Løgtingsval
Sørvági:
Ein fýraflokka samgonga er ov breitt grundarlag til at fáa nakað gott samstarv á, metir Jørgen Niclasen, sum varð afturvaldur fyri Fólkaflokkin í Vágum.
Jørgen Niclasen sigur, at hann fyri fyrst bíðar eftir løgmanni. Løgmaður hevur samráðingarrættin í løtuni, og Jørgen Niclasen metir eisini, at tað er rætt, at løgmaður byrjar samráðingar um eina nýggja samgongu.
?Vit mugu so bara ásanna, at samgongan hevur mist meirilutan, sigur Jørgen Niclasen. Hinvegin meti eg ikki, at vit hava fingið nakra markanta útmelding um, at fólkið vil so ella so, tí býtið er so javnt millum samgongu og andstøðu, sigur hann.
Jørgen Niclasen metir tó, at komandi fýra árini verður einki stórvegis burtur úr nakrari fullveldisgongd soleiðis. Tað metir hann seg hava fingið burtur úr úrslitinum av løgtingsvalinum, sigur hann.
Tað eru komnar ymsar útmeldingar undan valinum, og summar hava eisini veirð rímiliga spískar, vísir Jørgen Niclasen á. Men nú byrjar gerandisdagurin aftur, og nú skulu flokkarnir so gera upp við seg sjálvar, hvat teir vilja og ætla.
Hóast Jørgen Niclasne letur skilja, at hann ikki metir tað sum nakra góða loysn at halda fram við verandi samgongu og einum flokki afturat, er hann kortini rættiliga varin við at koma einum boði upp á nakra aðra samanseting.