnufelag.
Hann sigur, at feløgini, sum høvdu virksemi undir Føroyum, hava staðfest, at føroyingar væl kunnu gera seg galdandi á økinum.
Á sama hátt tykjast føroyingar heldur ikki at ræðast oljuvinnuna yvirhøvur. Teir halda seg til og tora at blanda seg uppí.
Um ráðstevnuna, sum hildin verður, sigur Magni Arge, at tað er umráðandi at fáa gjørt støðuna upp við jøvnum millumbilum.
?Teir relevantu partarnir skulu fáast á vøllin, sum hann sigur. Og teir eru í hesum førinum Oljumálaráðið, oljufeløgini og veitarar yvirhøvur.
Løtan er hóskandi nú móti ársenda, tí nú fer ivaleyst at bera til at fáa líkasum eina uppgerð, samstundis sum ætlanir fyri komandi ár kunnu leggjast fram, heldur hann.
Magni Arge væntar ymsar áhugaverdar framløgur á ráðstevnuni. Eitt nú fer aðalstjórin í Oljumálaráðnum, Herálvur Joensen, at siga frá um komandi leitingarumfar. Annað umfar, sum lítið er kent enn, sigur Magni Arge.
Okkurt verður at frætta fra leintingum í Norður Noreg, eins og føroyskir luttakrar á ráðstevnuni eisini fara at koma við onkrum innleggi, sigur hann.









