Kann løgtingslimur keypast?

Tað er eingin loyna, at dýrt er at fíggja valstríð. Afturat flokkunum hava tey einstøku valevnini brúkt úr egnum lumma eftir førimuni

Hetta fær valla verið nógv øðrvísi, og soleiðis er eisini í grannalondum okkara. Vit mugu venja okkum við, at nógvir pengar skulu brúkast uppá valstríð.

Men í Føroyum er ræðanadi, at politisk valevni kunnu verða stuðlaði fíggjarliga av feløgum, felagsskapum ella einstaklingum, uttan at nakar veit tað.

Vælkent er, at politikarar senda rokning fyri vallýsingar til egið virki, eisini at summir politikarar fáa fíggjarligan styrk frá fyritøkum, teir hava eitt tilknýti til. Hvørjar eru intentiónirnar hjá hesum fyritøkum? Og í hvussu stóran mun hava tær ávirkan á rikna politikkin?

Sterk fyritøka, felagsskapur ella privatpersónur kann uttan himpr fíggja valstríðið hjá valevni, uttan at nakar veit. Enntá kann ein pengasterkur uttanfyristandandi velja at stilla upp eitt valevni við einum ávísum endamáli, fáa viðkomandi valdan á ting og síðani stýra viðkomandi.

 

Keypa løgtingslim

Sum í okkara grannalondum, mugu reglur gerast, ið týðiliga áseta krøv til upplýsing, hvaðani politiskir sponsorpengar koma. Lata vit standa til, fara fleiri pengasterkar fyritøkur, felagsskapir og einstaklingar at keypa sær umboðan inn á ting.

Vit mugu hava greiðar reglur um roknskap og upplýsing í samband við valstríð. Flokkar og valevnu mugu almannakunngera samlaðu útreiðslurnar og størru stuðlarnar.