Eplafestivalurin 2025 byrjar í Trøðum á Sandi í morgun klokkan 10, og her verða alskyns tiltøk á skránni – heilt til klokkan 16 seinnapartin, tá festivalurin flytir yvir í bygdina á Sandi.
Í Trøðum verður møguligt at keypa kjøtpylsur og malið neytakjøt frá Skemmugarði, norskar svelur frá Elini, heimagjørd bomm, glaserað súrepli og rabardusúltutoy frá Lillian og Jacqueline, ostar frá Varmakeldugarðinum, grønkálssuppu, blóðpylsu og annað heimagjørt frá Onnu Petersen.
Kafé’in Bláa Kanna fer at selja kaffi og vaflur, og eisini verður høvi at ogna sær vakrar lutir úr keramikki frá Leirverk. Á matstovuni hjá Kristinu og Marini, sum verður í kjallaranum í Miðstovuni, verður morgunmatur, suppa, pitsasniglar og ommusa-grýta við smøri og eplamorli afturvið.
Her verður eisini høvi at ogna sær nýggu bókina – ”Tað, sum eftir er” – frá IRF og Kvinnu.
Í túninum í Miðstovuni verður kafé’in Patata við Ásu og Idu, og her fæst focaccia, tvíflís, kanelsniglar, bollar við osti og rabarbudrykkur. Í garaguni hjá Steintóri og Eir verður matsøla við GAIA, og her fæst grønmetissuppa og grønmetisspjót.
Kongsgarður fer at selja ymiskt frá slaktinum á parkeringsplássinum hjá Hanusi og Marjun, eitt nú feskt kjøt og rullupylsur, og heima hjá Torbirna og Masrutin verður thailendsk matstova. Á Miðstovugarðnum inni á Fløtum verður søla av grønmeti og nýflettum lambskjøti, og her fáast eisini vørur frá Sejbjerg Keramik.
Eplaálurin koyrir aftur og fram í pendulfarti.
Ein onnur søla, sum eisini verður í Trøðum, er sølan hjá Dalsgarði við feskum kjøti frá slaktinum. Í íbúðini hjá Jón og Birgit verður ymiskt hondgjørt frá eitt nú Jóhonnu og Jákupi, og eisini fer Spinnaríið við Ánna at hava sølubás og framsýning.
Í kjallaranum hjá Jóannesi og Elisabeth verður søluframsýning. Tað eru Olivia, Iðunn, Elin og Hanna, sum fara at hava framsýning við eitt nú málningum, linoleumsprenti og øðrum.
B71 fer at selja leskiligar drykkir á Pubbuni hjá Gubbanum, og Dímunargarður fer at selja rabarbu-og rótabryggj. Eyðstein Ólason fer at undirhalda við hugnaligum harmonikutónleiki.
Um viðrar í tímunum millum klokkan 14 og 16 verður bál og hugni við skótabólkinum, Nykursrósa, og hetta verður uppi við Sornhúsið. Her verður eisini høvi at gera poppkorn og sneisabreyð við bálið.
Men, alt hetta er ikki tað einasta, sum verður í Trøðum í dag.
Búnaðarstovan fer at skipa fyri pallborðsfundi klokkan 11, og hetta verður á fjósloftinum í Miðstovuni og eftir pallborðsfundin, sum ætlandi varar í ein tíma, fer Gutti Winter, kokkur, at bjóða forkunnugar brellbitar úr grønmeti.
Tíðliga seinnapartin fer Dávur Winther at vitja pubbina hjá Gubbanum, og her fer hann at siga frá minnum úr Trøðum.
Barnasangir við Árna Jóhanneson, sum vit kenna frá Látuløtuni, verða at hoyra á fjósloftinum í Miðstovuni, og her eru øll hjartaliga vælkomin. Í ein hálvan tíma frá klokkan 13.30 til 14 fer Eynar Martin Jacobsen at fortelja søgu á fjósloftinum, og næsta hálva tíman fer Hanus Johannessen at hava filmsframsýning Uppi á Lag.
Á Eplafestivalinum í Trøðum verður fjósloftið karmur um nógv ymisk tiltøk, og frá klokkan 14.30 til 15 verður konsert her við fólkatónleikabólkinum, Kalas.
Ein tíma, áðrenn skráin fyri tiltøkini í Trøðum endar, byrjar neytalortakappingin, har kúgvin verður at síggja við verkstaðið hjá Finnleifi.
##med2##
Tiltøkini í Trøðum enda við heystgudstænastu – eisini á fjósloftinum, og tað verður sóknarpresturin, Havstein Klein, sum hevur gudstænastuna. Eftir heystgudstænastuna, flytir Eplafestivalurin yvir í bygdina á Sandi, og her byrja eplakappingarnar við Café Retro klokkan 17.
Her verður epladart, eplarenn og tað, sum í skránni verður rópt eplaskíting. Hevur tú hug at verða við í hesum kappingum, er bara at møta upp.
Klokkan 17 letur pubbin hjá Arabo upp, og klokkan 19 letur barrin í Virkinum upp, og her fæst eisini stuttflutt hitasuppa til keyps.
Stuðulsfelagið Víkingabygdin verður at hitta við Café Retro klokkan 17, og her fara víkingarnir at bjóða á gátt. Tey fara at bjóða heita og kalda hyllublómusaft, meðan tey greiða frá sínum ætlanum at byggja víkingahús og legu í Søltuvík.
Klokkan 20 fer Sámal Ravnsfjall at syngja og spæla í Virkinum. Sámal er altíð eitt navn, sum savnar nógv fólk, og lítið er at ivast í, at her fer eisini 1001 nátt at sjunga.
Ungdómskafé verður í Missiónshúsinum klokkan 21, og í tímunum frá klokkan 22 til midnátt fer Ólavur á Váli at syngja og spæla nøkur hugnalig løg í Café Retro.
Øll vita, at Ólavur hevur eina fantastiska sangrødd.
Café 58 fer eisini at hava opið á Eplafestivalinum.
Endin á festivaltiltakinum hesaferð verður eitt stórt syngið-við-tiltak í Virkinum, sum byrjar klokkan 23 í kvøld, og tað verða Jónleif og Símun, sum skipa fyri.
Á Sandi verður roknað við, at nógv fólk fara at møta upp í Virkinum til hugnaliga endatiltakið.
Øll, bæði oyggjafólk og avbygdafólk - nær og fjar - eru hjartaliga vælkomin til hugnaliga heysttiltakið, Eplafestivalin 2025, sum setir fokus á grøði og heimaframleiðslu - alt stuttflutt og gott fyri umhvørvið og búskapin.
Meira um skránna og ymisku tiltøkini, sum verða á Eplafestivalinum í dag, kunnu síggjast á Facebook-vanganum hjá Eplafestivalinum.
##med3##