1. september búðu 54.885 fólk í Føroyum

Fólkatalið vaks við 353 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var størri enn í undanfarnu tólv mánaðunum.

 

Flestu flytingar millum Føroyar og útlond eru í juni, juli og august. Fleiri flyta til Føroyar um summarið umframt at fleiri flyta av landinum, millum annað í lestrarørindum. Hetta sæst aftur í fólkatalinum soleiðis, at tað fyrst veksur meiri enn vanligt fram móti august og síðani minkar aftur. Soleiðis er eisini í ár. Fólkatalið er nú farið niður um 55.000 eftir at hava ligið oman fyri 55.000 í nakrar mánaðir. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum.

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 159 fólk og einari nettoflyting á 194 fólk. Burðaravlopið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði, tí hóast nøkur fleiri doyðu, so vóru tað uppaftur fleiri børn, sum vóru fødd. Nettoflytingin var á leið tvífalt so stór sum í undanfarna tíðarskeiði. Orsøkin var, at færri fluttu úr Føroyum. 

 

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

 

Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram, meðan gongdin í tilflytingini er meira støðug.  

 

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

 

Mánaðarligi trendurin gevur ábendingar um, at gongdin í bæði føði- og deyðatalinum er vaksandi. Gongdin í føðitalinum veksur tó eitt sindur meir enn gongdin í deyðatalinum veksur. 

 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, har yvir 40 prosent av fólkinum í Føroyum býr. 

 

Næststørsti fólkavøkstur var í Sjóvar kommunu, har fólkatalið vaks við knapt fýra prosentum seinasta árið. 

 

Aðrar kommunur við fólkavøkstri seinasta árið vóru Runavíkar, Sørvágs, Nes, Fuglafjarðar og Sands kommunur.

 

Fólkatalið minkaði í tíggju kommunum — mest í Vága, Tvøroyar og Hvalbiar kommunu.

 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. september 2024 og 2025.  

 

 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

 
    
sep 2024 – sep 2025    
 

 

 
septembermunur  
 20242025persónar%
     
Tilsamans54.53254.8853530,6
Eiðis kommuna776775-1-0,1
- Eiði69369960,9
- Ljósá323539,4
- Svínáir5141-10-19,6
Eysturkommuna2.2962.310140,6
- Gøtugjógv5449-5-9,3
- Leirvík1.0591.06120,2
- Norðragøta635651162,5
- Skálafjørður, Eysturkommuna5500
- Syðrugøta50951230,6
- Undir Gøtueiði3432-2-5,9
Fámjins kommuna7372-1-1,4
- Fámjin7372-1-1,4
Fuglafjarðar kommuna1.6121.634221,4
- Fuglafjørður1.6021.624221,4
- Hellurnar101000
Fugloyar kommuna484800
- Hattarvík181800
- Kirkja303000
Hovs kommuna10510611
- Hov10510611
Húsavíkar kommuna10811354,6
- Dalur363938,3
- Húsavík626534,8
- Skarvanes109-1-10
Hvalbiar kommuna634625-9-1,4
- Hvalba567559-8-1,4
- Sandvík6766-1-1,5
Hvannasunds kommuna41942781,9
- Depil5500
- Hvannasund252270187,1
- Múli000-
- Norðdepil161151-10-6,2
- Norðtoftir1100
Klaksvíkar kommuna5.5025.520180,3
- Ánirnar4958918,4
- Árnafjørður6564-1-1,5
- Húsar404225
- Klaksvík5.1125.123110,2
- Mikladalur282913,6
- Norðoyri157149-8-5,1
- Svínoy313100
- Syðradalur, Kalsoy69350
- Trøllanes141517,1
Kunoyar kommuna14915121,3
- Haraldssund686911,5
- Kunoy818211,2
Kvívíkar kommuna616610-6-1
- Kvívík407393-14-3,4
- Leynar11512054,3
- Skælingur131300
- Stykkið384025,3
- Válur434412,3
Nes kommuna1.5731.602291,8
- Nes, Eysturoy379374-5-1,3
- Saltnes162161-1-0,6
- Toftir1.0321.067353,4
Porkeris kommuna32532610,3
- Porkeri32532610,3
Runavíkar kommuna4.3744.408340,8
- Elduvík1412-2-14,3
- Funningsfjørður575923,5
- Funningur4442-2-4,5
- Glyvrar47747810,2
- Lamba14915564
- Lambareiði121200
- Oyndarfjørður1201321210
- Rituvík35035000
- Runavík580562-18-3,1
- Saltangará1.1791.223443,7
- Skála769786172,2
- Skálafjørður, Runavíkar kommuna13313300
- Skipanes535523,8
- Søldarfjørður349320-29-8,3
- Æðuvík888911,1
Sands kommuna525544193,6
- Sandur525544193,6
Sjóvar kommuna1.2251.272473,8
- Innan Glyvur8480-4-4,8
- Kolbeinagjógv3028-2-6,7
- Morskranes2420-4-16,7
- Selatrað4438-6-13,6
- Strendur1.0431.106636
Skálavíkar kommuna14615485,5
- Skálavík14615485,5
Skopunar kommuna48048110,2
- Skopun48048110,2
Skúvoyar kommuna3635-1-2,8
- Skúgvoy3230-2-6,3
- Stóra Dímun45125
Sørvágs kommuna1.2331.266332,7
- Bøur686800
- Gásadalur1315215,4
- Mykines131300
- Sørvágur1.1391.170312,7
Sumbiar kommuna33133430,9
- Akrar1511-4-26,7
- Lopra69801115,9
- Sumba247243-4-1,6
- Víkarbyrgi000-
Sunda kommuna1.7911.783-8-0,4
- Gjógv2118-3-14,3
- Haldórsvík11412065,3
- Hósvík32032441,3
- Hvalvík259252-7-2,7
- Langasandur4541-4-8,9
- Nesvík000-
- Norðskáli31131431
- Oyrarbakki15415510,6
- Oyri182181-1-0,5
- Saksun1113218,2
- Streymnes331321-10-3
- Tjørnuvík434412,3
Tórshavnar kommuna23.26823.4521840,8
- Argir2.5382.552140,6
- Hestur1514-1-6,7
- Hoyvík4.6634.712491,1
- Hvítanes10410843,8
- Kaldbak254248-6-2,4
- Kaldbaksbotnur7700
- Kirkjubøur747511,4
- Kollafjørður811821101,2
- Koltur000-
- Mjørkadalur000-
- Norðradalur9900
- Nólsoy21321852,3
- Oyrareingir373812,7
- Signabøur14814910,7
- Sund1100
- Syðradalur, Streymoy8800
- Tórshavn14.12414.223990,7
- Velbastaður26226972,7
Tvøroyrar kommuna1.7421.723-19-1,1
- Froðba264255-9-3,4
- Trongisvágur530524-6-1,1
- Tvøroyri86486400
- Ørðavík2725-2-7,4
- Ørðavíkslíð5755-2-3,5
Vága kommuna2.2162.195-21-0,9
- Miðvágur1.1501.137-13-1,1
- Sandavágur1.0231.015-8-0,8
- Vatnsoyrar434300
Vágs kommuna1.3401.333-7-0,5
- Vágur1.3401.333-7-0,5
Vestmanna kommuna1.2601.26000
- Vestmanna1.2601.26000
Viðareiðis kommuna329326-3-0,9
- Viðareiði329326-3-0,9