Vandi við virðisbrævamarknaði

Verður ein føroyskur virðisbrævamarknaðaur settur á stovn, er vandi fyri, at tey stóru almennu feløgini í Føroyum verða seld á útlendskar hendur, heldur Jóannes Eidesgaard

Vandi er fyri, at landsstýrið á einum føroyskum virðisbrævamarknaði fer at selja út av stóru almennu feløgunum, fyri at fíggja eina skiftistíð í fullveldismálinum.

Hetta vísti Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, á í formansfrágreiðing síni á landsstevnuni í læraraskúlahøllini í Havn fríggjakvøldið.

? Uppskot um búskapargrunn, sum skal fíggja skiftistíðina hevur verið at hoyrt. Men ein grunnur er bert nakað verdur, um pengar eru í honum.

Jóannes Eidesgaard heldur, at verður ein føroyskur virðisbrævamarknaður settur á stovn, ætlar landsstýrið helst, at Atlantic Airways, Føroya Tele, Føroya Fiskavirking og onnur líknandi almenn feløg verða skrásett á hesum marknað.

? Sleppa tá útlendingar framat, vita vit, hvat klokkan er sligin, segði Jóannes Eidesgaard.

Tá verður arvasilvurið eftir hansara fatan nevniliga selt , soleiðis at sølupengarnir kunnu fíggja skiftistíðina, danir ikki vilja lata landsstýrinum, í hvørfall í eina tíð.