Vil vita alt um trygdina í undirsjóvartunlunum

Tingmaður spyr løgmann um kritiska trygd í teimum fýra undirsjóvartunlunum

Tað er Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum í einum grein 52a fyrispurningi vil hava løgmann, sum varðar av tunlunum, at greiða frá krtisku trygdini í teimum fýra undirsjóvartunlunum.

Ítøkiliga spyr Bárður á Lakjuni soleiðis:

1. Hava allir teir fýra undirsjóvartunlarnir neyðaggregat?

2. Um so er, at slík aggregat eru, hvussu leingi megna hesi so at halda stand við ljósi, viftum, pumpum og øllum neyðugum í teimum fýra undirsjóvartunlunum, tá streymslit er?

3. Um aggregat eru, hvussu stór eru tey, og hvat skal til fyri at halda teimum koyrandi?

4. Um pumpurnar ikki rigga, hvussu leingi er tunnilin so tryggur at koyra í?

5. Hvussu nógv vatn verður pumpað um døgnið í teimum fýra tunlunum?

Í viðmerking til spurningarnar vísir Bárður á Lakjuni á, at vit seinastu fjórðingsølina hava fingið fýra undirsjóvartunlar. 

– Tað munnu vera fá, sum ikki fegnast um hesar, og líka fá munnu ynskja seg aftur til tíðina við ferjum um sund og fjørð. Infrastruktururin er vorðin ómetaliga góður. Tunlarnir hava bundið alt meginøkið saman, og skjótt og lætt er at koyra norðan av Viðareiði og suður til Sands, sigur hann.

Síðani vísir hann á at undirsjóvartunlarnir eru sostatt vorðnir ómetaliga umráðandi – ja, kanska undantikið Eysturoyartunnilin, har tað framvegis ber til at koyra gomlu leiðina, so eru teir allir at rokna sum fullkomiliga kritiskur infrastrukturur. Tískil er sjálvsagt alneyðugt, at hesir tunlar eru so tryggir, sum teir yvirhøvur kunnu vera. Á allan hátt.

– Hóast longri er ímillum, so hava vit javnan streymslit kring landið. Tíbetur gongur sum oftast ikki so long tíð til, at streymurin er afturkomin – men vandin er altíð til staðar, at slitini eru av meiri álvarsomum slagi. Um heilt illa vil til, so kann streymveitingin vera burtur í dagavís, sigur Bárður á Lakjuni.

– Sostatt eru vit sum samfelag fullkomiliga bundin at elveiting – eisini tunlarnir. Ljósini, vifturnar og ikki minst pumpurnar, sum pumpa alt vatnið, sum rennur í tunlarnar, mugu altíð rigga. Eisini tá streymslit eru. Eisini í longri tíð, um illa vil til. Á sjógvi er krav, at skip skulu hava ljósmotor, m.a. fyri at halda pumpurnar koyrandi og skipið flótandi, um hol er í, og sjógvur kemur inn.

– Til tess at fáa greiði á, um undirsjóvartunlarnir eru í fullgóðum standi á allan hátt, verða hesir spurningar settir, sigur Bárður á Lakjuni.