Landsliðið skrivar autografar í SMS

Í dag frá klokkan 15:30 verður høvið at heilsa upp á manslandsliðið á Torginum í SMS, har teir fara at skriva autografar

Nú á middegi hittast landsliðsspælararnir aftur. Í fyrrakvøldið vunnu teir 4-0 á heimavølli ímóti Montenegro. Eftir venjingina á middegi í gjár fóru teir til hús,og nú hittast teir so aftur at fyrireika seg til dystin ímóti Kekkia, sum verðurí morgin klokkan 17.

 

Í hesum sambandi verður møguleiki at hitta landsliðsspælararnar á Torginum í SMS leygardagin 11. oktobur frá klokkan 15:30 til 16:15.

 

Ókeypis plakatir av landsliðnum og autografkort vera at fáa, og spælararnir vera eisini tøkir til at skriva autografar og allarhelst verður eisini onkur sjálvsmynd tikin.

 

Síggjast á Torginum í SMS leygardagin klokkan hálvgum fýra.