Seinnapartin í dag byrjar kristiliga sjónvarpsstøðin Iktus at senda úr studio?num í Søldarfirði. - Vit hava sæð fram til henda dagin, sigur programleiðarin, Anja Hansen.
Tað krevst sjálvandi sítt at vera leiðari fyri eini privatari kristnari sjónvarpsrás í Føroyum.
Hetta er Anja Hansen fult greið yvir, tí sum hon sigur: - Tað er ein stór avgerð at gerast partur av leiðsluni í eini sjónvarpsstøð. Men hesa avbjóðingina taki eg fegin!
Sjálv hevur Anja nærum fingið tann tøkniliga partin av einum miðli inn við móðurmjólkini, í samband við arbeiðið hjá pápanum og brøðrum hennara við Rás2 og sendineti teirra.
Umframt henda partin, hevur Anja altíð hugt nógv eftir útlendskum kristiligum sjónvarpsrásum, og hevur sjálv einar 15-20 slíkar á parabolinum heima við hús.
- Út frá hesum havi eg so gjørt mær nakrar hugsanir um, hvat krevst til eina slíka rás og hvat vit sjálvi kunnu leggja dent á.
- Hetta vóni eg eisini, at hyggjararnir fara at leggja merki til og dáma, sigur programleiðarin á Iktus.
Sent verður í dag frá klokkan 15 til 18 beinleiðis. Ætlanin er at senda fimm dagar um vikuna frá mikudegi til sunnudag.










