Gjáarfólk velja lokalt

Eitt navn kom ofta fram, meðan tey taldu atkvøðurnar upp við Gjógv. Sofus D. Johannesen fekk nevniliga tveir triðingar av øllum atkvøðunum við Gjógv í gjár

- Vit plaga ikki at rópa. Tað kunnu tey gera í Havn, og fólk hava eisini havt kjansin allan dagin, sigur Ester Nónsgjógv, ið er forkvinna í valstýrinum við Gjógv. So staðfest er, at gjáarfólk ikki gera so nógv við júst tann partin um afturlatingartíð.

Við atkvøðukassanum gera tey hinvegin nógv burturúr. Klokkan var ikki meira enn farin av átta. Eini tíggju fólk vóru inni í hugnaliga skúlanum við Gjógv. At gita aldurin á fólkunum er torført, men vist er, at talan mest var um eldri fólk, hóast tvey børn eisini høvdu funnið sær vegin inn í valhølið.

Tá Ester Nónsgjógv byrjaði at lesa nøvnini á teimum, ið gjáarfólk valdu. Var tað serliga eitt navn, sum gekk aftur. Sofus D. Johannesen, so illa kann gerast annað enn at staðfesta, at gjáarfólk velja lokalt. Hinvegin eru tað ikki bert gjáarfólk, ið velja Sofus, tí tá alt var talt vóru bara helmingurin av atkvøðunum hjá honum frá Gjógv.

Sofus kann tískil síggja fram til fýra ár afturat í kommunupolitikki. Hann hevur millum annað verið borgarstjóri við Gjógv áðrenn bygdin fór uppí Sunda kommunu.

Tað eru 36 fólk, ið hava valrætt við Gjógv. 29 av hesum vóru á vali í gjár.