nakrir av »gomlu dreingjunum« í FSF. Orsøkiin til hetta er fyrst of fremst, at Fótbóltssambandið við hesum vil sýna ein serligan heiður, tí hesir á hvør sín hátt hava átt sín stóra lut í teirri støðu, sum [...] dag hevur vunnið seg fram til. Ein støða, sum millum annað ber við sær, at Føroyar nú leygardagin kunnu spæla móti eini so mætari fótbóltstjóð, sum Frakland nú er. Teir fýra, sum eru við í Fraklandi, eru
Tað er ikki frítt, at veðurlíkindini kunnu fáa sítt stóra orð at siga, tá landsliðið leygardagin skal royna seg móti franska risanum. Tá flogfarið hjá Atlantic Airways setti seg á flogvøllin við Lille [...] venjingarnar hjá landsliðshópinum vóru á skránni hósmorgunin, og verður uttan iva meira at frætta frá hesum í blaðnum í morgin.
Sjálvstýrisflokkurin heldur, at gransking, menning og útbúgving er sera týðandi fyri, at Føroyar kunnu vera við í búskaparligu menningini, sum vit síggja hana í londunum rundan um okkum. Miðað eigur at [...] rationaliseringar. Flokkurin krevur tó, at tænastustøðið fyri borgaran og vinnuna ikki verður verri av hesum. Í samband við bygnaðarbroytingar á Toll og Skattstovu Føroya, eftirlýsir flokkurin nøktandi grundgevingar
- Tað var ein sonn fragd at spæla á hesum nýggja vøllinum. Og sjálvandi eisini ein sonn fragd at byrja so væl sum við einum hattricki, segði ein fegin Andrew. Hann helt, at teir megnaðu at halda eitt høgt [...] høgt tempo, serliga í fyrra hálvleiki,og klára teir at halda støðið, kunnu teir vinna á øllum. - Hetta er okkara borg, og hana skulu vit verja, segði málrevurin hjá HB. Hann viðgekk, at talan var um eitt
september. Tað eru nøkur ár, síðan kommunan setti skjøtil á at fáa bygt eitt eldrasambýli í bygdini, og í hesum sambandi er peningur settur á fíggjarætlanina hjá kommununi seinastu árini. Sakaris Guldbro, bygg [...] leirvíkingum er sjálvsagt, at heimið í fyrsta lagi skal hýsa eldri og óhjálpnum í bygdini, sum ikki kunnu vera heima. Í eldrasambýlinum við Ranggil verður bað og wc knýtt at hvørjum kamari, og í sambýlinum
kann undan óvæntaðum trupulleikum og dýrum umvælingum. Her nøkur góð ráð fyri at umgangast nógvar av hesum trupulleikum: Minnist til at taka viskararnar út frá rútinum tá tað frystur um næturnar. Tað hendir [...] gummilistarnir innan fyri hurðarnar frysta fastir, tá hurðin verður latin upp við tí úrsliti, at teir kunnu skrædna. Tað er umráðandi at hurðlásini eru væl smurd um veturin, bæði lásini inni í hurðunum og sjálvur
at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, skuldi avgreiða seinasta fundin við danir á hesum sinni. Seinasti fundur var við skattamálaráðharran, Svend Erik Hovmann. Landsstýrismaðurin og ska [...] førøysku landoddarnar eftir arbeiði. Hann sigur, at eydnast tað at fáa eina avtalu í lag við danir, kunnu føroyskar fyritøkur vænta sær eina væl skjótari viðgerð í skattamálum við tey avvarðandi londini,
Skúladeplinum, fær innivist fyri m.a.: ?Býarbóka- og KT savni, sum bæði næmingar, og vanligi borgarin kunnu gera nýtslu av ?Fyrilestrar og framførsluhøll, - sum m.a. kann gerast karmur um framførslur hjá eitt [...] partur í Skúladeplinum. Hetta førir sjálvssagt fíggjarligar skildur fyri kommununa við sær. - men við hesum fæst nógv fyri samstarv millum land og kommunu.
veikastu, brekaðu og sjúku. So kann ein siga at hetta er ein landspolitiskur trupuleiki, men vit kunnu í minsta lagi syrgja fyri at okkara egnu borgarar í Tórshavnar kommunu hava tað gott. Hesi fólk vera [...] kastibóltur millum land og kommunu, men veruleikin er tann, at vit mugu taka okkum saman og hjálpa hesum fólkum. Um hetta er lands- ella kommunupolitikkur kann vera líkamikið, hetta eru borgarar í Tórshavnar
Gomlurætt altjóða kvinnudagin, 8. mars, vavdur inn í eitt garnastykki og ein langan enda, sum hekk uppi í hesum. Tað kann avgjørt ikki hava verið stuttligt at verið hesin kópurin í síni villu náttúru, púrasta [...] soleiðis píndist, hevði hetta virkuliga gjørt okkum ilt. Syndarliga myndin sigur okkum, at vit menniskju kunnu ikki ganga um náttúruna, sum okkum hóvar best. Vit mugu duga at taka fyrilit fyri øðrum enn okkum