Ein stór uppliving

Hjá dreingjunum sjálvur var eingin ivi

Tveir av teimum 24 dreingjunum, sum um vikuskiftið vóru á venjingarleguni, eru Tróndur Sigurðsson og Dánjald Davidsen.

Teir báðir siga við ein munn, at fyri teirra viðkomandi var venjingarlegan bæði stuttlig og hugnalig.


Borgarstjórin vitjaði

Hóast nógv venjing var á skránni, so vóru eisini stundir til annað, og leygardagin fingu dreingirnir so vitjan av Leivi Hansen, borgarstjóra.

Leivur hevði greitt frá, hvussu tað var at spæla fótbólt, tá hann var smádrongur, og hvussu stórur munur var á umstøðunum tá og nú.


Hava dreymir

Tróndur og Dánjal hava sjálvandi, eins og flestu javnaldrarnir á fótbóltsvøllinum, ein dreym um, at teir eina ferð í framtíðini kunnu hava gerast yrkisleikarar uttanlanda, og tá tosið fellur á, hvat lið teimum dámar best, eru teir púra samdir. Manchester United stendur ovast á listanum, men eisini dámar teimum væl spanska stórfelagið, Barcelona.

Nú lagaði alt seg eisini soleiðis, at meðan venjingarlegan varð hildin, leikti Manchester United oddadyst í Leeds. Ein dystur, sum varð sýndur á ensku rásini, Sky Sport.

Hetta høvdu dreingirnir møguleika at síggja, men orsakað av nógvu venjingini, eydnaðist tað teimum bert at síggja seinastu 20 minuttirnar av dystinum.


Hava ferðast

Hetta er tó ikki einasta ferðin, at teir báðir hava verið saman í fótbóltsørindum.

Í fjørð vóru teir við HB á Danmarkarferð, har teir luttóku í Solsidsens Pondus Cup, sum á hvørjum ári verður hildi ní Nørresundby.

Harumframt hava teir eisini verið við í allar flestu av teimum innandura kappingum, sum veturin á tamb verða fyriskipaðar kring landið.

Onkra av hesum hava teir eisini vunnið, so ivalyest hava teir okkurt at hava fótbóltsdreymarnar í, hesi báðir piltarnir, sum vit kanska fara at hoyra meira til um nøkur ár.

Stendur tað til teirra, er í øllum førum eingin ivi um hetta seinasta.