Maria, ella Gumma í Vestmanna, sum vit systkin úr Hvalvík plaga at kalla hana, varð borin í heim 12. oktober 1925. Hon vaks upp saman við foreldrum og systrum í Hvalvík, beint yvir av Gamla skúla, har Jógvan við Ánna var 1. lærari. So tað var stutt í skúla, ein hálvan minutt ella har á leið. Ikki tí, í Hvalvík var alt stutt at fara hjá Mariu, tí hon hevur altíð verið løtt, kvik, ja, og skemtilig.
Tær vóru sjey systrar, Álga, Gertrud, Herdis, Selinda, Helga, Maria og Ruth. Í dag eru bara Maria og Ruth eftir á lívi.
Foreldur teirra vóru Grækaris og Elisabet (Betti) Djurhuus, hann var ættaður úr Hósvík, og hon var ættað úr Hvalvík.
Maria og systrarnar vuksu upp í einum arbeiðara- og fiskimannaheimi. Eingin yvirflóð av nøkrum, men tær fóru ongantíð svangar í song, plagdu tær at leggja dent á.
Pápin, Grækaris, sigldi í mong ár við slupp, fyri tað mesta sum bestimaður. Hann arbeiddi eisini í mong ár sum kyndari á Hvalastøðini við Áir. Og tað hevði sínar fyrimunir. Eg minnist Mariu gummu, mammu mína og aðrar systrar teirra sita við langtandi og kærleiksfullum eygum, tá tær mintust mangan góðan døgurða við “áargrind”, sum tær nevndu stórhvalatvøst frá Áunum.
Feitu áargrindina ótu tey við eplum, og eftir kríggið høvdu tey eisini HP-sós afturvið. HP-sósina, sum eingilskmenn tóku við sær til Føroya. Soltnu áargrindina (stórhvalatvøstið) gjørdu tey til leskiligar búffar.
- Vit áttu upp í tunnur av áargrind, plagdu tær at siga, systrarnar.
Saman við áargrind var sildin nógv borðreidd í heimi teirra í Hvalvík. Nýfiskað sild, veidd við sildagørnum, varð steikt á pannuni og koyrd í munnin við beinum og tí heila. Tey kókaðu eisini sild, men tá hevði hon ligið í salti í tveir dagar. Og so var tað lakasildin, sum tey høvdu upp á heimabakað breyð.
Eg nevni hetta við matinum, tí hann fylti nógv í minni teirra, tá Maria og systrarnar vitjaðu í Hvalvík, tá eg var smádrongur. Og tað hendi meira enn so, at stórhvalur varð tikin upp á Hvalastøðini við Áir ta tíðina, og tað dámdu teimum. Vit settu eisini sildagørn í mínum uppvøkstri, so tað endur upplivdu tær eisini frálíku summardagarnar.
Foreldrini í Hvalvík høvdu telefonstøðina í nógv ár, og tað var so eisini ein ávís inntøkukelda hjá familuni. Men stórvegis inntøka var ongantíð. Maria og yngsta systurin, Ruth, plagdu at hjálpa mammuni á telefonstøðini.
Í Hvalvík høvdu tey eitt hondbóltsfelag, tá Maria var smágenta og ung genta. Felagið æt Bárðan. Mariu og systurin, Helga, dámdu væl at spæla hondbólt Niðri á Sand, sum tað var rópt. Í dag er sandurin burtur.
Tá Maria flutti til Havnar at arbeiða, gavst hon at spæla hondbólt, men Helga helt fram at spæla hondbólt á hægri stigi í Neistanum.
Sum 24 ára gomul giftist Maria við Smith Nicolajsen úr Vestmanna. Eg spurdi eina ferð Mariu, hvussu tey bæði komu saman. Jú, segði hon, hon var og vitjaði elstu systur sína, Álgu, sum var gift í Vestmanna.
- Vit gentur plagdu at ganga túrar í bygdini, og har hitti eg Smith. Ja, og so bleiv tað bara soleiðis á einum túri, og nú siti eg her í Vestmanna, flenti Maria.
Tey bæði fingu eitt langt og gott lív saman. Tvey børn fingu tey, Borgar og Binu. Maðurin, Smith, doyði fyri nøkrum fáum árum síðan. Tá vóru tey komin á Mørkina í Streymnesi at búgva. Seinni er Maria flutt á Grønanes í Vestmanna.
Tað hevur altíð verið tætt ímillum heimini bæði, okkara í Hvalvík og heimið hjá Mariu og Smith í Vestmanna. Eg minnist mongu ferðirnar, tey sunnudagstúr koyrdu úr Vestmanna til okkum í Hvalvík. Tað var so hugnaligt at fáa teirra vitjan. Ofta vóru tvey av ommu- og abbabørnum teirra, Mai-Britt og Eyðun við. Tey vóru sum systkin so góð.
Eg plagdi at spæla kúluspæl, tað sum á donskum verður rópt kinaskak, við Mariu gummu. So lítil havi eg verið, tá eg hava plága henni við hesum spælinum, at hon hevur hermt eftir mær heilt til eg gjørdist vaksin: “Gumma, gom og bæla gullubæl”.
Eg minnist eisini við takksemi aftur á tær ferðirnar, eg var og vitjaði hjá Mariu og Smith í Vestmanna. Hann arbeiddi hjá SEV, og eg var onkuntíð við honum á SEV-verkinum. Ímeðan stákaðist Maria heima við hús. Og har var gott at vera. Onkuntíð vóru vit báðir, Grækaris systkinabarnið, og eg og ferðaðust í Vestmanna saman. Tá var mangan gaman. Maria gumma vartaði okkum upp hvønn einasta dag, og tá hon hevði hug at skemta, plagdi hon at taka handilstenninar úr bæði yvir- og undirmunni og hyggja flennandi upp á okkum við ongum tonnum – brádliga sá hon út sum ein, ja, sum ein 100 ára gomul kona.
Tá vit sum smádreingir vitjaðu í Vestmanna, búðu Gumma í Vestmanna og Smith í SEV-húsinum. Gumma dámdi væl at fáast við blómur, og hegnið at halda urtagarðin var framúr. Eg minnist so væl vøkru blómurnar, sum lyftu seg upp móti himinum, tá vit gingu niðan í túnið.
Tey hava altíð verið andaliga virkin, Maria og Smith, og fáir sunnu- og halgidagar munnu vera farnir framvið, har tú ikki sást tey í kirkju. Tey vóru eisini virkin í heimamissiónini øll árini.
Í dag býr Gumma í Vestmanna á ellis- og røktarheiminum á Grønanesi, og her hevur hon tað gott. Hóast stutttíðar minnið av álvara er farið at bila, er hon framvegis so spísk, sum hon altíð hevur verið. Seinast, vit vitjaðu hana, spurdi hon, hvar vit høvdu verið. “Í Havn,” svaraði eg henni. Tá var hon skjót at svara: “Sitið onkuntíð á reyvini”. Tá helt hon ivaleyst, at vit framvegis øll búgva í Hvalvík. Soleiðis er lívið, vit eldast øll, um vit hava heilsuna, men vit eldast so ymiskliga.
Góða Maria gumma, vit ynskja tær øll hjartaliga til lukku við 100 ára degnum.
Jesus fylgi tær, Gumma.
Grækaris