Eitt hendingaríkt vikuskifti í Klaksvík

- Vit fegnast stórliga um, at borgarar í býnum hava hegni, dirvi og orku at geva gestum og borgarum so fjølbroyttar upplivingar, sum talan var um farna vikuskiftið

- Vikuskiftið er farið afturum, og eftir stendur ein staðfesting av, at Klaksvík er ein virkin býur. Bæði, tá ræður um vinnu, mentan og ítrótt.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag, men her verður nógv lagt aftrat:

 

- Borgarstjórin, Karl Johansen, setti stóra svimjikapping fríggjakvøldið, har fleiri enn 50 svimjarar vóru tilmeldaðir árligu Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil.

 

Ásannað verður, at úrslitini hjá íðkarunum í Ægir vóru ómetaliga flott, og fyriskipanin av hesi stóru kapping eydnaðist sera væl. 

 

Fleiri enn 100 limir hjá Klaksvíkar Fimleikafelag luttóku um vikuskiftið í fimleikafagnaðinum, sum er annað hvørt ár.

 

- Framførslan hjá Klaksvíkar Fimleikafelag var ómetaliga flott. Tað hevur kravt nógva orku av felagnum at geva sínum íðkarum hesa upplivingina, men sanniliga má metast, at hetta var tað vert.

 

Í Klaksvík verður staðfest, at úrslitið var sera flott.

 

##med2##

 

Av øðrum kann nevnast, at talvkapping hevur verið í Klaksvík um vikuskiftið, og at Føroyameistarin í dart hjá kvinnum er úr Klaksvíkar Dartfelag. Hetta varð eisini staðfest í vikuskiftinum.

 

Seinnapartin leygardagin var heiðran av ársins spælara og ein rúgva av øðrum heiðurslønum vórðu handaðar. 

 

- Flestu heiðrarnir, bæði hjá monnum og kvinnum, fóru til KÍ. Hetta varð, saman við øðrum sigrum, heiðrað á ársveitsluni hjá KÍ, har leikarar hjá bæði monnum og kvinnum vórðu heiðraði fyri FM og mennirnir fyri greipuna, sum aftur í ár endnaði í Klaksvík - eftir alt ov nógv ár í útlegg.

 

Á mentanarpallinum var ikki longur "Friður á pallinum". 

 

- Flotti leikurin til heiðurs fyri Adelborg Linklett varð ruddaður burtur, og  í staðin var ein onnur ikonisk pallmynd sett, tá Hjarnar aftur tóku pallin.

 

Víst verður á, at teir í Kjarnum fingu "Listavirðisløn Nólsoyar Páls" handaða.

 

- Ein heiður, sum Klaksvíkar býráð hevur latið síðan 2013. Hetta er ein heiðursgáva og ein viðurkenning, sum verður latin framúr mentafólki, sum skapa list á ymiskum økjum innan mentan.

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at alt hetta hendi í vikuskiftinum, meðan handilslívið eisini spílaði seg út við góðum tilboðum, tónleiki og blíðskapi, tá nýggja handilsátakið «Stástíð» setti sín dám á handilslívið leygardagin.

 

- Vit fegnast stórliga um, at borgarar í býnum hava hegni, dirvi og orku at geva gestum og borgarum so fjølbroyttar upplivingar, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.