Hýrurin á gittarspælaranum í vinnarabólkinum Makrel var einki serligur eftir ljóðroyndina leygardagin.
Útgerðin, sum hann nýtir til at fáa gittar sína at ljóða soleiðis, sum hon skal, gekk fyri undir ljóðroyndini, og so vóru góð ráð dýr.
? Pedalin hjá mær slóknaði bara knappliga, og eg fekk hana ikki at rigga aftur. Tá stóð einki til, greiddi Rasmus frá eftir sigurin leygarkvøldið.
Umframt at hava eina góða gittar leggja allir gittarspælarar seg eftir at finna eitt ljóð, sum teimum dámar. Hetta verður gjørt við forsterkarum og sonevndum pedalum, har alskyns ljóð kunnu gandast fram.
Tøkningur kom til hjálpar
Ein tøkningur, sum var til arbeiðis í Mentanarhúsinum leygardagin, tók pedalina sundur, pilkaði eitt sindur við hana, og setti hana so saman aftur, og tað hjálpti. Hon tendraði aftur, og so ráddi bara um at krossa fingrar og vóna, at útgerðin fór at skikka sær væl til sjálva framførsluna.
? Eg hevði nakrar aðrar pedalir til at taka, um mín skuldi gingið fyri aftur, men tíbetur helt hon, segði Rasmus Rasmussen.
Hann er góður gittarspælari, og í eini íslendskari tónleikakapping fyri einum ári síðani, var hann kosin besti gittarspælari í kappingini.
? Eg havi brúkt sama gittarljóð í eini fimm ár nú, so tað var gott, at eg fekk útgerðina at virka aftur.