Føroya arbeiðsgevarafelag ásannar, at felagið kemur ikki longur í samráðingunum við arbeiðarafeløgini.
Soleiðis innleiðir felagið eitt bræv, sum varð borið løgmanni og landsstýrismanninum við arbeiðsmarknaðarmálum klokkan 11.45 týsdagin.
Brævið er ein kunning um seinasta leikin í verkfallinum. Felagið greiðir frá, at tað mánadagin tók stig til seming fyri at gera eina seinastu roynd at fáa ein enda á verkfallinum. Tilboðið til arbeiðarafeløgini var at samráðast um eina lønarhækking, sum lá millum 3,70 og 4 krónur. Arbeiðarafeløgini játtaðu at halda fund á hesum grundarlagi. Tó uttan binda seg frammanundan.
Royndin miseydnaðist, tí arbeiðarafeløgini góðtóku ikki at samráðast á tí grundarlagi, sum var avtalað, siga arbeiðsgevararnir.
? Føroya arbeiðsgevarafelag ásannar tí, at felagið fær ikki gjørt meira fyri at loysa trætuna á arbeiðsmarknaðinum. Føroya arbeiðsgevarafelag kann ikki slaka meira, tí sum búskaparliga støðan er vorðin, hóttir hetta arbeiðspláss, og útflutningsvinnan kemur í svárar trupulleikar. Hesum hvørki kunnu ella vilja vit taka ábyrgdina av, skrivar Føroya arbreiðsgevarafelag í brævinum, sum er undirskrivað av Vilhelm M. Johannesen, formanni.
Løgmaður var ávegis til Føroya, tá Sosialurin fekk orðið á hann og kunnaði hann um støðuna. Hann segði, at støðan nú var so álvarslig, at málið verður tikin upp í somu løtu hann er komin í Tinganes.










